Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 klumman Dorit Hansen blaðkvinna Nr. 74 • 17. apríl 2008 Tøgnin rular - Eg haldi, at tú skalt geva honum greið beskeð! - Ja, eg ætli mær slett ikki at svara honum. Brot úr samrøðu, sum eg hoyrdi í forbífarti. Havi ikki hóming av, hvat samrøðan snúði seg um, og tað er eisini fullkomiliga líka mikið. Er ikki ein andsøgn í setning- unum? Burdi næsti persónurin ikki at sagt nei ístaðin fyri ja? Nei, tí tøgn eru greið beskeð. Í øllum førum á føroyskum. Tann ið tigur, hann ræður, og tann ið ræður, hann tigur. Hvat gera vit, um eitt barn spyr ov nógv? Biða tað at fara út at spæla. Um ein starvs- felagið brýtur óskrivaðar lógir á arbeiðsplássinum, hvat gera vit so? Frysta hann úti í tøgn. Um ein kundi klagar um eina tænastu? Vit lata, sum um vit eru deyv. Um ein borgari klagar um almennu skipanina? Eingin hoyrir hann, heldur ikki skipanin. Føroyingar fara ongantíð í kríggj við nakran, tí vit hava serlig evni til at tiga allar konfliktir í hel. Snilt. Vit fara heldur ongantíð at hava nakra kollvelting, tí tøgnin hevur lært okkum at boyggja okkum og góðtaka støðuna. Deiliga stabilt. Og gerandislívið gongur stilt og friðarliga. Vit gera okkara arbeiði, passa okkum sjálvi og lata hini fáa frið. So nøkunlunda í øllum førum. Men baksíðan er eitt status quo, har tey snildu og tigandi sita á maktini uttan veruligt mótspæl. Tað er bara tey sterku og tey sum eru inni í hitanum, sum kunnu geva greið beskeð við einki at siga. Hini – forvitnu børnini, úti- hýsti starvsfelagin, kundin við brotna tallerkinum ella rotnu eggunum, og maktarleysi borgarin – hesi kunnu ikki brúka tøgnina til so nógv. Gud viti, um triði persónurin í omanfyri nevndu samrøðu nakrantíð verður greiður yvir, at hann fekk greið beskeð… Heini bloggar úr Ísrael Komandi seks mánaðirnar fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael. Úr Treblinka í Hvítu Húsini ”The State of Israel cannot decide whether it is a regional superpower or an isolated Jewish ghetto waiting for the next raid”. Soleiðis segði fyrrverandi leið- arin í ísraelsku fregnartænastuni, Shlomo Gazit, á eini ráðstevnu í Jerusalem, sum undirritaði vitjaði fyri stuttum. Og við hesum beinrakna setninginum tók hann saman um ta tvístøðu, sum eyðkennir statin Ísrael nú seksti ár eftir, at heimsins mest umstríddi nationalstatur varð settur á stovn. Andsøgnin er, at samstundis sum Ísrael anno 2008 er eitt regi- onalt hernaðarligt og búskaparligt superveldi, sum hevur útkon- kurrerað allar aðrar aktørar í Miðeystri, so agerar politiska og hernaðarliga leiðsla landsins framvegis við útgangsstøði í vandanum fyri totalu oyðing Ísraels – tí sokallaðu “eksistenti- ellu hóttanini”, sum ísraelskir politikarar plaga at taka til. - Stríðið fyri at yvirliva í einum fíggindasinnaðum heimi er framvegis trygdarpolitiska doktrin nummar eitt, sum fyrr- verandi verju- og uttanríkisráðharrin Moshe Arens segði á somu ráðstevnu. Sambært meiningarkanningum eru 80-90 prosent av ísraelska fólkinum sannførd um, at “Ísrael kann vinna eitt og hvørt regionalt kríggj”. Men samstundis vísa somu kanningar, at heili 67 pro- sent “kenna seg ótrygg og stúrin fyri framtíð Ísraels”. Yvirlegni og ótryggleiki alt í senn. Ein ambivalensur, ein tvístøða, sum eyðkennir jødiskan samleika, sjálvsfatan og politikk. Men hvaðani kemur rótfesti óttin? Fyrst og fremst frá søgu jødanna. Søgan um eitt fólk, hvørt tempul varð lagt í oyði av rómverjum. Hvørs 2000 ára tíðarskeið í