hósdagur 17. apríl 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 74 - 17. apríl 2008
Tann 18. apríl
verður ein kendur
havnarmaður 75 ár.
Hetta er Valdemar
Lützen kendur frá
handlinum við sama
navni
Tað kann sigast, at Valdemar
er av góðum bergi brotin.
Millum hansara ættarfedrar
eru tveir av okkara kendastu
tilflytarum í 19. øld, nevni
liga Andreas C. Lützen og
Martin C. Restorff, sum í
so stóran mun hava merkt
handilslívið í Havn og
Føroyum.
Børnini hjá teimum báð
um, Henrietta Restorff og
Jacob Lützen, giftust og
fingu nógv børn. Eitt av
teimum var Valdemar Lüt
zen.
Hetta kann vera eitt gott
høvi, at greiða eitt sindur
frá virkseminum hjá Valde
mar Lützen.
Jacob Lützen fór undir
konservesvirksemi í gomlu
fabrikkini hjá Østrøm. Son
urin Valdemar var í Bergen
fyri at seta seg inn í konser
vesframleiðslu, og tað var
hann, sum kom at standa
fyri hesum. Men aftaná
fyrra veraldarbardaga, var
ein støðgur. Tá legði Dan
mark toll á konserves.
Seinni kom gongd á aftur og
arbeitt varð við bæði lunda
og
lomvigabringum
og
eisini haru í dós. Tað er
imponerandi at síggja tær
flottu etikettir, sum vórðu
settar á dósirnar. Og væl var
vøran umtókt. Í 1908 fekk
hon virðisløn og diplom á
stórari framsýning í Århus.
Á fabrikkini vóru maskin
ur til at gera blikkini. Fabr
ikkin gekk fram til 1939, tá
umstøðurnar undir krígnum
gjørdu tað ómøguligt at
halda áfram.
Valdemar byrjar
á jólum 1904
Í 1904 søkir Valdemar um at
fáa handilsloyvi. Jólaaftan
sama ár byrjar hann at selja
millum annað „kul, koks og
brænde samt byggemateri
aler“. Hann fær sáttmála at
lata vørur til Færøernes Fyr
væsen og donsku sjóverjuna.
Hann keypti skonnartina
Olaus, sum var komin inn á
Skálafjørðin fullfermd við
koli. Men skipið hevði eis
ini leka. Valdemar leigar eitt
øki inni á Strondum, og
hann nýtir Olaus sum hulk.
Tað er frá hesum, at staðar
navnið Hulkur stavar. Í 1934
byggir hann oljutanga á
Hulki, og her selur hann kol
og olju til skipini. Hetta virk
semi hevur hann til seinni
heimsbardagi brestir á.
Valdemar var yvirhøvur
væl lýddur sum ein góður
arbeiðsgevari. Á Strondum
varð hann kendur fyri at
gjalda lønina í hondina.
Hetta var ikki nøkur sjálv
fylgja á bygd tá í tíðini.
Valdemar hevði sera fjøl
broytt virksemi. Í 1930 varð
sandbáturin Slúkur keyptur,
og Valdemar og Niels í
Heiðunum seldu sand sam
an. Valdemar fekk sær
eisini roykivirki, har teir
royktu sild og áll.
Eisini átti hann skip.
Fyrst Forældres Minde og
síðan Syv Søstre, uppkallað
eftir hansara sjey systrum.
Valdemar var eisini ein
av undangongumonnum í
mjólkaforsýningini í 1908,
sum vit hava greitt frá í eini
Miðviku herfyri. Hetta var
stórt frambrot tá í tíðini.
Hann var eisini í mong ár
umboð fyri eitt enskt trygg
ingarfelag, har stórur partur
av føroyskum sethúsum
vórðu tryggjað.
Valdemar hevði eisini um
sorgan fyri okkara sjófólki,
og hann var ein av oddamonn
unum, tá ið sjómansheimið í
Havn varð bygt.
Hann var eisini oddamað
ur hjá arbeiðsgevarum, tá
ið arbeiðararørslan tók seg
upp og var við til at gera
fyrsta sáttmálan við Havnar
Arbeiðsmannafelag í 1916.
Hetta varð gjørt uttan verk
fall.
