Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-22, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. apríl 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 76 - 22. apríl 2008 Stutt Sagt Krevja loysigjald Somalisku sjórænararnir, sum rændu eitt spanskt tunfiskiskip sunnudagin, krevja loysigjald aftur fyri at lata manningina, sum telur 26, leysa. Somaliska útvarpið segði í gjár, at sambært spanska skipar­ anum fekk eingin av manningini nakað mein, tá skipið bleiv rænt. Út­ varpið endurgav ein mann, sum varð sagdur at vera oddamaður hjá sjó­ rænarunum, fyri at siga, at teir vildu hava pengar aftur fyri at latta sjómenn­ inar leysar. Útvarpið segði einki um, hvussu nógvar pengar talan er um, ella hvussu spaniumenn skulu gjalda. Spanska uttanríkis­ ráðið sigur, at eitt spanskt herskip er á veg í somal­ iskan sjógv, og landið hev­ ur biðið onnur lond, sum hava herskip har um vegir, um hjálp. Sum skilst er helmingurin av manning­ ini á tunfiskaskipinum spaniumenn. Lá 90 minuttir í ísi Tann 43 ára gamli kines­ arin Wang Jintu kláraði at liggja 90 minuttir í ísi. Tað er nýtt heimsmet og 17 minuttir longri enn tað gamla metið. Wang, sum er ættaður í Fujian­lands­ lutinum, setti heimsmetið í einum klubba í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing. Sagt verður, at tá hann fór úr ísinum, var hann so stirdur, at hann mátti fáa hjálp til at koma upp á beinini. Wang hevur fing­ ið at vita, at met hansara kemur í heimsmetabókina hjá Guiness. Tað gamla metið átti niðurlendingurin Wim Hof, og tað setti hann í Madrid fyrr í vetur. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Hvør av okkum hevur tað, sum skal til fyri at røkja tað tyngsta arbeiðið, sum er? Ein má vera fyrireikað til alt (Hillary Clinton) útlond Í dag er hennara seinasti møguleiki Ein amerikanskur prestur skal sita góð trý ár í russiskum fongsli fyri at hava smuglað lóður til Russlands Philip Miles, sum varð dømdur í einum rætti í Moskva í gjár, játtaði seg sekan í at hava smuglað lóður til Russlands, men hann segði seg ikki hava hugsað um, at tað var ólóg­ ligt. Hann ætlaði sær heldur ikki at brúka patrónirnar, men segði, at tær vóru ætl­ aðar nøkrum vinmonnum, sum eru veiðimenn. Men tað hjálpti ikki. Dómurin var trý ár og tveir mánaðir í fongsli. Philip Miles hevur sitið í varðhaldi í Moskva síðani 3. februar, tá tollararnir funnu fleiri patrónir í viðføri hansara. ­ Eg eri rættiliga vónsvik­ in, tí hetta var ein harður dómur fyri eina eskju av patrónum, segði Philip Miles, tá hann hevði fingið dómin. Tað sama segði verji hansara, skrivar Reuters. USA leggur trýst á fleiri lond har suðuri í Afrika fyri at fáa tey at steðga einum kinesiskum skipi, sum er fermt við vápnum til Zimbabwe Amerikanskar fregnartæn­ astur halda støðugt eyga við tí kinesiska farma­ skipinum ”An Yue Jiang”, og amerikanskir diplomatar í londunum í syðra parti av Afrika hava fingið boð úr Washington um at leggja trýst á stjórnirnar í granna­ londunum hjá Zimbabwe fyri at fáa tær at forða fyri, at vápnini sleppa til Zimba­ bwe. Keldur í amerikanska uttanríkisráðnum vátta fyri Reuters, at diplomatarnir leggja serliga trýst á mynd­ ugleikarnar í Angola og Namibia, og stjórnirnar har hava fingið greitt at vita, at tað fer at skaða teirra viður­ skifti við USA, sleppur tað kinesiska skipið at bryggju har. Angolsku myndugleikar­ nir søgdu í gjár, at ”An Yue Jiang” hevur ikki biðið um og tí heldur ikki fingið loyvi til at koma inn í angolskan sjógv. Forsetin í Zambia, Levy Mwanawasa, hevur mælt øllum londunum í syðra parti av Afrika til at steðga vápnaflutninginum til Zimbabwe við at nokta tí kinesiska skipinum at koma inn um sjómarkið. Mwama­ wasa, som eisini er formað­ ur í felagsskapinum hjá londunum har suðuri í Afrika, sigur, at vápnini fara at økja spenningin í Zimbabwe. Uppstillingarvalið í Pennsylvania í kvøld er avgerandi fyri politisku lagnuna hjá Hillary Clinton. Tapir hon, eru hennara møguleikar at gerast forsetavalevni hjá demokratunum farnir. Men tað er einki, sum bendir á, at henni nýtist at stúra, tí sambært kanningunum fær hon millum 48 og 52 prosent av atkvøðunum, meðan Barrack Obama fær 42 prosent. Hillary Clinton á veljarafundi í Philadelpha í gjár (Mynd: Polfoto) Prestur dømdur fyri smugling Philip Miles skal sita trý ár í russiskum fongsli (Mynd: Reuters) Royna at steðga vápnaskipi ”An Yue Jiang” hevur 70 tons av vápnum og lóðuri til herin í Zimbabwe (Mynd: Reuters)