hósdagur 24. apríl 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 78 - 24. apríl 2008
tíðindi
Lock Ness ódjórið og
ein sekkjapípuspælari
seta í hesum døgum
ein serligan skotskan
dám á SMS. Tað er
Smyril Line, sum skip
ar fyri einum skotsk
um ferðavinnuátaki
FERÐAVINNA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Skotland er á breddanum hjá
Smyril Line í SMS í hesum
døgum. Í dag, í morgin og
leygardagin verður Smyril
Line á torginum í SMS, har
fokus verður sett á Skotland.
- Hetta er fyri at fáa fleiri
føroyingar at ferðast til
Skotlands, sum er eitt sera
spennandi land. Har er
nógv at uppliva, og tað er
bíligt at ferðast higar, greið-
ir Oda Andreasen, søluleið-
ari fyri Føroyar, frá.
Á básinum hjá Smyril
Line í SMS er eisini umboð
fyri Visit Scotland, sum
greiða fólka frá ferðamøgu-
leikum í Skotlandi.
Tað var í fjør at Smyril
Line tók uppaftur skotlands-
siglingina til Scrabster í
Norðurskotlandi, har Smyril
sigldi í gomlum døgum. Oda
Andreasen sigur, at hendan
nýggja farleiðin varð væl
móttikin, og at nógv fólk
nýttu hendan møguleikan. Í
ár hava eins nógv fólk bílagt
sær ferðaseðlar handanvegin,
so Smyril Line væntar sær
nógv av hesi nýggju rutu.
Tiltakið hjá Smyril Line í
SMS er í dag til kl 17. Í
morgin, flaggdagin eru tey á
Torginum frá kl 10 til 12 og
leygardagin frá klokkan 10
til 19. Lock Ness Ódjórið –
sum í eini fittari útgávu
vanliga verður kallað Nessie,
vitjar eisini í hesum døgum.
Nessie fer at ganga runt í
SMS og heilsa upp á børnini,
og ein sekkjapípuspælari fer
eisini at seta ein serligan
skotskan dám á tiltakið.
Kappingar
verða
eisini
hvønn dag, har til ber at
vinna eina bilpakka fyri fýra
til Skotlands. Tey trekkja
kappingarnar klokkan 15 í
dag, klokkan 11 í morgin og
kokkan 18 leygardagin.
Tey frá Smyril Line verða
eisini í Gongutøguni í Havn
í morgin, flaggdagin, har
Nessie eisini verður við.
Oda Andreasen sigur, at tey
fara at hava ein bás við Eik
banka í Gongutøtuni – men
fara annars ikki at órógva
flaggdagshaldið – men at
tosa við fólk, sum verða í
býnum.
Vilja hava fleiri
føroyingar til Skotlands
Ein sekkjapípuspælari setti serligan
skotskan dám á SMS í morgun
Oda Andreasen er søluleiðari fyri Føroyar
hjá Smyril Line
Umboð
fyri skotsku
ferðavinnuna eru
eisini í SMS