Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 • 11. apríl 2008 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Meiri kunning um rúsevnir Bláikrossur: Í farna mánaði hevði fráhaldsfelagsskapurin Blái Krossur vitjan av einum fyrrverandi stikknarkomani, Christian Werlo. Hann vitjaði skúlar og greiddi frá lívi sínum. - Næmingarnir hildu, at tiltakið var gott, og at tað var serliga gott at hoyra ein fyrrverandi misbrúkara greiða frá. Hetta fangaði betur, hildu tey, sigur Beinta Joensen, sum er fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi. Í prátinum eftir fyrilestrarnar skiltist, at nógv rúsevni ímillum tey ungu í dag, heilt úr Suðuroynni og norður til Klaksvíkar. Fleiri næmingar hava sæð sniffing og annað brúk av hørðum rúsevnum. Hash er sera vanligt, meðan sproyting høvdu fá sæð. Stevna á Sandoynni Skálavík: Í døgunum 9. til 12. mai verður missiónshúsið í Skálavík karmur um eina hvítu- sunnustevnunu. Tað er lands- arbeiðið hjá Heimamissiónini sum tekur sær av allari boðanini umframt at biðja kór, meðan tey staðbundnu arbeiðini taka sær av øllum øðrum uppgávum. Bjóðað verður til møti øll kvøldini, umframt eitt ungdómsmøti og tvey familjumøti. Eisini verður vitjað á eldrasambýlunum í oynni. Øðrvísi netkirkja USA: Við SpongeBob á odda kemur ein øðrvísi heimasíða við teirra boði uppá eina netkirkju. Við spurninginum „Ynskir tú eina kirkju, sum ikki ynskir tínar pengar, men bert ynskir at tú ert glaður?“ verður hesin møguleikin lýstur hjá First Reformed Church of SpongeBob. Henda netkirkjan er bygd á væl umtókta tøknirøðina SpongeBob. Á heimasíðuni verður ein boðin vælkomin til ein kirkjuheim undir vatni, har Bob (myndin) altso vísir vegin til eitt eydnuríkt lív. Jesus segði: „Ríki mítt er ikki av hesum heimi“ Jóhannesar evangeliið 18.36 Guðs ríki er ein veruleiki mitt í hesum heimi. Ódnirnar í tí hava verið harðar, og gjøldur hevur verið gjørdur burtur úr tí. Tað skuldi nokk kunnað leggjast í oyði! Tað hevur ikki verið spart við álopsvápnum. Kongurin í hesum ríki varð píndur á einum krossi. Børnini í hesum ríki vóru tveitt til síðis ella beind av vegnum. Lógirnar í hesum ríki vóru blástar langan veg, og skattirnir í hesum ríki høvdu ongan áhuga - Men tað løgna er hent; Ríkið varð standandi. Heimsins ríki vóru koyrd um koll. Stats- og samfelagsskip- anir broyttust, og kongaríki skulvu í grundini. Ofta var teska í ormagarði, at nú vóru eisini dagarnir hjá Guðs ríki taldir. Men áðrenn ein visti av, blómaði hetta ríki sum ein rósugarður á nýggjum støðum. TÍ RÍKI HANSARA ER IKKI AV HESUM HEIMI. - Heilt nýggjar kreftir standa tilreiðar í hesum ríki, kreftir, ið gera alt menniskjaligt skil til skammar og sum hótta allar spillandi kreftir. Ríki mítt er ikki av hesum heimi. Guðs vald er ævigt. Ongantíð fer tað til grundar, tað kann ikki „Ríki hansara kann aldri farast“, skrivar Dánjal profetur. Einki ættarlið man treingja meira til at hoyra hetta, enn okkara. Vit trúgva ikki tí, at menn- iskja kann endurreisa para- dísið á jørð. Vit vita, at øll ríki heimsins skulu fara til grundar. Og so venda vit eygum okkara móti honum, sum stendur andlit til andlits við umboðsmannin hjá jarðarinnar valdi, Pontius Pilatus. Til hansara leita vit, og so biðja vit: Komið ríki títt! Bara í ríki hansara er trygt at búgva. orðið Hesa vikuna: John S. Myllhamar Ársroknskapurin hjá Heimamissi- ónini fyri 2007 varð lagdur fram á Ársmøtinum í Havn seinasta vikuskifti. Hann vísti eitt lítið yvirskot Arbeiðið hjá Heimamissiónini er skipað í tvær deildir, og var úrslitið í báðum deildunum gott. Boðanardeildin hevði eitt lítið undirskot uppá 1.000 krónur, meðan Samskiftisdeildin hevði eitt yvirskot á 109.000 krónur. Samlaða útslitið fyri 2007 var sostatt eitt yvirskot á 