leygardagur 30. juni 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 123 - 30. juni 2001
Nr. 123 - 30. juni 2001
13
gult12 cyan12 magenta12 svart12
gult13 cyan13 magenta13 svart13
Enn einaferð hava vit so
hoyrt og sæð ein reiðara,
hesaferð Bjarta Mohr í
SVF týskvøldið, argument-
era fyri tí óneyðuga og
skaðiliga skattalættanum
hjá
fiskimonnum,
sum
reiðarar í veruleikanum fáa
ágóðan av.
Skattalættin varð
gjørdur fyri at hjálpa
reiðarum.
Í fyrsta lagi er als ikki talan
um skattalætta til fiski-
menn. Skattalættin verður á
pappírinum givin til fiski-
menn, men tá skattalættin
varð framlagdur fyri fýra
árum síðan, tá var grund-
gevingin ein heilt onnur.
Grundgevingin var nevn-
iliga, at fiskimenn fingu
meira hýru aðrastaðni, og
av tí at føroyskir reiðarar
vóru so illa fyri, og ikki
høvdu ráð at geva fiski-
monnum meira hýru, so
varð neyðugt at geva fiski-
monnum ein skattalætta, so
føroyskir reiðarar kundu
sleppa bíligari. Sostatt er
skattalættin til fiskimenn
einki
annað
enn
ein
studningur frá landskass-
anum til føroyskar reiðarar.
Hesin skattalætti(studn-
ingur) var skaðiligur í
1997, og er tað enn meira
nú. Ein undrast yvir, at nú
inntøkurnar hjá føroyska
feskfiskaflotanum (bæði
hjá reiðarum og fiski-
monnum),
eru
vaksnar
útvið 50% tey seinastu fýra
árini, at einki uppskot er
komið um at avtaka henda
reiðarastudning.
Reiðarar og ikki skatta-
borgarin eiga at gjalda
fiskimonnum fyri harð-
balnu arbeiðsumstøðurnar
og teir longu arbeiðsdag-
arnar.
Fiskimenn hava munandi
longri arbeiðsdag enn van-
ligir arbeiðsdagar uppi á
landi og ofta eru arbeiðs-
umstøðurnar vánaligar. Tí
eru vit flestøll samd um, at
fiskimenn eiga at fáa
munandi meira enn t. d. ein
sum arbeiðir 8 til 5 arbeiði
uppi á landi. Men sum í
øðrum vinnum er tað
arbeiðsgevarin, ið eigur at
gjalda fyri langar arbeiðs-
dagar og strævið arbeiði. Í
tann mun at strævna arbeið-
ið hjá fiskimonnum førir
til, at teir verða útslitnir og
tí fáa styttri arbeiðslív enn
onnur, so eiga teir eisini at
fáa hægri løn fyri hetta.
Men tað er arbeiðsgevarin
hjá teimum, sum hevur
ábyrgdina av arbeiðsum-
støðunum, sum eigur at
gjalda fyri tað, og ikki
landskassin.
Fiskimenn fáa meir
fyri skattakrónurnar
enn nógv onnur í
føroyska samfelag-
num.
Í tann mun fiskimenn fáa
nakað
burturúr
hesum
skattalætta, so er hann
eisini púra ógrundaður.
Ført verður fram, at fiski-
menn fáa einki burturúr
goldna skattinum, og at teir
tí eiga at gjalda minni skatt.
Hetta er heldur ikki rætt.
Fólk í besta aldri, eisini
fiskimenn, fáa sjálvi lítið
og einki frá landskassan-
um. Mestsum allur skatt-
urin fer til at taka sær av
gomlum
og
børnum,
heilsu- og almanna- og
skúlamál, t. e. skatturin
verður nýttur til vælferðar-
tænastur.
Skatturin verður nýttur til
at taka sær av børnum hjá
fiskimonnum, tá tey eru í
skúla,
framhaldsskúla,
miðnámsskúla, barnagarði
og vøggustovu. Hann verð-
ur nýttur til at taka sær av
konunum hjá fiskimonnum
(og teimum sjálvum) um
tey gerast sjúk og skulu á
sjúkrahús.
Harumframt
verður skatturin nýttur at
taka sær av ommunum hjá
fiskimonnum, tá hava brúk
fyri heimahjálp og til at
taka sær av abbunum hjá
fiskimonnum, tá teir skulu
á ellisheim.
Ein og hvør í arbeiðs-
førum aldri kann við at
hugsa seg eitt lítið sindur
um, sannføra seg sjálvan
um at tað er sera lítið vit
sjálvi fáa aftur av goldnu
skattakrónunum.
