Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-14, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 71 - 14. apríl 2008 37 lýsingar Heygsvegur 30 P.O. Boks 197 FO-110 Tórshavn Tlf. 31 69 10 Fax 31 81 19 TRIV SP/F Starvsfólk til TRIV Til verkstað okkara sóknast vit eftir starvsfólki til umvæling av traktorum, sláimaskinum og øðrum landbúnaðarmaskinum. Tað er sjálvandi ein fyrimunur, um tú ert t.d. landbrúksmekanikari, maskinsmiðjur e.l., men hevur tú fingið tín lærdóm av egnum royndum, so ert tú vælkomin at søkja, tí vit vilja fyrst og fremst hava fólk við røttu evnunum. Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum ella send okkum nøkur orð um teg sjálvan. Søkt verður eftir fólki til Skúlaheimið í Marknagili Arbeiðið á Skúlaheiminum fevnir um reingerð 15 tímar um vikuna og køksarbeiðið 9 tímar um vikuna. Tann, ið settur verður í starv, skal eisini virka sum avloysari í sambandi við reingerð í skúlanum í Smiðjugerði Løn samb. sáttmála við HAK. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Reynhold Madsen, kokk. Starvið skal setast sum skjótast. Umsóknin skal sendast Skúlaheiminum í seinasta lagi 17. apríl 2008. Skúlaheimið í Marknagili Marknagilsvegur 75 · Postsmoga 3239 FO – 110 Tórshavn · Telefon 308060 Telefaks 308051       Aðalfundur í felagnum Blóðgeva verður leygardagin 19. apríl 2008 kl. 14.00 í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Skrá smb. lógum felagsins. Eftir fundin undirhalda Ria og Súsanna. Allir blóðgevar eru vælkomnir. Felagið Blóðgevi Farloyvisfólk til Radiohandilin Vegna farloyvi søkja vit eftir einum røskum og álítandi fólki til handilin í Niels Finsens gøtu í Havn frá 1. mai 2008 til 1. juli 2009. Arbeiðið í Radiohandlinum fevnir um kundarøkt, at selja radio, sjónvarp, parabolar og annars alt, sum er at fáa í okkara handli. Tú skalt kunna seta tól upp og seta tey til úti hjá kundum. Tú skalt hava koyrikort, og tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ein fyrimunur, at tú veit nakað um elek- tronisk tól, men tú kanst annars læra tað her. Hevur tú hug at arbeiða hjá okkum, so lat okkum hoyra frá tær. Ring 318277 og spyr eftir Pola ella Echardt. Lærlingur til radioverkstað Vit hava eitt pláss til tín, sum hevur hug at læra til radiomekanikara. Tú byrjar tann. 4. august í 2008. Tú lærir millum annað at umvæla sjónvarp og radio og elektronisk tól og at seta parabolar og antennur upp, og arbeiðið fevnir eisini um vanligt samskifti við kundar og at avgreiða teir. Lærutíðin er 4 ár. Tó kann hon styttast, um tú hevur SIT-prógv, tí so ber til at søkja um at fáa læru- og skúlatíð styttað. Tú fert í tekniskan skúla í Danmark. Kundi tú hugsað tær at roynt, so send okkum tína umsókn saman við prógvum og viðmælum áðrenn 1. juli 2008. Vilt tú vita meira um læruplássið, so ring 318277 og spyr eftir Pola ella Echardt Lesið Sosialin - so eru tit við