hósdagur 17. apríl 2008síða 52
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 74 - 17. apríl 2008
Vit sóknast eftir einum samskiftisleiðara, ið
hevur hugflog og skapandi evnir, hevur
áhuga í orku og umhvørvi, og sum ynskir at
kunna um og bera fram okkara virksemi,
visjónir og mál.
Ráðgeving og samskipan eru lyklauppgávur. Samskiftis-
leiðarin skal standa fyri samskiftinum innan- og uttanhýsis í
tøttum samstarvi við allar deildir hjá SEV. Hetta inniber
millum annað at hava ábyrgdina av heimasíðum okkara.
Branding av SEV, eins og menningin av starvsfólkum okkara
innan samskifti, eru partar av uppgávunum hjá samskiftis-
leiðaranum. Vit ynskja at tú hevur ein ”lættan penn”, er upp-
søkjandi og dugir at bera ein boðskap fram.
Samskiftisleiðarin hevur tilvísing til stjóran, og starvið er lønt
sambært sáttmála millum SEV og avvarðandi yrkisfelag.
Hevur tú hug at taka av hesi avbjóðing, er tú vælkomin at
senda umsókn við prógvum og øðrum til SEV. Freistin at
søkja er mánadagin 28. apríl 2008.
Hevur tú spurningar, er tú vælkomin at ringja til Hákun
Djurhuus á telefon 346800.
Elfelagið SEV - Landavegur 92 - Postsmoga 319 - 110 Tórshavn - www.sev.fo
SAMSKIFTI, SAMSKIPAN & RÁÐGEVING
STEPHANSSONS HÚS
Ê
-
9
,
Ê
1
Ê
7
/
,
Leiðari til deildina hjá
Smyril Blue Water í
Tórshavn
Um hetta passar til tín persón, so kunnu vit bjóða
tær eitt avbjóðandi starv við einum dynamiskum
gerandisdegi í okkara spennandi speditión – og
shippingfyritøku.
Smyril Blue Water setur trivnaðin hjá starvsfólkunum
høgt og samstarv er grundarlagið í okkara
gerandisdegi. Tú verður leiðari hjá 16 dugnaligum
starvsfólkum.
Vit ynskja, at tú hevur leiðsluroyndir, at tú dugir at
brúka tínar persónligu eginleikar og royndir til at
seta ting í verk, og at fylgja upp uppá tey.
Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:
Framhaldandi menning av farmaleiðini ímillum
•
Føroyar og Europa
At Smyril Blue Water gerst eitt spennandi og
•
dynamiskt arbeiðspláss
At hava ábyrgdina av dagliga rakstrinum á
•
skrivstovuni
At luttaka í sølufremjandi messum og tiltøkum
•
At umsita rakstrarætlan og enda rokniskap
•
Vit bjóða:
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv
•
Luttøku í leiðslubólkinum, har víst verður til
•
stjóran í fyritøkuni
Fakligar og persónligar avbjóðingar
•
Góðar starvstreytir og aðrar ágóðar
•
Fríðan bil
•
Starvið verður at seta skjótast tilber.
Umsøknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
21.04.2008.
Umsøknin skal sendast til:
Smyril Line pf.
J. Broncksgøta 37
FO-110 Tórshavn
Att: Andras Róin
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær
til Bent Rasmussen, stjóra, á +45 40702156 ella
teldupostadressu: bra@sbwcargo.dk.
Smyril Blue Water bleiv í 2005 stovnað sum eitt joint
venture ímillum Smyril Line og Blue Water; felagið hevur
høvuðssætið í Tórshavn. Umframt skrivstovuna í Tórshavn,
hevur felagið skrivstovu í Hanstholm og á Seyðisfirði í
Íslandi.
Ert tú ein liðspælari?
Dugir tú at skapa framburð og góð
úrslit?
Dugir tú at skapa íblástur og trivna hjá
tínum starvsfólki?
Smyril Blue Water I www.smyrilbluewater.fo I tlf. 309 600
KJ Norð Trukk fæst í høvuðsheitinum við sølu, útleigan og
umvælan av trukkum og aðrari lyftiútgerð
KJ NORÐ TRUKK SØKIR VERKFØRARA
Verkførarin hevur ábyrgdina av øllum tekn-
iskum spurningum hjá KJ Norð Trukk. Verk-
førarin verður partur av leiðslu felagsins við
beinleiðis tilvísing til stjóran. Verkførarin
skal vera við til at menna virkið tekniskt,
viðvirka til at styrkja verandi virksemi og
somuleiðis vera við til at finna nýggjar
møguleikar fyri øktum virksemi.
Høvuðsuppgáva:
- At vera driftsleiðari og samskipa ymisku
uppgávurnar á verkstaðnum.
- At vera tengilið millum virki, viðskiftafólk
og myndugleikar.
- At vera við til at leggja ætlanir fyri arbeiði
og menning av virkinum.
- At vera við til at mynda leiðsluna á
virkinum,
bæði dagliga og við framtíðini í huga.
- At vera søluliði og starvsfólki annars til
hjálpar í tekniskum spurningum.
Førleikar:
Roknað verður við at verkførarin:
- Hevur prógv sum maskinsmiður/bilsmiður
ella líknandi.
- Hevur ávísan telduførleika, helst eisini í
forritinum Navision
- Hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir.
- Hevur evnir at greina tekniskar trupul-
leikar, viðgera møguleikar til loysnir og er
førur fyri at taka avgerðir.
- Dugur at málbera seg á føroyskum, skandi-
naviskum og helst eisini í enskum máli,
bæði skrivliga og munnliga.
Setanin verður framd skjótast gjørligt. Løn
og treytir verða ásettar eftir nærri avtalu.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda
sær til Rógva Rasmussen, tel. 588848,
teldupostur: rogvi@nordtrukk.fo
Umsóknin skal verða okkum í hendi í
seinasta lagi 28. apríl 2008.
Mykinesgøta 3 . postboks 1315 . Tel 31 51 36 . Faks 310 931 . info@nordtrukk.fo . www.nordtrukk.fo
Lesið
-so eru tit við!