mikudagur 23. apríl 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 77 - 23. apríl 2008
SAMBAND
kári MikkelSeN
kAriM@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Í gjár skrivaðu P/F
Miðlafelagið og
P/F Føroya Tele
undir avtalu, har
Miðlafelagið keypir
seinastu 34% av
partapeninginum í
Sp/f Sosialinum og
Sp/f Húsinum
Fjølmiðlar
Tíðindaskriv
Við hesum er Miðlafelagið
einasti eigari av teimum
báðum fyritøkunum.
P/F Miðlafelagið, sum
leiðsla og starvsfólk á Sosi
alinum eiga, keypti fyri
tveimum árum síðani allan
partapeningin í fyritøkunum
frá Javnaðarflokkinum, og
seldi síðani 34% av fyritøk
unum til Føroya Tele, sum
Sosialurin
eisini
undan
hesum samstarvaði við.
Samstarvið við Føroya
Tele hevur riggað sera væl,
og samstarvið um portalin
heldur fram. Føroya Tele
metir ikki, at ein aktivur eig
araskapur hevur avgerandi
týdning fyri samstarvið, og
við teimum fortreytunum
var tað upplagt, at vit fóru í
samráðingar við Føroya
Tele um at keypa seinastu
34% av fyritøkunum, sigur
Jan
Müller,
forstjóri
í
Sosialinum.
Sosialurin er ein spenn
andi miðlafyritøka, sum
hevur ment seg nógv. Men
vit mugu ásanna, at fyritøk
an ikki er partur av kjarnu
økjunum hjá okkum, og tí
er tað ikki eitt endamál í
sjálvum sær at eiga í fyri
tøkuni. Men sum ein fram
tíðar KSTfyritøka er tað
týdningarmikið hjá Føroya
Tele at hava samstarv við
eina miðlafyritøku, sigur
Kristian Davidsen.
Samtakið, sum Miðlafel
agið fevnir um, eru Sp/f
Sosialurin, Sp/f Húsið sum
eigur part í Prentmiðstøðini
og P/F Miðlavarpið, sum
rekur Rás2. Samtakið rekur
fjølmiðlavirksemi á fleiri
miðlapallum. Herundir blað
útgávu, útvarp og netmiðl
ar.
Miðlafelagið eigur allan Sosialin
Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele, og Jákup Mørk, stjóri í Miðlafelagnum, skriva undir
avtaluna, sum ger Miðlafelagið til einsamallan eigara av Sosialinum