mikudagur 16. apríl 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 73 - 16. apríl 2008
Japanska Suzuki
verksmiðjan er ein
av heimsins størstu
motorsúkkluverk
smiðjum við
einum stórum
programmi
við nógvum
ymiskum motor
súkklum.
Ein av nýggjheitum
frá Suzuki er B-King,
sum
er
ein
tekniskt
framkomin
súkkla
við
rættiliga
sermerktum
designi.
Ein
sonevnd
»nakedbike«.
Hendan Suzuki B-King
varð fyrstu ferð sýnd fram
sum »showbike« á Tokyo
Motor Show í 2001 og er
nú komin á marknaðin.
Suzuki B-King hevur 4
syl. vatnkøldan motor við
1.340 kubikkum og 184 hk
við 9.500 snún/min. Botn-
trekkið er 146 Nm við
7.200 snún/min. B-King
hevur 6-gir og verður rokn-
að sum ein kvik og heldur
ógvuslig súkkla við ríkiligt
av kraft og serliga sportlig-
um koyrieginleikum.
Tað er MC-Sølan á Norð-
asta Horni í Havn, sum
umboðar Suzuki motorsúkk-
lurnar.
Á heimasíðuni: www.
mc-solan.fo eru upplýsingar
um úrvalið av t.d. motor-
súkklum og skutarum og
hópin av leikjum til aðrar
MC-síður.
Suzuki B-King kostar
151,700 krónur.
mg
Tá Jógvan Páll Johannesen
í Vestmanna, í september í
1996, keypti ein nýggjan
Peugeot 106 diesel fyri
119.000 krónur, roknaði
hann ikki við, at hann kundi
koyra 363.000 kilometrar
við einum so bíligum bili.
Trúliga hevur hann koyrt
ímillumVestmanna
og
Havnina hesi árini.
Jógvan Páll hevur, stórt
sæð, koyrt allar kilometrar-
nar sjálvur. Bilurin hevur
verið sera økonomiskur øll
árini, hann koyrir góðar 20
km/l.
Bilurin hevur skift kam-
reim á motorinum tríggjar
ferðir, hann hevur fyri kort-
um skift akkumulatorin fyri
fyrstu ferð, og koblingin er
ongantíð skift. Bilurin koyr-
ir fínt enn. Jógvan Páll hev-
ur nú keypt sær ein nýggjan
Peugeot. Hesaferð ein 206
Hdi.
mg
Bridgestone Danmark A/S
hevur kosið Fríðrik Blá-
hamar, stjóra á Super Dekk
í Havn, sum »Årets Samu-
rai« fyri sítt arbeiði fyri at
menna First Stop dekk-ket-
una í Føroyum
Undir eini móttøku fyri
yvir hundrað First Stop
umboðum í Danmark, varð
Fríðrikur Bláhamar, stjóri á
Super Dekk, kosin ȁrets
Samurai« fyri sítt arbeiði
fyri at menna og marknaðar-
føra First Stop dekk-ketuna
í Føroyum.
»Årets Samurai« er ein
útnevning sum Bridgestone
Danmark A/S á hvørjum ári
geva einum av teirra First
Stop umboðum. Heiðurin
fer til ein persón, sum hevur
gjørt nakað serstakt fyri Fir-
st Stop dekk-ketuna.
Super Dekk er sjálvstøð-
ugur partur av stóra sam-
takinum First Stop, sum tel-
ur yvir 1600 dekk- og bil-
lutahandlar í øllum Evropa.
First Stop er eitt partnara-
skapssamtak, ið umfatar
sjálvstøðugar
dekksølur,
sum bjóða tænastu á sera
høgum støði.
Samurai er japanskt og
merkir: Maður í japanska
hermanna-aðalinum,
sum
var í tænastu hjá stórmanni.
»Årets Samurai« fekk m.a.
diplom og ein serligan Ferr-
ari jakka.
mg
Suzuki B-King
Suzuki B-King hevur 4 syl. vatnkøldan motor
við 1.340 kubikkum og 184 hk
Smart instrumentborð við
LED bensin- og hitamátarum
Koyrt 363 túsund við Peugeot
Jógvan Páll
Johannesen (v.m.)
fær her handaðan
ein nýggjan
Pougeot 206 frá
Páll Danielsen,
sølumanni hjá Auto
Service. Gamli
grøni Peugeot 106
(NU 172) og tann
nýggi silvurgrái
Peugeot 206 Hdi.
Fríðrikur er ársins Samurai
Fríðrikur Bláhamar, stjóri
á Super Dekk, er kosin
»Årets Samurai«
bilar
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar