Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 17. apríl 2008 33 TILBÚGVINGARSTOVNURIN www.fisk.fo Tilbúgvingarstovnurin fevnir um Sjóbjargingarstøðina (MRCC-Tórshavn), Neyð- og Trygdartænastuna, Tilbúgvingarsamskipanina og Brunaumsjón Landsins. Í løtuni starvast tilsamans 21 fólk á stovninum. STJÓRI TIL TILBÚGVINGARSTOVN FØROYA Stjórin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at tilbúgving- arøkið undir Fiskimálaráðnum, og samskipanin hesum viðvíkjandi, virkar á ein tryggan hátt. Høvuðsuppgávur Leiða og samskipa arbeiðið á Tilbúgvingarstovninum, herundir tat samskipa og greina raðfestingar og verkætlanir og gera meginsetningar millum starvsøkini undir brunaumsjónini, sjóbjargingarstøðini (MRCC) og onnur tilbúgvingarøki tat seta í verk tilbúgvingarlig menningartiltøk, eitt nú skipaða førleikamenning fyri útinnandi partarnar í tilbúgvingini, í samstarvi við brunaumsjónina og sjóbjargingarstøðina tat umsita játtanir mótvegis miðfyrisitingini tat evna til uppskot til lógir og kunngerðir innan tilbúgvingarøkið tat veita Fiskimálaráðnum ráðgeving í tilbúgvingarmálum tat samstarva um tvørgangandi uppgávur í Fiskimálaráðnum Almenn førleikakrøv tÚtbúgving frá lærdum háskúla ella útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við hetta tViðkomandi leiðsluroyndir tStarvsroyndir ella kunnleika til tilbúgvingarøkið tGóð evni at samskifta, bæði munnliga og skrivliga, á føroysum, donskum og enskum máli tGóð samstarvsevni og evni at fyriskipa tGóðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt Setanarviðurskifti Starvið verður lønt ájavnt 37. lønarflokk hjá Tænastu- mannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Starvsheitið er stjóri og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til aðalstjóran í Fiskimálaráðnum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin verður Tilbúgvingarstovnur Føroya. Umsóknir Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli skulu sendast Fiskimálaráðnum, Rógva Reinert, aðalstjóra, Postboks 347, 110 Tórshavn, í seinasta lagi 1. mai 2008. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rógva Reinert, aðalstjóra, á tel. 353030. atlantic.fo Starvsfólk til søludeildina Tel 34 10 00 · Faks 34 10 01 Søkt verður eftir fólki til søludeildina hjá Atlantic Airways á fl ogvøllinum. Arbeiðið fevnir m.a. um: • bílegging av ferðaseðlum og pakkatúrum • telefontænasta/vegleiðing • help-desk tænastur • leiðbeining í sambandi við netbókingar Førleikakrøv: Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur • útbúgving ella royndir innan skrivstovuyrkið • hevur kunnleika til bókingarskipanir og ferðaseðlasølu • dugir at arbeiða við teldu • hevur evni at samstarva og er ágrýtin • kann arbeiða sjálvstøðugt • kann arbeiða undir trýsti Vit bjóða eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum og møguleika fyri fakligari og persónligari menning í einum góðum og dynamiskum umhvørvi. Skrivlig umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal vera okkum í hendi seinasta lagi 30 apríl 2008. Nærri upplýsingar kunnu fáast um starvið hjá Heidi Askham (Sølu deildin), tlf. 34 10 10, heidia@atlantic.fo Umsókn skal sendast til: Atlantic Airways, Starvsfólkadeildin (Human Resources), Att.: Georg Suðurgarð Vága fl oghavn, 380 Sørvágur, ella til georg@atlantic.fo. Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at fokus altíð er á trygd, stundvísi, kundan og úrslitið. Umleið 250 fólk starvast í føroyska tjóðarfl ogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2007 var 539 milliónir krónur. Atlantic Airways hevur sjey fl ogfør og fýra tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og grannalondunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi, Noregi og Svøríki. Harumframt er virksemið víðfevnt í øðrum londum við leigufl ogførum, og umleið helvtin av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasamband til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore fl úgving í Norðurhøvum. sansir.fo