Hann var eisini kirkjuverji
og var kendur fyri sítt sosi
ala medvit. Hann lívgaði
hjá mongum, sum vóru illa
fyri.
Skeiva pakkhús
Í 1928 lat Valdemar Skeiva
pakkhús
byggja.
Grót
arbeiðið við Skeivapakkhús
stóð skrivarin Jens Jensen
fyri saman við Essa á Kirkju
veg. Valdemar fekk gjørt
eina lítla smiðju uppi á
Høgukaj skamt frá trappuni
niður á Lágukaj. Timbur
arbeiðið høvdu Frants & Óli
Mortensen
av
Argjum.
Valdemar kravdi at eitt stórt
hurðahol bleiv gjørt í kjall
aranum á suðursíðuni, men
skrivarin noktaði. Valdemar
fekk hann at gera tað við at
taka skyldina á seg. Skrivarin
segði tað var óðamannaverk.
Hurðaholið bleiv so múrað
til, men fleiri ár seinri tikið
frá aftur, og hurð sett í, so teir
stóru lastbilarnir kundu fáast
innar. Sig so ikki at Valdemar
var
framsíggin!
Skeiva
pakkhús er í dag goymsla hjá
Lützens Timburhandil.
„Kul, koks og
brænde“
Valdemar Lützen handlaði
við byggitilfari og timbri.
Timbrinum gavst hann við
síðst í 1920unum. Men
byggitilfari, jarni, cementi,
múrsteinum og øðrum helt
hann fram við, og eisini kol
inum, koksinum og brennin
um. Í 1959 fór fyritøkan tó
aftur at selja timbur, og
hesin partur av virkseminum
verður nú rikin av Lütsens
Timburhandli.
Eina tíð keypti Valdemar
eisini torv úr Rituvík at
selja havnafólki. Í 1920
unum varð koyrt runt í býn
um við hestavogni við vøru.
Tá byrjaðu bilar at koma,
og so við og við keypti
Valdemar teir kendu gulu
lastbilarnar, sum høvdu nr.
16 og 32.
Í Vágsbotni móti Bryggju
bakka stóðu neyst og her lá
trægoymsluhús hjá Vágs
botnshandlinum. Í fyrru
helvt av 1920unum vóru
hesi hús tikin niður, og
betongbygningar stoyptir.
Valdemar Lützen átti tann
norðasta av teimum. Hann
hevði verið í Bergen, og
hann mælti til, at bygning
arnir fingu sama snið, sum
Hansabygningarnir á Tysker
bryggen í Bergen. Skriv
stovan hjá Valdemar Lützen
var øll árini úti í Fabrikkini
í Rættará, men tá ið bygn
ingurin á Bryggjubakka var
liðugur í 192324, var flutt
higar. Men so flutti hann
útaftur í mars 1940 í nýggja
skrivstovubygningin,
ið
bygdur bleiv sunnanfyri
Fabrikkina og yvir Rættará.
Konsul Mason hevði eisini
skrivstovu hjá teimum í
Rættará undir krígnum. Har
komu tí nógvar skipsmann
ingar at stempla passini hjá
Mason.
Eisini olja
Tað hevur helst verið í 1930
unum, at Valdemar Lützen
yvirtók DDPA agenturið.
Men tá ið kríggið brast á,
var eingin leverandørur úr
Danmark. Tá sendi Valdemar
eitt
telegramm
yvir
til
Rockerfeller í New York.
Hann svaraði aftur og spurdi
hvør handlaði við olju. Hann
fekk at vita, at tað var Shell
og DDPA. Ja, um vit kundu
vera samdir, var einki í
vegin. Eingin trygging var,
so Valdemar Lützen tók
ábyrgdina bæði fyri Shell og
DDPA.
Ein
oljubátur
Tuxhavn sigldi undir øllum
krígnum úr Onglandi við
petroleum, bensini og olju
til bæði Shell og DDPA.
Hetta oljuævintýrið endaði
í 1949, tá Esso sjálvt, seinni
Statoil, yvirtók oljuna.
Valdemar Lützen hevur
verið eitt gott arbeiðspláss,
har fólk hava støðast væl.
Hetta er framvegis galdandi.
Fleiri hava arbeitt her heilt
upp til 5060 ár.
