Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. apríl 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 76 - 22. apríl 2008 tíðindi List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Leygardagin letur upp fyrsta stakframsýningin við list hjá Trónda Patursson á Bryggjuni í Keypmanna­ havn. Framsýningin savnar seg serliga um nýggjastu glas­ og málningalistina hjá listamanninum, har eyð­ kendu bláu, gulu, grønu og svørtu litirnir ganga aftur. Føroysk Action- painting Eisini á hesi framsýningin snara myndevnini kring náttúruna – ikki sum ein roynd at herma ella eftir­ líkna, men heldur sum spontanar, abstraherandi tulkingar, ið onkur hevur kallað føroysk action­ painting. Litirnir eru teir eyðkendu, heimablandaðu tempura­ litirnir, oftast sterkt bláir, gulir og grønir, ið altíð spæla saman við og kring um svartar dýpdir. Sjálvur hevur listamaðurin kallað stílin eitt slag av nátturu­ skrift. Sum áskoðari kanst tú royna at avkota skriftina, sum ofta goymir gandakend menniskjaskap og um­ hvarvið av trøllsligum landsløgum, og harvið fáa eina kenslu av eini megi, ið vit ikki kunnu uppliva við vanligum viti og skili Mitt í ævinleikanum Við á framsýningin eru eisini ein røð av glasverkum, sum ikki eru sýnd fram áður. Spurdur, hvør styrkin er við at brúka glas sum listarligt tilfar, hevur Trónd­ ur Patursson víst á, at glas illustrerar fyri tað fyrsta betri dramaið í náttúruni. Meðan litirnir eru ein málningur í sær sjálvum, gevur glasið honum ein skulpturellan búna. Hartil kemur møguleikin at spæla við ljósið, sum gevur verkinum sína sál, sum hann tekur til. Eitt av mest kendu glas­ verkunum hjá Trónda Pat­ ursson er sonevnda »Kos­ miska universið«, ið eisini er at síggja uttanfyri á Bryggjuni. Verkið er eitt rúm úr glasi, tú kanst fara inn í og uppliva eitt heilt serligt speglandi samspæl millum glas, ljós og litir. Íblásturin til verkið fekk listamaðurin einaferð bát­ urin, hann var í, var við at søkka. Manningin stóð í vatni upp um miðju í onkrum, sum tóktist sum ein ævi av havi og himmali. Tað er hendan kenslan av at vera í einum óendaligum rúmi, ið verður endurskapa í »Kosmiska universinum«. Tróndur og ævinleikin á Bryggjuni Til ber at fara inn í størstu útgávuna av »Kosmiska rúminum« hjá Trónda Patursson á Bryggjuni í Keypmannahavn Eyðkendu bláu, gulu og grønu litirnir ganga aftur á fyrstu stakframsýningini hjá Trónda Patursson á Bryggjuni, sum letur upp leygardagin Ævinleikin og náttúr­an í glasi og heima­ blandaðum litum eyðkenna fyr­stu stak­ fr­amsýningina hjá Tr­ónda Patur­sson á Br­yggjuni í Keypmannahavn