útlegd var eyðkent av antisemitismu, jødaforfylging og holocaust í nazitýsklandi. Og sum hevur staðið í skugganum av ísraelsku-arabisku konfliktini síðani 1948, tá jødisku flóttarnir við eini ST-samtykt endiliga fingu sítt friðskjól í Palestina. Ótrygg- leikin er eitt master- symbol í kollektiva minni jødanna. Traumatiska søgan ein hornasteinur í konstruk- tiónini av jød- iskum sam- leika. Óttin er fólksins eksistentiella útgangsstøði. Og hetta søguliga viðføri jødanna liggur sum ein frá- greiðandi dimensjón handan hetta yðjandi lívliga samfelagið. *** Við einum Hamas-stýri í Gaza og støðugu rakettálopunum inn í Suðurísrael, áhaldandi hóttanum frá Hizbollah í Suðurlibanon, eini iranskari kjarnorkuverkætlan við einum forseta, sum við jøvn- um millumbilum brølar um at leggja Ísrael í oyði, skroypiligum friðarsamráðingum við palest- inska sjálvstýrismyndugleikan og ísakøldum relatiónum til Sýria og Libanon, stendur Ísrael yvir fyri trygdarpolitiskum hóttanum á fleiri hermótum. Men tá tað er sagt, so kunnu allir hesir aktørar tilsamans ikki hótta sjálvan eksistensin hjá statinum Ísrael. Hernaðarligi styrkismunurin er heilt einfalt ov stórur, og haðani kemur yvirlegnið inn í myndina. Víst kunnu hesi lond og felagsskapir veita stóran skaða, og víst hokna knøini í jødisku fólkasálini, tá enn ein bussur ella kafé er farin í luftina. Men jødiska ghettoin hevur vaksið seg stóra og sterka. Auschwitz og Treblinka eru skift út við toppfundir í Hvítu Húsunum, kjarnorkuvápn, F16 flogfør, supereffektivar stríðs- vognar og eina so professionella fregnartænastu, at sjálvt CIA hyggur at sínum allieraðu við miklari øvund. Men ísraelskir politikarar eru dugnaligir til at mana fram holocaust við dag og dagliga at rópa um “hin seinasta tíman” og um næstu barbarisku innrásina, sum fer at gera enda á statinum Ísrael. Effektivar ræðukampanjur, sum bíta seg fastar í kollektivu tilvitskuna, og sum kunnu rættvís- gera eina og hvørja hernaðarliga aktión í trygdarinnar navni. Tá amerikanski forsetin Ronald Reagan í 1982 frysti alt fyribils samstarv við Ísrael, eftir at ísraelski herurin við Ariel Sharon á odda hevði givið grønt ljós fyri massakruni í palestinsku flóttaleguni Shabra og Shatila í Libanon, og umleið 2000 menn, kvinnur og børn lótu lív við tí grundgeving, at PLO-terroristar goymdu seg í flóttaleguni, skriv- aði ísraelski forsetin Menachem Begin hesi orð til Reagan: “Now may I tell you, dear Mr. President (...), that amongst those innocent civilians, Hitler and his henchmen hide in a bunker deep beneath the surface”. Fyri Begin, sum misti sína familju í týningarlegum í nazi- týsklandi, var “Hitler” allastaðni. Og tað er hann framvegis fyri nógvar jødar – um enn hesaferð í arabiskum líki. Og pro ella anti Ísrael, so er hetta ein lykil til at skilja atferð Ísraels. heini_skorini@yahoo.com Jødar í synagoguni við grátimúrin í Jerusalem. Eitt heimleyst fólk í 2000 ár, men í dag eitt regionalt superveldi í Miðeystri. Óttin fyri einum nýggjum holocaust tænir tó framvegis sum trygdarpolitisk doktrin nummar eitt Mynd: Heini í Skorini - Víst hokna knøini í jødisku fólkasálini, tá enn ein bussur ella kafé er farin í luftina. Men jødiska ghettoin hevur vaksið seg stóra og sterka. Auschwitz og Treblinka eru skift út við toppfundir í Hvítu Húsunum, kjarnorkuvápn, F16 flogfør, supereffektivar stríðsvognar og eina so professionella fregn- artænastu, at sjálvt CIA hyggur at sínum allieraðu við miklari øvund Úr Treblinka í Hvítú Húsini