hósdagur 17. apríl 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 74 - 17. apríl 2008
tíðindi
Fólkaheilsuráðið
skipar fyri átaki,
sum skal geva
íblástur til góðar
matpakkar til
børnini. Eisini mælir
ráðið til at banna
góðgæti og sodavatn
í skúlunum
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Matpakkin skal enda í
búkinum og ikki í rusk
ílatinum, tí maturin, sum
verður etin á middegi,
umboðar ein fjórðing av
dagskostinum hjá einum
barni. Men viðhvørt kann
vera torført at fáa hugskot
til ein heilsugóðan mat
pakka, sum børnini eisini
skoyta um. Tí er Fólka
heilsuráðið,
fyrrverandi
Fyribyrgingarráðið,
farið
undir eitt átak, sum skal
eggja til góðar kostvanar og
geva íblástur til heilsugóðar
matpakkar. Tað eru tær
báðar,
Bente
Kjær
og
Hannilena Jacobsen, sum
hava ment hugskotini til
matpakkarnar og savnað
teir í einum lítlum lumma
faldara. Eisini hava tær
vitjað skúlar norðanfyri við
boðskapinum. Aðrir skúlar
kunnu eisini fáa tær út og
forklára um heilsugóðan
kost
og
matpakkar
til
foreldratiltøk.
Takið børnini við
Okkara tilráðing er, at
foreldrini tosa við børnini
um, hvussu ein góður
matpakki er, og taka tey við
í tilgongdina; bæði at keypa
inn og at smyrja, sigur
Bente Kjær. Hon vísir eisini
á, at eitt gott amboð er at
leggja
matpakkarnar
til
rættis eina viku í senn, so
teir verða fjølbroyttir og
freistandi hvønn dag. Til
dømis ber til at taka
bóklingin við teimum tíggju
uppskotunum við til handils
og keypa alt inn í senn.
Í bóklinginum eru fleiri
uppskriftir við bollum við
onkrum
ímillum.
Bente
Kjær greiðir frá, at bollarnir
eru úr grovum tilfari, og at
føðsluvirðið í teimum 10
uppskriftunum
tilsamans
dekka tørvin í tvær gerand
isvikur. Sostatt er ætlanin
ikki, at fólk skulu brúka
uppskriftina við sjokoláta
viðskera ella súrepladjúsi
hvønn dag.
Tað ger ongan skaða um
tú etur sjokolátaviðskera
einaferð um vikuna um
restin er góður kostur.
Eiheldur skaðar hvítt breyð,
um tað bara er viðhvørt,
sigur hon.
Bannið góðgæti
Fólkaheilsuráðið
mælir
annars staðiliga skúlunum
til at orða ein felags
kostpolitikk, sum fevnir um
allan skúlan. Hetta kundi
eitt nú verið, at matar
steðgurin fer fram í hugna
ligum umhvørvi, og ikki í
skúlastovuni.
Eisini áttu skúlarnir at
bannað øll slag av góðgæti,
saft og sodavatn. Hetta eru
vørur, sum onki gott hava
við sær. Tvørturímóti er tað
sum at blaka bensin á eitt
bál, at geva børnum sukur,
feitt og útílatingarevni: Tey
blussa upp, men kódna
skjótt aftur; gerast ófriðarlig
so tey fáa ikki hugsavnað
seg. Aftaná dovna tey skjótt
burtur aftur, sigur Bente
Kjær. Við einum felags
kostpolitikki verða foreldr
ini heldur ikki foy, tá barnið
biður um at fáa okkurt
ósunt við í skúla.
Tá lógin er líka fyri øll
verður tað bæði lættari hjá
foreldrum,
lærarum
og
børnum, sigur Bente Kjær.
Sjálvandi skerpikjøt
Bente Kjær harmast annars
um, at grein í Dimmalætting
gav ta fatan, at tær mæla frá
at geva børnunum fiska
frikadellur og skerpikjøt
við í matpakkan, tí tað
luktar.
Hetta hava vit ongantíð
sagt. Harafturímóti mæla
vit júst til bæði fiska
frikadellur og skerpikjøt í
bóklinginum, sigur hon.
Góðir matpakkar til øll børn
Fólkaheilsuráðið hevur
framleitt ein lítlan
faldara við 10 leskiligum
uppskriftum og eina
litfagra plakat. Eisini
bjóðar ráðið sær til at vitja
skúlar til foreldrafundir,
har greitt verður frá um
kostvanar og matpakkar
Kia Motors hevur bygt sína egnu bilverksmiðju í
Evropa og floymir nú yvir evropeiska marknaðin við
rúkandi ferð. Talan er um eina bilverksmiðju, sum
hevur stórar ætlanir í Evropa. Verksmiðjan er ein
tann mest framkomna í øllum heiminum, og í 2007
tóku teir allan bilaídnaðin á bóli við at geva heilt upp
til 7-ára garanti upp á sínar bilar. Málsetningurin hjá
Kia Motors er heilt greiður. Teir skulu verða millum
heimsins størstu bilframleiðararnar.
Berg Motors Sp/F · Staravegur 1-3 · FO-110 Tórshavn · tel 31 35 35 · www.bergmotors.fo
KIA Picanto
Tann higartil minsti
frá Kia á føroyska
marknaðinum. Lítil,
men rúmligur og avbera
vælútgjørdur. Hetta er
stóri orkuspararin, sum
koyrir langt uppá liturin
og við t.d. ESP sum
standard er hann ein av
tryggastu bilum í sínum
flokki. Hetta er t.d.
mest seldi Kia bilurin
í Englandi. Í Føroyum
fæst hann við tveimum
smáum bensinmotorum
við 1000 ella 1100
cc, ella við einum 1.1
diesel.
úr kr. 124.800
Kia – millum heimsins fremstu bilaframleiðarar
Kia Rio úr kr. 159.800
Kia Magentis úr kr. 224.800
Kia Rio úr kr. 256.800
Kia Ceed úr kr. 184.800
Kia Sportage úr kr. 270.800
Kia Sorento úr kr. 375.800