Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. juni 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 123 - 30. juni 2001 Nr. 123 - 30. juni 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Vesturvón ætlar ikki at fara undir at heilfrysta fisk, hóast flakaprísurin er svikaligur í løtuni FISKIVINNA Eyðun Klakstein Reiðaríið hjá flakatrolaran- um Vesturvón hevur ongar ætlanir um at fara at heil- frysta fisk, hóast prísurin á hesum er hægri enn flaka- prísurin í løtuni. – Vit halda fram við at skera flak, hóast marknað- urin er sum hann er í løtuni. Tað halda vit loysir seg best í longdini, sigur Ólavur Petersen, reiðari á Vestur- vón. Í Noregi eru verksmiðju- trolararnir farnir at heil- frysta ein part av síni veiði, tí hetta gevur góðan prís. Við at heilfrysta upp til ein triðing av veiðini, ber til at fáa millum 10 og 20 pro- sent meiri burtur úr, halda norðmenn. Orsøkin til hetta er, at prísurin á heilsfrystum fiski, sum verður virkaður til saltfisk og klippfisk, er høgur í løtuni, samstundis sum flakaprísurin er lækk- aður. Tað er fyrst og fremst toskur yvir 2,5 kilo, sum verður heilfrystur, men summir trolarar frysta eis- ini fisk niður til 1,5 kilo, tí prísurin fyri rundan fisk er so góður í løtuni. Gospelbólkurin I Am hevur aðalroynd í Sørvági, áðrenn teir fara til størsta gospel- festivalin í Norður- europa at spæla TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Leygarkvøldið klokkan 23.00 fer gospelrockbólk- urin I Am at spæla í Bio- høllini í Sørvági. Hetta er seinasta royndin hjá bólk- inum, áðrenn teir fara til Noregs at spæla á stórum gospelfestivali. Teir í I Am fara av land- inum sunnudagin, og mánadagin byrjar festival- urin, sum verður hildin á Risøya, sum liggur nærind- is Kristiansund har suðuri í Noregi. Skærgaardsfestivalurin verður vanliga vitjaður av 50.000 fólkum, og konsert- ir eru á eini átta pallum. I Am skal spæla fýra ferðir á ymiskum pallum á festivalinum, og teir hava fyrireikað seg sera væl til ferðina. Ein umboðsmaður fyri Skærgaardsfestivalin var í Føroyum herfyri og lurtaði eftir I Am. Eftir hetta vórðu teir bodnir at luttaka. – Vit eru væl nøgdir við tíðirnar, sum vit skulu spæla, tí teir liggja klokkan 10 og 11 á kvøldið, sigur Birgir Sigurðsson, sum er sangari í I Am. Geir Wardum venja Stjørnuna Kvinnuliðið hjá Stjørnuni hevur fingið nýggjan venjara, og nú verður sett hol á hondbóltsárið í Klaksvík HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein Klaksvík: Tað verður Geir Wardum, sum nú skal venja besta kvinnuliðið hjá Stjørn- uni. Venjarin seinastu árini, Rógvi Nielsen, flytir til Havnar at verða venjari. Geir Wardum hevur drúgvar royndir sum hondbóltsspælari, og hann hevur eisini verið venjari áður. Hann skal saman við Guttormi Sørensen, sum verður konditiónsvenjari, fáa kvinnuliðið í rætta formin til komandi kappingarár. Stjørnan hevur seinastu tvey árini vunnið ávíkavist gull og silvur í landskappingini, og nú verður hol sett á hondbóltsarbeiðið aftur. Mánakvøldið klokkan 21.00 hevur Stjørnan ársfund á loftinum í KÍ- høllini. I Am hitar upp í Sørvági I Am stendur frammanfyri