hósdagur 17. apríl 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 17. apríl 2008
29
Høvuðsarbeiðsøkið
Saman við einum vælvirkandi toymi og
starvsfeløgum við drúgvum roynd um fert tú
at vera við í arbeiði num at greina og raðfesta
krøvini til viðlíkahald og bygging av almenn-
um bygningum við atliti at funktio n ali teti,
estetikki og góðsku.
Harumframt skalt tú eisini taka lut í viðgerð
av øðrum málum, har bygg ing og bygningar,
landslag og form list eru partar av viðgerðini.
Rætta fólkinum kunnu vit bjóða spennandi og
áhugavert starv innan byggi ráð geving.
Førleikakrøv
Vit leita eftir fólki við útbúgving sum
arkitektur. Vit vilja røkka best møgu ligum
úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðs-
samur, dugnaligur og væl skipaður.
Vit leggja stóran dent á góðar persón ligar
eginleikar, at tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert ein
arbeiðsglaður viðleikari við góðum sam-
starvs evnum og gevur títt íkast til menn ing av
arbeiðsplássinum.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarð-
andi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing
(cv) verður at senda til lv@lv.fo ella:
Landsverk,
Postboks 78
110 Tórshavn
og skal vera okkum í hendi í sein asta lagi 28.
apríl. Merk umsókn ina „Umsókn til byg ninga-
deildina“ og viðmerk í umsóknini, hvar tú
hevur sæð starvslýsingina. Allar um sóknir
verða viðgjørdar í trúnaði.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við
at venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra, á
fartel. 540 801 ella ob@lv.fo
STARVSLÝSING
Arkitektur til Landsverk
Hevur tú hug at starvast í eini deild í stórari menning, og hevur tú áhuga fyri landsins byggilist, so kunnu vit bjóða tær øðrvísi royndir í einum
spennandi og avbjóðandi starvi á bygningadeildini hjá Landsverki.
Vit leita eftir einum virkisfýsnum og skapandi persóni við byggikønari bakgrund at byrja hjá okkum skjótast til ber.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur.
Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallarmál, herundir tyrlupallar.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur.
Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallarmál, herundir tyrlupallar.
Starvsfólkaleiðari
Av tí at verandi starvsfólkaleiðari fer í annað starv, verður
við hesum søkt eftir nýggjum starvsfólkaleiðara at seta sum
skjótast. Rætta fólkinum kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi og
áhugavert starv.
Arbeiðsøki
Uppgávan er at leiða og standa fyri starvsfólkadeildini og
áhaldandi menna starvsfólkaøkið hjá Landsverki. Tað er
somuleiðis uppgávan at syrgja fyri, at vit hjá Landsverki
altíð hava nøktandi HR og KT-amboð.
Starvsfólkadeildin tekur sær av bæði starvsfólkarøkt og
umsiting, herundir øllum tí, sum hevur við setanarviðurskifti
at gera, starvsfólkamenning, skrivstovuumsiting, frítíð,
arbeiðstíð og lønarviðurskifti. Í hesum sambandi er tað
eisini ein uppgáva at gera yvirskipaðar mannagongdir og
reglur. Tú verður partur av leiðslubólkinum, har tíni
sjónarmið kunnu gera seg galdandi.
Førleikakrøv
Sóknast verður eftir fólki við viðkomandi hægri útbúgving
og helst við leiðsluroyndum. Stórur dentur verður lagdur á
góðar persónligar eginleikar, og vit rokna við, at viðkomandi
hevur góð samstarvsevni, er førur fyri at eggja øðrum til og
at ganga undan, er miðvísur, arbeiðir skipað og kann geva
sítt íkast til at menna arbeiðsplássið.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) skal vera skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 25. apríl 2008.
Merkið brævbjálvan „Starvsfólkaleiðari“. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Oyvindi Brimnes, stjóra, á 540 801 ella ob@lv.fo.