Tískil fáa t. d. vit sum
eingi børn hava nógv minni
fyri skattakrónurnar enn
fiskimenn. Sjálvur krevji
eg ikki lægri skatt av hesi
orsøk. Eg taki undir við at
skúlagongd
skal
vera
ókeypis, og at vit taka okk-
um av teimum gomlu. Eg
rokni við at flestu fiski-
menn taka undir við væl-
ferðarsamfelagnum.
Eitt av fáu dømunum, har
fiskimenn helst fáa minni
fyri skattapeningin, enn
onnur, er at vit sum arbeiða
á landi nýta vegakervið
minni enn onnur. Men
heldur ikki sjónarmið er
heilt beint, tí húskið hjá
fiskimonnum nýtir vega-
netið nógv meir enn tey,
sum búgva á útoyggjunum.
Tað er tí undarligt, at
hoyra reiðarar og yvirmenn
við
milliónainntøkum,
krevja skattalætta, vælvit-
andi at teir krevja somu
vælferðartænastur
sum
onnur frá samfelagnum til
teirra egnu familjur.
Skattaborgarin hevur
goldið fyri skipini hjá
feskfiskareiðarunum.
Mest margháttligt er tað tó,
at hoyra feskfiskareiðarar,
t. d. Bjarta Mohr argument-
era fyri hesum skattalætt-
um. Í fyrsta lagi tí talan ikki
er um skattalætta til fiski-
menn, men um studning til
reiðarar. Í øðrum lagi skal
ein minnast til, at tá pen-
ingastovnarnir stóðu at fara
á heysin, og máttu bjargast
av skattaborgaranum, so
fingu
feskfiskareiðarar
keypt skipini aftur fyri ein
brotpart av tí sum skipini
stóðu í. Oftast vóru skipini
seld reiðarunum fyri um-
leið 30 prosent av tí tey
stóðu í. Tapini í peninga-
stovnunum av føroyska
fiskiflotanum vóru goldin
av
føroyska
skatt-
gjaldaranum.
Føroyski skattgjaldarin
hevur sostatt goldið 70 pro-
sent av virðinum av fesk-
fiskaflotanum sum óbein-
leiðis stuðul til feskfiska-
reiðarar. Tað er tí skaðiligt
fyri búskapin og førir til
yvirkapasitet í fiskivinnuni
at geva enn meira studning
til reiðarar við at halda hjá
fiskimonnum niðri.
Trygging móti
vánaligum fiskiskapi.
PS. Bjarti Mohr sigur
skattalættan vera neyðug-
an, tí fiskimenn hava so
ójavna
inntøku.
Henda
grundgeving er heldur ikki
røtt. Lógirnar um minstu-
løn og minstaforvinning
syrgja fyri, at fiskimenn fáa
eina hampuliga góða inn-
tøku, sjálvt um eingin fisk-
ur er at fáa. Eisini hesar
skipanir verða goldnar av
skattgjaldaranum.
Bjarni Petersen, skipari á
rækjutrolaranum
»Artic
Viking« í Kollafirði er ikki
heilt samdur við sjónarmið-
unum, sum Kári Petersen,
búskaparfrøðingur
kom
fram við í sjónvarpinum
hóskvøldið.
Kári Petersen, heldur
ikki, at tað er rætt, at fiski-
menn fáa sersømdir og
skattalætta og hann vísti á,
at
fiskimenn
sanniliga
eisini eru brúkarar av væl-
ferðarsamfelagnum, sum
onnur rinda fyri.
-Tað er júst tað vit gera
og enntá meira enn fólk á
landi. Vit tjena harðar
valuta til landið og harvið
eisini løn til búskaparfrøð-
ingar,
sjúkrastystar
og
onnur, sigur Bjarni Peter-
sen, sum í morgin fer yvir
aftur á Flemmish Cap, at
vinna harðan valuta til
landið.
Bjarni Petersen leggur
afturat, at tey gomlu hava
gjøgnum eitt langt ar-
beiðslív longu goldið fyri
ein tryggan aldurdóm og
fyri pláss á røktarheimi
Óneyðugur skattalætti hjá reiðarum
Skipari:
Vit løna tykkum øllum
Bjarni
Petersen,
skipari
Kári
Petersen,
búskaparfr
øðingur
Tað verður um repp-
ið, hvat av teimum
báðum oljufeløg-
unum, BP og Statoil,
sum verður fyrst at
seta borin í føroysku
undirgrundina. Kann
vera, at tað verður
Statoil, sum hevur
munin, tá avtornar.
Bæði løgmaður og
oljuráðharrin verða
ætlandi hjástæddir, tá
boringin byrjar
STARTSKOT TIL
OLJULEITING
Jan Müller
Sum tíðin hevur gingið
seinastu mánaðirnar hevur
fyrst annað felagið staðið
til at byrja fyrst, síðani hitt.
Og so hava tey liðið borð
um borð. Nú kann verða
spurt, um hetta hevur nakr-
an týdning fyri feløgini!