eini risaavbjóðing í Noregi í komandi viku. Mynd: Jens Kr. Vang BIRGITH MORTENSEN fødd Sivertsen andaðist mikudagin 27. juni í heiminum í Hoyvík, 55 ára gomul. Jarðarferðin verður sunnudagin 01. juli kl. 14.00 úr Havnar kirkju. Vegna tey avvarðandi Hans, Elisabeth og Niels Halda fram við at skera flak Heimskendu donsku Brøðurnir Olsen spæla fyrst í august mánaði í ítróttar- høllini á Hálsi. Ætlaða konsertin í Klaksvík er avlýst, tí loyvi fekst ikki at halda konsertina í Grøv TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Donsku Brøðurnir Olsen koma fyrst í august mánaði til Føroya at spæla. Í fyrstu syftu var ætlanin at halda hesa konsert í Grøv í Klaksvík, men hetta verður nú av ongum. Skógfriðingarnevndin hevur noktað fyri, at tiltak- ið kann haldast, hóast ein samd mentanarnevnd hjá Klaksvíkar býráði staðiliga heitti á Skógfriðingar- nevndina um at játta loyvi til konsertina. Formligi myndugleikin á økinum er Skógfriðingar- nevndin, og tí er tað henn- ara avgerð, sum er endalig. Skógfriðingarnevndin grundgevur í sínum svari fyri, at plantuvøksturin í Grøv kann líða undir slík- um stórum tiltaki, og ivin má koma vøkstrinum til góðar. Tí kann nevndin ikki geva loyvi til konsertina. T ó n l e i k a p o r t a l u r i n Pop.fo, sum stendur fyri vitjanini hjá Brøðrunum Olsen, hevur tí avgjørt, at konsertin verður í ítróttar- høllini á Hálsi í Havn ístað- in. Konsertin verður leygar- kvøldið 4. august kl. 21.00, og umframt heimskendu donsku Grand Prix brøð- urnar verður eisini serligt føroyskt undirhald á skránni. Leygardagin letur Kiosk Vár upp stóra kiosk í Klaksvík. Kioskin skal hava opið frá tíðliga av morgni til seint á kvøldi HANDIL Eyðun Klakstein Klaksvík: Nú fer Kiosk Vár eisini at lata upp kiosk í Klaksvík. Leygardagin let- ur nýggja kioskin upp í handilshúsunum við Klaks- víksvegin. Hans Petur og Paula Ell- ingsgaard reka Kiosk Vár, og tey hava í nógv ár havt stóra kiosk í Runavík. Nú fara tey at royna seg í Klaksvík eisini. Kiosk Vár fer at hava opið stóran part av degn- um – frá klokkan sjey á morgni til klokkan 11 á kvøldi. Kioskin fer at selja alskyns kioskvørur, og eis- ini verður bakstur av yms- um slagi at fáa. Latið verð- ur upp leygardagin klokkan 10. Árliga varmakeldu- framsýningin er opin um vikuskiftið. 80 listaverk av ymsum slagi verða sýnd fram LIST Eyðun Klakstein Fuglafjørður: Fríggja- kvøldið lat listaframsýn- ingin upp í Fuglafirði. Tal- an er um árligu varma- kelduframsýningina, sum verður hildin fyri 32. ferð. Tað eru fyrst og fremst listarfólk úr Fuglafirði, sum sýna fram á framsýningini, men onkur er eisini aðrastaðni frá. Millum nøvnini, sum eru við, kunnu nevnast Heðin Kambsdal, Øssur Mohr, Frits Johannesen, Magni á Lakjuni. Jógvan Háfjall og Marjun í Lambanum. Samanlagt eru 80 listaverk við á framsýning- ini. Framsýningin er í fim- leikahøllini í skúlanumí Fuglafirði, og hon er opin alt vikuskiftið. Brøðurnir Olsen spæla í Havn Brøðurnir Olsen spæla fyrst í august mánaði á stórari konsert í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn 80 listaverk á framsýning Kiosk Vár til Klaksvíkar C M Y K 3 2