Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 74 - 17. apríl 2008 lýsingar Pedagogar Vøggustovan á Konmansmýru søkir eftir 2 peda- gogum at starvast 30 tímar um vikuna. Størvini verða sett 15.05.2008 og 01.07.2008 (ella eftir avtalu) Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Vøggustovan er ein sjálvsognarstovnur við 35 børnum í aldrinum 1 til 3 ár. Vit hava 3 stovur og 4 starvsfólk á hvørjari stovu. Krøvini til tín eru: • At tu ert fyrikomandi og erligur. • At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og ábyrgdarfult í samráð við børn og starvsfelagar. • At tú heldur at arbeiði í einari vøggustovu er spennandi og avbjóðandi. • At tú dugir at síggja avbjóðingar fram um avmarkingar. • At tú ert nærverandi og dugir at lurta. • At tú raðfestir foreldrasamstarv høgt. • At tú vil verða við til at menna stovnin og arbeiða við tí vit seta okkum sum mál. Vit bjóða eitt áhugavert og spennandi starv, har tú sleppur at verða við til at mynda títt dagliga arbeiði og gerandisdagin hjá børnunum. Vit liggja í einum náttúruríkum umhvørvi tætt við Hoyvíkstjørn og við øllum sniggøtunum á Konmansmýru. Meira fæst at vita hjá leiðaranum Katrin Bjarna- dóttir á tlf 215458 ella hjá álitisfólkinum Jóhanna Laksá tlf 313131 Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi seinast 01.05.2008. Um ongin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Vøggustovan á Konmansmýru Hoyvíksvegur 41 B FO – 100 Tórshavn Deild A Kirurgisk songjardeild Sjúkrarøktarfrøðingur Søkt verður eftir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøð- ing í farloyvi at arbeiða 0,7 tíð í skiftandi vaktum frá 15.05.08-31.10.08 ella eftir nærri avtalu. Førleikakrøv: • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • Fakligan áhuga og royndir innan kirurgiska økið • Góð samstarvsevnir Lønar-og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Nærri fæst at vita um starvið frá: Annu Løwe Sørensen, deildarsjúkrarøktar- frøðingur deild A, tlf. 454545 lokal 511, ella Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu, lokal 106. Umsókn, saman við avriti av prógvi og autorisa- tion, verður at senda til: Umsjónarmannin, Klaksvíkar Sjúkrahús, FO-700 Klaksvík. Umsóknarfreist mánadagin 05. mai 2008 Klaksvíkar Sjúkrahús Tlf: 45 45 45 lokal 123 Fax: 45 73 63 · 700 Klaksvík Ekspetrisa / ekspedientur Vit sóknast eftir ekspetrisu/ekspedienti, sum feriuavloysara at byrja 13. mai. Arbeiðið er sjálvstøðugt. Ein, ið hevur arbeitt í klædnahandli áður, hevur góðan fyrimun. Løn (góð) sambært avtalu. á Hálsi · tlf. 21 72 10 Bátabrýr Bátabummar Landgongdir Vit hava drúgvar royndir – spyr okkum um tilboð. Tlf. 319992 / 219991 · t-postur: tmv@post.olivant.fo