Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 72 - 15. apríl 2008 Ferðsluóhapp Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Boðini komu inn klokkan 01:15 sunnumorgun, og skelkaðu fráboðararnir greiddu frá, at bilur var farin útav Nesvegnum, ið er vegteinurin, innan ein kemur til Vágs. Fráboð­ ararnir mettu tað síggja so álvarsligt út, at teir tordu ikki at fara oman í bøin at vita nærri, men bíðaðu, til løgreglan kom á staðið. Staðfest var tó skjótt, at bilførarin var farin av staðnum og ongin var í bilinum. Bilurin er komin úr Vági og hevur á leiðini av vegnum antin brotið ella tikið við sær 9 pelar til bilverju. Tískil verður mett, at bilurin hevur havt nógva ferð. Bilurin er endaður á tekjuni, og liggur langt niðri í bønum. Var hann farin longur, kundi hann farið í havið. Løgreglan metir, at førarin – hóast alt ­ hevur verið heppin, tí pelarnir hava tikið nakað av ferðini, og harvið av brestinum, tá bilurin fór útav. Harafturat var flóð, so um hann fór í havið, kundi verið galin endi. Løgreglan visti hvør átti bilin, og fór heim til hús til bilføraran, har mett var neyðugt at taka blóðroynd av manninum, ið annars ikki fekk skaða av óhappinum. Annars var friðarligt í Suðuroynni um vikuskiftið, sigur løgreglan, men tó so; leygarmorgunin klokkan 05:40 var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning á Tvøroyri. Viðkomandi hevði ikki tikið koyrikort. Bilur útav Nesvegnum Føroyingar og útlend­ingar hava latið sera forkunnugt og virðismikið filmstilfar inn til filmsverkætlanina "Føroyskar Søgur" FilmstilFar Tíðindaskriv Tríggir innsavningardagar í Føroyum góvu Una L. Hansen frá Substanz Nor­ disk Film umleið 50 tímar av filmi. Tann áhugaverdasti parturin skal við í tað, sum spyrst burtur úr filmsverk­ ætlanini "Føroyskar Søgur" ­ Ongantíð áður hava vit fingið so nógv og gott tilfar inn til eina einstaka verk­ ætlan. Tað sigur Troels Uhrbrand Rasmussen, stjóri í Substanz Nordisk Film, sum stendur fyri filmsverkætlanini "Før­ oyskar Søgur". ­ Ongantíð hava vit fingið so nógvar filmar inn ­ held­ ur ikki í øðrum skandinav­ iskum londum, har vit hava lýst í landsfevnandi sjón­ varpi eftir filmsupptøkum. Og so merkja vit á fólki, at tey kenna verkætlanina og vita, at ein útgáva er ávegis, sigur Troels Uhrbrand Rasmussen. Fólkslig søguverk­ ætlan á filmi Talan er um eina stóra fólksliga søguverkætlan, sum skal lýsa seinastu 100 árini í Føroyum gjøgnum gerandisupplivingar hjá bæði høgum og lágum ­ á filmi. Seinastu vikurnar hava grunnurin aftan fyri Eik Banka, Eik Grunnurin, og framleiðslufelagið Substanz Nordisk Film savnað inn filmsupptøkur til verkætl­ anina, ið hevur til endamáls at geva út eina DVD­fløgu við forkunnugum søgunum og føroyingar. Sera væl hevur gingist, og ikki færri enn tríggjar ferðir hevur Atlantic Air­ ways við stórari vælvild tryggjað, at virðismiklu filmsupptøkurnar eru kom­ nar væl og virðiliga upp á pláss í Keypmannahavn. Har hyggja filmskøn at tilfarinum og meta um tað. 50 tímar komu inn í farnu viku Umframt hin filmsáhugaða Birgir Kruse hevur Uni L. Hansen, ið arbeiðir saman við Substanz Nordisk Film, verið kring um í Føroyum eftir forkunnugum filmi hjá ymsum í Føroyum. Uni L. Hansen hevur júst verið í Føroyum í júst hesum ørindum, og tá hann fór av landinum aftur tann 11. apríl, hevði hann savnað inn tilsamans umleið 50 tímar av filmi. ­ Ferðin í Føroyum tók tríggjar dagar. Tá liðugt var, hevði eg átta fullar films­ taskur, og eg rokni við, at fleiri sannar perlur eru innkomnar, sigur Uni L. Hansen. M. a. hevur Jákup Andrias Arge latið hópin av sera áhugaverdum upptøkum, ið eru gjørdar í 1950­árunum og frameftir. Fotografurin hevur klipt saman veruligar filmar um ymiskt í Føroyum. Filmsupptøkur frá Julius Høgnesen, sála, úr Oyndar­ firði eru eisini fingnar við. Hann royndi seg við filmstólinum so tíðliga sum í 1930­árunum. Eisini Heini Olsen hevur latið Substanz upptøkur frá sínum drúgva arbeiði sum verkfrøðingur í Føroyum og uttanlands. Mangla upptøkur frá krígnum Danski fotografurin Erik Knudsen hevur gjørt nakrar av teimum mest forkunnugu filmsupptøkunum, ið higartil eru komnar inn og gjøgnumhugdar. Talan er um sera góðar upptøkur í litum. Fotografurin var í 1949 umborð á føroyska hvala­ stingaranum Heyki, sum veiddi stórhval. Øll veiðu­ gongdin er lýst sera væl. Eisini hevur Klaksvíkar Kommuna latið Substans Nordisk Film nakrar sera forkunnugar upptøkur, ið stava frá umleið 1942 og fram. Í upptøkunum er ymiskt úr Klaksvík frá stríðsárunum. ­ Krígsárini eru tó eitt tíðarskeið, sum vit mangla at fáa við í Føroyskar Søgur. Tí heita vit á fólk, sum hava ella vita um fim frá krígnum, um at seta seg í samband við okkum, sigur Uni L. Hansen. Elstu filmsklippini, ið higartil eru komin til "Føroyskar Søgur", eru frá 1907, tá Fríðrikkur 8., kongur, vitjaði í Føroyum. Løgreglan metir, at førarin – hóast alt - hevur verið heppin, tí pelarnir hava tikið nakað av ferðini, og harvið av brestinum, tá bilurin fór útav. Harafturat var flóð, so um hann fór í havið, kundi verið galin endi Mynd; D. Olsen Fantastiska góðir filmar Fram til 28. apríl 2008 kanst tú seta pening inn á tvær nýggjar uppsparingarkontur: Partabræva­ konta og Gjaldoyrakonta. Her eru fyrimunirnir: • Trygg og øðrvísi uppsparing • Møguleiki fyri hægri rentu • Ongin kostnaður Les meira um uppsparingarkontur­ nar og hygg at einum nýggjum webcasti á heimasíðu okkara. Kom inn í Eik ella ring 348000 og hoyr nærri um uppsparingar­ konturnar. Trygg uppsparing og hægri renta www.eik.fo Náttina til mánad­agin, klokkan 01.15, fekk løgreglan í Suðuroynni boð um, at ein bilur var farin útav Nesvegnum í Suðuroy. Løgregla, sjúkrabilur og kommunulækni fingu boð í stund­ini Uni L. Hansen arbeiðir við at savna filmstilfar úr Føroyum til verkætlanina Føroyskar Søgur