Neyvan, um hugsað verður
um endamálið sjálvt: at
finna olju. Men nakað av
prestisju er kortini í, hvat
felag tað verður, sum setir
borin í fyrst. Eitt nú tí at
bæði løgmaður og olju-
málaráðharrin eftir ætlanini
skulu vera umborð, tá trýst
verður á startknøttin, ella
stutt eftir at boringin er
byrjað.
Eyðun Elttør, landsstýris-
maður sigur, at sjálvt um
tað ikki er vanligt í øðrum
londum, at løgmaður og
oljuráðharrin fara umborð á
boripall, tá boring byrjar, so
hevði tað verið uppá sítt
pláss hesaferð. Løgmaður
sigur, at hann hevur frætt
okkurt um, at hann møgu-
liga skal umborð, tá byrjað
verður at bora. Sjálvur
heldur hann hetta vera so
mikið stóra hending fyri
Føroyar, at hann hevði
verið fegin at fingið slíka
innbjóðing.
Eftir tí Sosialurin skilur,
so er tað nú heilt greitt, at
boringarnar byrja umleið
15. juli ella møguliga
nakað fyrr. Boripallurin
Sovereign Explorer, ið skal
bora fyri Statoil, Philips,
Veba og Enterprise, kemur
á boristaðið »Longan« um-
leið 5-7. juli. Síðani skal
hann ankrast upp, og tað
tekur so nakrar dagar.
Boriskipið West Navion,
sum skal bora fyri BP,
verður
á
boristaðnum
»Svínoy« í seinasta lagi 15.
juli, men okkurt kundi bent
á, at tað verður eina lítla
viku fyrr, so mikið skjótt
hevur gingist við arbeiðin-
um hinumegin markið. Tos-
að verður tí helst um tíðar-
skeiðið millum 8. og 15.
juli, at tað verður byrjað at
bora. Og tað er í hesum
sambandi, at løgmaður og
oljumálaráðharrin skulu til
at gera seg klárar at fara
umborð á antin boripall ella
boriskip – at verða eygleið-
arar til fyrstu boringina á
landgrunninum nakrantíð.
So nú fáa vit at síggja, hvør
verður fyrr, BP ella Statoil.
Men tá tað so kemur til at
bora niður í løgini, har mett
verður, at oljan finst, so fer
tað at ganga skjótari hjá BP,
tí tað er skjótari at bora við
einum slíkum nútímans
skipi enn við einum bori-
palli.
Sosialurin skilur, at í
báðum førum verður borað
rættiliga djúpt, helst einar
góðar 4000 metrar niður.
Blaðið skilur eisini, at bæði
BP og Statoil fara at bora
niður gjøgnum fleiri struk-
turar ella prospekt, sum tað
verður rópt á fakmáli. Tvs.
at møguleiki kann vera fyri
at finna olju og gass í fleiri
enn bara einum lagi. Nett-
upp hetta ger boringarnar
so mikið spennandi og lov-
andi.
Nógv verður gitt um
møguleikan fyri at raka við
olju í fyrstu boringunum og
um møguliga stødd á fund-
um. Tað hevur ljóðað, at
bæði BP og Statoil síggja á-
hugaverdar strukturar, sum
líkjast teimum, ið longu eru
funnin
bretsku
megin
markið og sum í dag fram-
leiða stórar nøgdir av olju.
Onkur kelda vil vera við, at
hjá Statoil rokna tey við at
finna eina ella annan
elefant, sum er eitt risastórt
fund. Eisini verður tosað
um stórar goymslur av olju
í øllum hesum økinum.
Kappast um at vera fyrstur at bora
Kortið er spildurnýtt og
síggja vit longu, at Smedvig,
sum eigur boriskipið West
Navion hevur markerað
fyrstu boringina á føroyska
landgrunninum. Pílurinn er
tilvildarliga settur. Boringin
verður longur suðuri nær
markið. Hinumegin markið
er skipið við at bora fyri
Conoco.
Oljumálaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin her á vitjan í
Alaska fyri at læra av teirra royndum. Nú sleppa vit so at gera
okkara egnu royndir
Mynd: Jan Müller
Løgmaður fyrstu ferð hann vitjaði boripall í Norðsjónum sær
fram til at vera til steðar, tá fyrsta boringin byrjar við Føroyar
Mynd: Jan Müller
Eyðun Elttør, oljumálaráðharri metir komandi mánaðirnar
verða nakrar av teimum mest týðandi og áhugaverdu fyri
Føroyar nakrantíð.
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
13
12
Nýtt frá Ásu
Nýggj rør
T
til 23.00
Hetta vikuskiftið:
Sertilboð
10 min fyri
10 kr.
Niels Finsensgøta 30
Tlf. 316077
Hvø
vø
v nn dag fr
ønn dag fr
ø
á 09.00-23.00