Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. apríl 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 75 - 21. apríl 2008 Hóast SEV ætlar at 65 prosent av orkuni hjá SEV skal koma frá varandi orkukeldum um sjey ár, heldur stjórin í felagnum ikki, at talan er um broytta kós. - SEV hevur altíð verið umhvørvis- vinarligt, vit hava bara ikki duga at selt okkum nóg væl, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV Umhvørvið Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Nýggi SEV stjórin, Hákun Djurhuus, sum varð settur sum stjóri í november í fjør. hevði á TACC ráðstevnuni fyrilestur um at framleiða varandi orku í einum lítlum oyggjasamfelagið. Og hann hevur fleiri ferðir staðfest, at SEV skal økja um varandi orkukeldurnar. - Í ár keypa vit fyri 100 milliónir í olju, og tá olju- prísirnir eru so høgir, er tað náttúrligt at hyggja eftir møguleikunum fyri varandi orku. Tí sjálvandi er tað stuttligari at gera íløgur í varandi orku. Tað er sunnari fyri bæði umhvørvi og sam- felagið. sigur SEV stjórin. Spurdur um hann sum stjóri hevur lagt á annan bógv og flutt SEV inn á eina meira umhvørvisvinar- liga kós, sigur hann av- gjørdur nei. - SEV varð grundað á vatnorku, og frá 1954 og 1964 var vatn okkara ein- asta orkukelda. Men sum nýtslan øktist, fekk olja størri týdning. Men vit hava altíð arbeitt ímóti at styrkja varandi orkukeldurnar, sigur Hákun Djurhuus. - Vit hava ongar seljarar, og tað sigur kanska eitt sindur, sigur stjórin. Men hóast felagið ikki skal royna at fáa fólk at brúka meira streym, so hevur SEV eisini tørv á at selja seg, og tað hava vit kanska ikki duga nóg væl. Orka kostar herligheit Í dag kemur størsti parturin av orkuni hjá SEV frá var- andi orku, 45 prosent frá vatnorku, seks prosent frá vindorku og 39 prosent frá olju. Ætlanin hjá elfelagnum er, at 65 prosent av orkuni um sjey ár skulu koma frá varandi orku. At røkka hes- um máli innan so stutta tíð krevur handling, sigur Hákun Djurhuus. Verkætlanirnar hjá SEV hava møtt størri mótstøðu enn aðrar verkætlanir, hóast vindmyllur kunnu takast niður aftur, og áir kunnu renna aftur, staðfestir SEV stjórin. - Vit kunnu tildømis sam- anbera við útbyggingingar- nar í Hoyvíkshaganum. Har er øll náttúran løgd undir asfalt, men hóast hetta hevur meira varandi avleiðingar enn turrlegging av áum til vatnorku, so hevur mótstøðan verið lítil, heldur Hákun Djurhuus. - Skulu vit hava orku, so skal herligheitin ofrast onkrastaðni.Men hetta merkir ikki, at náttúran er oyðiløgd fyri altíð, sigur Hákun Djurhuus. Krevur opinleika Stjórin í SEV viðgongur, at SEV í hesum sambandi hev- ur duga ov illa at selt sínar ætlanir. - Sjálvandi er tað altíð onkur sum er ónøgdur, og onkur skal eisini rópa vakt í gever. Men eg haldi eisini, at tað er uppgávan hjá SEV at luttaka í kjakinum, og tað hava vit kanska ikki duga nóg væl, váttar Hákun Djurhuus. Hann nevnir sum dømi Eiði 2 ætlanina, har alt var hildið rættiliga loyniligt. - Men útbygging av var- andi orkukeldum er nakað at vera stoltur av, og tí er eingin grund til ikki at vera opin. Í hesum døgum søkir SEV so eftir samskiftisleið- ara, sum skal seta orð á virksemið, visjónirnar og málini hjá felagnum bæði í innanhýsis samskifti og í uttanhýsis branding. Nýtt! Elektroniskt kotulás Ver tryggur við einum elektroniskum lási frá okkum. Heilt nýggj og øðrvísi lás! Høg góðska og tryggleiki uttan nýtslu av lyklum. 10 ymiskar kotur, vel tølini (1-10) sjálv/-ur. Passar til vanligar lásakassar. Kann setast í inn- og úthurðar. Tolir veður og vind. Kann latast upp bæði uttanífrá og innanífrá við kotu. Kann eisini fáast við alarmskipan. Vælegnað til barnafamiljur, almennar stovnar og fyritøkur. 2 ára garanti Skálatrøð 14 Tel 30 10 20 · vlb@vlb.fo Lásini fáast eisini til fingraavtrykk! Kristiansgøta 41 · FO-188 Hoyvík · Tel. 233040 / 233041 Vit átaka okkum alt arbeiði innan hita, vatn, ventilatión og sanitet. SEV skal selja seg betur - Skulu vit hava orku, so skal herligheitin ofrast onkrastaðni.Men hetta merkir ikki, at náttúran er oyðiløgd fyri altíð, sigur Hákun Djurhuus. Hann viðgongur, at SEV ikki hevur verið nóg opið og tí ikki selt seg nóg væl Ungdómshúsið eitur Pakkhús 4 Seinnapartin sunnudagin var nýggja ungdómshúsið á Tvøroyri karmur um samkomu, har húsið hevði móttøku og navnið á húsinum varð avdúkað. Og eins og húsið er gamalt, so valdi dómsnevndin at halda seg til gamlan sið, tá navn skuldi veljast UngdómsvirKsEmi Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ein rúgva av uppskotum kom inn, men dómsnevndin gjørdi av, at gamla navnið Pakkhús 4 skal nýtast til nýggja ungdómshúsið á Tvøroyri. Harvið verður upp- runanavnið varðveitt. Húsið er nevniliga eitt av gomlu pakkhúsunum hjá Thomsen.Tað var Andreas Rødgaard, ið hevði sent hetta uppskot inn, og hann fekk heiðurs- gávu og 1000 krónur, sum Sverre Midjord, formaður í mentanarnevndini hjá Tvøroyrar Kommunu, handaði honum. Onnur nøvn eru eisini nýtt inni í húsinum, t.d. Café Zappa og Látrið, og uppskotstillarar til hesi nøvn fingu eisini gávu. Nógv fólk var komið saman í Pakkhúsi 4 sunnudagin, og semja tyktist um, at karmarnir eru hugnaligur og væl egnaðir. Anna Mortensen er settur leiðari og Trygvi Strøm er hjálparolk. Sunnudagin vitjaðu eisini leiðarar á ungdómshúsum aðrastaðni, t.d. úr Klaksvík og Vestmanna, og allir partar søgdu seg vóna, at sam- starv verður millum ungdómshúsini í landinum. Tónleikabólkurin No Refund spældi og tað gjørdi Rebekka Søndergaard Mortensen eisini. Eftir at navn- ið Pakkhús 4 var avdúkað, var eldblásing og gykl á bryggjuøkinum, og síðani var aftur høvi at vitja inni og skoða nýumvælda Pakkhús 4, sum framyvir verður karmur um ungdómshús á Tvøroyri. Virksemið verður fyri børnum í skúlaaldri, byrjandi frá 4. flokki. Ætlandi verður býtt sundur, so ymsu aldurbólkarnir koma ymsar tíðir. Pakkhús 4 á Tvøroyri verður nú karmur um nýggja ung­ dómshúsið í býnum