Mogens setur við
Sonur Valdemar, Mogens,
tók yvir tá ið gamli Valde
mar fall frá. Mogens setti
so synirnar við, tá teir komu
til.
Valdemar fór fyrst í 1950
unum til Danmarkar, har
hann var í læru hjá fyritøk
uni Bjørns Efterfølgere í
Holbæk. Tað var her pápin
Mogens eisini var í læru í
sínum ungu døgum. Mog
ens ætlaði at vera longri,
men tá var kreppa í Føroy
um, og pápin bað hann
koma heim aftur.
Seinni fór Valdemar til
Onglands at læra meira
handilsskap og eisini enskt
mál. Her var hann hjá teirri
fyritøkuni, sum Valdemar
Lützen keypti kolið frá, og
sum var størstu kolaútskipari
í Bretlandi.
Í 1952 keypir Mogens
nakrar av bygninginum í
trotabúnum hjá Zacharias
Heinesen, sum var farin í
húsagang.
Her ger Mogens tann
handilin, sum í mong ár
myndaði Vágsbotn. Hetta
er bygningurin har Sosialur
in og Miðlahúsið halda til í
dag. Her kom Valdemar at
arbeiða, tá ið hann kom
heim aftur.
Nú er virksemið hjá
Valdemar Lützen samskipað
longri yviri á Skálatrøð, har
tað eisini byrjaði.
Umframt sítt handilsvirkið
hevur Valdemar havt fleiri
álitisstørv. Tað fremsta mann
vera starvið sum franskur
konsul, har hann tók við eftir
pápa sínum. Fyri hetta hevur
hann eisini fingið franskan
riddarakross. Eisini hevur
hann verið virkin í nevndini
fyri Keypmannafelagnum í
mong ár.
Fyri skjótt 50 árum síðani
giftist Valdemar var Nannu
Heinesen úr Klaksvík. Hon
er útbúgvin sjúkrasystir, men
síðan hon giftist, hevur hon
bert havt hendinga vaktir.
Tey eiga børnini Elin,
Haldis, Sunnuva, Valdemar
og Høgna, sum nú rekur
handilin á Skálatrøð. Høgni
eigur eisini ein Valdemar,
sum er tann fjórði Valdemar
Lützen, so tað er neyvan
vandi fyri at navnið verður
gloymt!
Nanna er friðarlig og
jarðbundin, og hon er eitt
álitisfólk. Valdemar tekur
tað neyvan illa upp um vit
siga, at uttan Nannu hevði
hann ikki verið sami maður.
Nú hevur Valdemar sum
so lagt frá sær. Menn hann
hevur síni ítriv. Hann spælir
billiard, er í klubbanum og
vitjar javnan undirhúsið í
Vágsbotni, har hann fær
sær ein sjavs saman við ein
um práti.
Hann og Nanna er eisini
flutt oman aftur í Rættará,
har tey bæði búgva í gomlu
húsunum hjá Valdemar, har
Mogens og Ellen búðu
aftaná hansara foreldur. Her
er eisini ein stórur havi, har
nóg mikið er at tríva í.
Tað kann verða nevnt, at
Mogens og Ellen náddu at
vera gift í 73 ár, og tað kann
ikki vera langt frá meti í Før
oyum. Mogens doyði í 2006.
Ellen býr á Lágargarði og
verður 99 ár fyrsta dagin.
Enn er hon bragdlig sum
altíð. Henni verður ynskt til
lukku við soninum. Hini
børnini hjá Mogens og Ellen
eru Kim, Anni, Eydna og
Herluf, sum doyði í 1987.
Valdemar
kennir
sum
rímiligt er nógv fólk. Hann
er eisini lættur at koma at
kenna so blídligur og fyri
komandi hann altíð er.
Ynskt verður honum og
eisini Nannu hjartaliga til
lukku
við
teimum
75
árunum.
ó.
Valdemar Lützen 75 ár
Valdemar og Nanna
Lützenmenninir vóru rættiligir framburðsmenn, sum fyri meira enn 100 árum síðani fóru
at framleiða konserves. Tað er imponerandi at síggja tær flottu etikettir, sum vórðu settar á
dósirnar. Etikettirnar eru í litum
nøvn