Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. apríl 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 - 21. apríl 2008 31 lýsingar Fyribilsstarv sum varaskúlastjóri Í sambandi við, at varaskúlastjórin fer í farloyvi, verður starvið sum varaskúlastjóri í Venjingar- skúlanum lýst leyst til setanar í tíðarskeiðnum 1. august 2008 til 31. juli 2009. Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni í skúlanum • dugir at samstarva og er fyrikomandi • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans. Harumframt skal varaskúlastjórin • vera næsti medarbeiðari skúlastjórans • saman við skúlastjóranum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd • undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans • vera førur fyri at loysa trupulleikar • saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvs- royndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyri- bilstænastu í Venjingarskúlanum. Tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broytingar starvinum við- víkjandi. Starvið verður lønt í lønarflokki 34.4 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærara- felag og verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum sett/-ur verður, er tænastumaður frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum. Umsóknir við ljósriti av prógvum og CV og møgu- ligum viðmælum skulu verða sendar skúlanum. Freistin at søkja er 28. apríl 2008 á middegi. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petur Ova Petersen, skúlastjóra á telefon 213502 ella 301529. Í Venjingarskúlanum verða komandi skúlaár umleið 440 næmingar í 19 flokkum, og her koma at starvast 45 fólk. Lærararnir eru skipaðir í 5 sjálvstýrandi toymi : 1.-3. fl., 4. og 5. fl., 6. og 7. fl., 8.-10. fl. og sertoymi. Skúlin húsast í trimum bygningum : 1. og 2. flokkur halda til á Ytra skúla við Landavegin, 3. fl. á Heimara skúla við Fr. Petersens gøtu og 4.-10. fl. eru í skúlanum á Stórheyggi. VENJINGARSKÚLIN handan Á 14 · Box 59 · FO-110 Tórshavn 15 min. frá Herning, Danmark (+45) 236.781.66 ella (+45) 236.781.65 www.hammershus.fo - torfinnur@email.fo HALT FERIU Í SKARRILD Vitja heimasíðuna, har fær tú meira at vita: www.hammershus.fo Húsið stendur í lítlu hugnaligu landsbygdini Skarrild, ið er 20 km í ein útsynningvestan úr Herning.