Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 70 • 11. apríl 2008 Vikuskifti fram á Guantánamo? hjá greinaskrivaranum er, at Bush-stjórnin, í staðin fyri at steingja Guantanamo, nú roynir at eyðmerkja tess samleika annarleiðis enn áður: »Heldur ein arvingi til Nuremberg, enn ein tvíburi til Abu Ghraib-fongslið í Baghdad.« Guantanamo er stak illa dámt millum tey allarflestu. Sjálvt tey trý, amerikonsku forseta- valevnini, báðir demokratarnir og republikanarin, eru samd: Guantanamo skal steingjast! Hóast hetta, so er Bush-stjórnin í kríggið ímóti yvirgangi, og Guantanamo jú blivin ein týðandi partur í hesum kríggi. Einstakir av fangunum á Guantanmo eru týðandi brikkar – aðrir eru ikki. At staðfesta sekleikan hjá ymsum fangum sum t.d. Khalid Sheikh Mohammed er avgerandi fyri eftirmæli Bush og republikanararnar, tvs serliga John McCain. Og so leingi eingi rættarmál verða førd, koma prógvini ikki fram og sekleikin heldur ikki staðfestur. Men nú eru hesi so á veg. Tað er nú greitt, at fleiri sakleysir menn tilvildarliga eru rændir og fluttir til Kuba, inn í ein av klivunum á Guantanamo. Og stjórnarmyndugleikar viðganga alment, at viðvíkjandi meiri enn 130 av fangunum er eingin ætlan hvør lagna teirra skal verða. Tað er sostatt almenn vitan, at Guantanamo ikki hevur fríðkað um umdømið hjá USA og hennara sameindu. Her er eftir øllum at døma píning farin fram í loyndum. Men hetta skal, nú rættarmál skulu haldast, kortini framhaldandi haldast burturi frá almenna ljósinum. Loyndardómar halda fram Próvførslan verður nevniliga ikki øll sum hon er almenn. Hóast fjølmiðlar fara at hava atgongd til hesi rættarmál, ja so er rættarsalurin eisini serliga innrættaður. Blaðfólk og aðrir partar av almenninginum koma at siga aftanfyri ein glasvegg. Hesin veggur kann, nær tað skal vera, dragast fyri, soleiðis at einki kann síggjast ella hoyrast. Hetta sigst hava samband við mátan prógv eru fingin til vega, nevniliga ígjøgnum píning. Onnur vilja siga, at hetta er fyri at halda forhoyrsmátar og keldur loyniligar fyri fíggindanum. Hvørt formurin á hesum dóm- stóluri verður tann sami gjøgnum alt komandi ári fær mann at síggja. Politiskir eygleiðarar meta, at Bush-stjórnin kann trýsta demokratarnar í kongressini og fáa sín vilja viðvíkjandi slíkum málum, sum hava við yvirgang at gera. Orsøkin er hon, at McCain stendur sterkari enn demokratisku valevnini, tá ið tosað verður um hóttanina frá altjóða yvirgangi. Og tí vilja demokratarnir sleppa undan, at yvirgangur verður eitt heitt kjakevni í valstríðnum. Men tað sær sanniliga út sum um, at meiri fer at verða tosað um yvirgang í USA. Kelda: »Camp Justice«, The New Yorker, Jeffrey Toobin, apríl 14. 2008 Nakrir av fangunum í stríðnum ímóti yvirgangi skulu nú stillast fyri ein serligan dómstól á Guantanamo herstøðini »Heldur ein arvingi til Nuremberg, enn ein tvíburi til Abu Ghraib-fongslið í Baghdad.«