108.600 krónur. Thomas Dam, formaður í Heimamissiónini, vísti á, at fleiri av starvsfólkum teirra eru væl kvalifiserað fólk, sum gott kundu fingið 10.000 meiri í løn, um tey fóru í eitt annað arbeiði. - Hesi fólkini geva tí nógv, við at vera í tænastu hjá Heima- missiónini, segði Thomas Dam. Eitt av teimum áhugaverdu tølunum í roknskapinum eru inntøkur frá søluni av Tórshavnar Sjómansheimi, sum gav eitt avlop á 14,9 mill kr. Hesin peningurin var býttur sundur í trý: 1,8 mió krónur at útgjalda lánið í Leguhúsinum í Nesvík, so at tað nú er skuldar- frítt. Størsti parturin av pengunum frá søluni av Tórshavnar sjó- mansheimi er avsett til útbygg- ing av Leguhúsinum í Nesvík, nevniliga 11 milliónir krónur, meðan seinasta 2,1 mió krónurnar vórðu avsettar til onnur endamál. Yvir 100.000 í yvirskoti Hevur arbeiðið at gera flogbreytir í Tanzania yvirhøvur nakað við missión at gera? Spyrt tú MAF-trúboðaran, Allan Conrad er svarið eitt greitt ja: - Vit ynskja at vísa kærleika og umsorgan til menniskju í andaligari og likamligari neyð, eisini í økjum har ringt er at sleppa til! Hóast danin Allan Conrad er komin nakað upp í árini, sæst tað ikki á nakran hátt aftur í ídni hansara fyri felagsskapin MAF - Mission Aviation Fellowship. Ein av høvuðsuppgávum hansara hevur verið at gera flogbreytir til flogførini hjá MAF ymsastaðni í Afrika. Á henda hátt skapar ein umstøður fyri, at trúboðarar, starvsfólk innan heilsu og sjúkraviðgerð kunnu koma bæði skjótt fram á rætta stað og røkka munandi longri út við tænastu síni. Við flogførum sínum kunnu tey vera á einum illa framkomandi staði - ella als ikki framkomandi staði!! - eftir t.d. einum hálvum tíma, meðan ein tilsvarandi ferð við bili hevði tikið 6-7 tímar hvønn vegin eftir vegum, sum neyvan kunnu kallast vegir! - Á henda hátt verður arbeiðið munandi effektivari, tí starvs- fólkini kunnu koma skjótt á staðið og heimaftur til aðrar uppgávur sama dag, greiðir Allan frá. Hann er í hesum døgum á vitjan í Føroyum, har hann í missiónshúsum og samkomu- húsum skal greiða frá arbeiðinum hjá MAF og gera virksemið hjá honum kend manna millum. Hesin felagsskapurin hevur føroyska deild, men er, sum Allan tekur til: "kendur kring allan heimin fyri at gera seg sjálvan alt ov lítið kendan!". Samantvinna trúgv og arbeiði MAF arbeiðir víða hvar, og hevur umleið 600 fólk knýtt at sær í 30 u-londum, 200 flogskiparar og 130 flogfør í virknari tænastu. Sjeynda hvønn minutt fer eitt MAF-flogfar á flog onkustaðni á knøttinum. Endamálið er at geva gleðiboð- skapinum veingir, við at víðka um arbeiðsøkini hjá kirkjunum og humaniterum felagsskapum, soleiðis at so mong menniskju sum gjørligt kunnu sleppa at hoyra gleðiboðskapin og annars fáa hjálp av ymiskum slagi í tøkum tíma. - Tí er tað ikki uttan orsøk at vit siga, at MAF flýgur fyri lívinum. Tað er Jesu Kristi kærleiki sum drívur okkum til hesa tænastuna. - Hann vísti fyrst sín kærleika ímóti okkum. Nú fáa vit møgu- leika at geva hann víðari til onnur. Okkara hægsta ynski er at geva gleðiboðskapinum veingir, slær Allan Conrad fast og vísir til búmerkið hjá felagsskapinum: Ein opin Bíblia millum veingirnar á einum flogfari. Allan er sjálvur í starvi inn- an tað, tey nevna "Airstrip Developer", men kristnu trúnna goymir hann ikki burtur, tá hann er til arbeiðis. - Tá flogbreytin er liðug og tikin í nýtslu, fær bygdin eisini vitjan av einum evangelisti. Sjálvur royni eg at samantvinna arbeiðið við flogbreytini við tað, sum eg føli meg mest kallaðan til: At boða teimum tann kristna boðskapin, sigur Allan avgjørdur. Flúgva fyri lívinum - Eg royni at samantvinna arbeiðið við flogbreytini við tað, sum eg føli meg mest kallaðan til: At boða teimum tann kristna boðskapin, sigur MAF- trúboðarin, Allan Conrad