Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 17. apríl 2008 45 tíðindi Stutt Sagt Blair vil hava íløgur Fyrrverandi bretski forsæt­ isráðharrin Tony Blair virkar í dag sum sendimað­ ur í Miðeystri vegna ta sokallaðu Miðeystur­kvart­ ettina, og nú vil hann hava íleggjarar at seta pengar í ymiskt virksemi í teimum palestinsku sjálvstýrisøkj­ unum. Palestinska stjórnin og einstaklingar skipa í næsta mánaði fyri einari ráðstevnu um møguleikar­ nar at gera íløgur á Vestara Áarbakka og í Gaza­ geiranum, og tá verða ymisk arbeiði fyri eina milliard dollarar boðin út. Tony Blair segði í gjár, at palestinski búskapurin er illa fyri, og at fremm­ andar íløgur kunnu bøta um støðuna. Hann við­ gekk, at tann spenta støð­ an millum palestinar og Ísrael kann darva íløgu­ huginum, men segði, at tað eru økir, har tað ber til at gera íløgur. Palestinska stjórnin hevur sagt, at búskapurin í teimum pal­ estinsku økjunum kann veksa heili 10 prosent tey næstu trý árini, um fremm­ andur íløgukapitalur kem­ ur hagar. Útflyta ikki korn og rís Teir hækkandi matvøru­ prísirnir fáa altsamt fleiri lond til at taka stig fyri at verja seg ímóti avleiðing­ unum. Eitt nú hava mynd­ ugleikarnir í Kasakhstan gjørt av at banna landsins fyritøkum at selja hveiti av landinum, og í Ind­ onesia hevur stjórnin sett bøndrunum forboð fyri at selja rís av landinum. Eygleiðarar vænta, at fleiri lond fara at taka sama stig sum Kasakhstan og Indonesia at banna korn­ og rísútflutningi. Frammanundan hava Kina, India, Vietnam, Kambodja og Egyptaland tikið sama stigið. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Hvat nyttar tað at tosa um at verja børnini, tá tey kunnu síggja porno og harðskap í sjónvarpinum við hús? Benadikt pávi útlond Fimm ára gamli Oliver bleiv burtur­ fluttur uttan fyri barnagarðin, tá mamman kom eftir honum Í gjár gavst løgreglan í Norðursælandi at leita eftir tí 18 ára gamla Jakob Haug­ en Kosmann, sum hvarv herfyri. Nú leitar norður­ sælendska løgreglan eftir tí fimm ára gamla Oliver, sum bleiv burturfluttur utt­ an fyri ein barnagarð í Virum seinnapartin í gjár. Klokkan var um hálvgum fimm, tá mamma Oliver kom út úr barnagarðinum við dronginum, men áðrenn hon vardi, lupu teir menn á tey. Annar helt mammuni, meðan hin tók Oliver og koyrdi hann í ein bil, sum ein triði maður sat í og bíðaði. Fólk fingu fatur á nummarplátunum, men tað vísti seg, at tær vóru stolnar av einum øðrum bili í Albertslund gjáranáttina. Løgreglan sendi alt fyri eitt stór lið at leita, og eft­ irlit var við allar brýr og ferjur, men bilurin við burturflytarunum og Oliver er ikki funnin. Væl skipað Løgreglan í Norðursælandi sigur, at tað er eingin ivi um, at burturflytararnir høvdu fyrireikað seg væl. ­ Burturflytararnir høvdu gekkaskort fyri andlitið og hettu á høvdinum. Tað er eingin ivi um, at hetta var var lagt til rættis, men enn kunnu vit ikki siga, um hetta eisini var professionelt, sigur Henning Svendsen hjá norðursælendsku løg­ regluni. Hann leggur tó aft­ urat, at burturflytingar eru sjáldan væl fyrireikaðar ella lagdar til rættis, so heilt óprofessionellir eru burtur­ flytararnir ikki, sigur hann. Oliver er av kinesiskum uppruna. Foreldrini eiga fleiri matstovur, men løg­ reglan veit ikki, um tað hev­ ur nakað við burturflytingina at gera. Hinvegin hevur løg­ reglan staðfest, at burturflyt­ ingin hevur ikki samband við nakað innanhýsis stríð í familjuni. Ein 17 ára gamal drongur er nú skuld­ settur fyri at hava skotið Rhys Jones Løgreglan í Liverpool heldur seg nú hava funnið tann, sum myrdi tann 11 ára gamla Rhys Jones í august í fjør. Í hvussu er hevur løg­ reglan formliga skuldsett ein 17 ára gamlan drong fyri at hava skotið Rhys Jones, tá hann var á veg til hús tann 22. august. Sam­ stundis hevur løgreglan skuldsett fimm aðrar ung­ dómar fyri minni lógarbrot í sambandi við drápið. Rhys Jones bleiv skotin, tá hann var á veg til hús eftir at hava verið til fót­ bóltsvenjing. Drápið vakti stóran ans og elvdi til nógv orðaskifti um ungdóms­ kriminalitetin í Bretlandi. Halda seg hava funnið drápsmannin Rhys Jones hevði verið og vant fótbólt, tá hann bleiv skotin Mynd: Polfoto Oliver burturfluttur uttan fyri barnagarðin Oliver bleiv burturfluttur uttan fyri sín barnagarð Mynd: Polfoto