fríggjadagur 25. apríl 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 79 - 25. apríl 2008
Tunlarnir á Borð
oynni eru bæði smalir,
ótíðarhóskandi og
ótryggir. Hetta veit
fólkið norðanfyri,
men kortini hava
politikkararnir ong
ar ætlanir um at
gera nýggjar tunlar.
Hetta eru vit ógvu
liga kedd um og
sera vónbrotin av!,
sigur árnfirðingurin
Theodor Olsen
Tunlar
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Árnafjørður:
Theodor
Olsen er ein av fleiri árn
firðingum sum er fullkomu
liga bundin av at vegasam
bandið millum heim og
arbeiðsstað er í lagi.
Hann arbeiðir á Fiska
marknaðinum í Klaksvík og
koyrir tí fram og aftur hvønn
einasta dag gjøgnum tann
sunnara Borðoyatunnilin.
Hann og øll hini vita tí alt
um, hvussu tað er at koyra
ígjøgnum ein tunnil sum er
meiri enn 40 ára gamal og
als ikki lagaður til dagsins
tørv og ferðslu.
Umframt dagliga starv
sítt í býnum, er hann somu
leiðis ein av limunum í stað
bundnu nevndini hjá árn
firðingum
í
Klaksvíkar
kommunu. Hann hevur tí
fyrstahonds kunnleika til
viðgerðina av hesum máli.
Tey kunnu bara staðfesta,
at undanfarnar samgongur
hava einki gjørt við hetta
átrokandi málið fyri fólkið
norðanfyri.
Tey
høvdu
kortini vónað, at henda fór
at seta hol – bæði so og so
– á tunnilsætlanina Norður
um Fjall.
Tað eydnaðist so heldur
ikki hesaferð, slær Theodor
Olsen fast. Og hann leggur
aftrat:
Tað vísir bara, at ein
ikki má gerast ov lætt vón
brotin, tá ein hevur við pol
itikkarar at gera!
Tvey støð
Í staðbundnu nevndini hava
tey við jøvnum millumbilum
havt málið um tunlarnar til
viðgerðar. Semja er um, at
neyðugt er við nýggjum
tunlum.
Tey hava víst á hetta mál
ið á fundum og við skrivum,
millum annað einum frá 20.
september í 2006.
Hinvegin hevur ikki verið
semja millum nevndarum
boðini úr Árnafirði og tey
úr Klaksvík um, júst hvar
tunnilin skal koma út við
bygdina.
Tey
staðbundnu
vilja
hava tann sunnara tunnilin
til Klaksvíkar at koma út
tættari við bygdina, enn tey
úr býnum ynskja.
Vit høvdu kortini vónað,
at politikkararnir fóru at
lurta eftir tilráðingini frá
Landsverki. Men tað sær
ikki soleiðis út í løtuni,
sigur Theodor Olsen.
Vita ikki um annað
Í løtuni liggur eitt uppskot í
tinginum um at gera ein
tunnil millum Klaksvík og
Depil umvegis Árnafjørð.
Mett verður, at tað fer at
taka eitt ár at fyrireika og
fýra ár at bora tunnilin, sum
helst fer at kosta omanfyri
230 mió krónur.
Men hvørjar vónir gera
Theodor og fólkið í heim
bygd hansara sær um at
hetta uppskotið fer at vinna
frama í løgtinginum?
Vit vóna sjálvandi, at
peningur verður játtaður til
hesar tunlarnar. Vit sum
búgva her, eru von við at
koyra ígjøgnum teir og vita
ikki um nakað annað, sigur
hann.
Theodor vísir hinvegin á,
at fremmand fólk mangan
hava trupulleikar, tá tey
hava koyrt í tunlunum.
Hugsa seg um
Í dag búgva niðanfyri 50
fólk í Árnafirði, meðan tey
í gomlum døgum vóru beint
omanfyri eitthundrað.
Hesi kenna hvønn dag til
tær truplu umstøðurnar at
sleppa av bygdini, men
mugu bara brynja seg við
toli í nógv ár aftrat. Einki
bendir nevniliga á, at ynski
teirra um nýggjan tunnil
verður framt í bræði.
At eingi útlit eru fyri at
Liva við smølu tunlunum
Kristian Fríðrik:
Trupult at
menna økið
Eru teir í Klaksvíkar
býráði vónbrotnir av pørt
um í fíggjarlógini, eru
teir kanska mest vónbrotn
ir av, at teir ikki til fulnar
vita hvørjar karmar teir
hava at halda seg til.
Tað er ikki í fyrstu
syftu ein spurningur um,
hvussu nógvur peningur
ið verður játtaður til tey
ymisku endamálini. Vit
høvdu ynskt at løgukarm
urin gekk frá samgongu
til samgongu, og ikki
steðgaði upp, hvørja ferð
ein nýggj verður skipað.
Ja tað vísir seg at
hvørja ferð ein samgonga
verður skipað, dettur alt
hitt á gólvið. Tað hevði
verið munandi betri um
alt varð lagt í fastar karm
ar, soleiðis at vit vistu
hvørjar ætlanir, ið vit
kundu gjørt saman við hin
um kommunum í Norð
oyggjum. Sum nú er, er
hetta ógvuliga frustrer
andi hjá okkum, sigur
Kristian Fríðrik Olsen, bý
ráðslimur í Klaksvíkar
kommunu.
Nú eingin peningur er
játtaður til nýggjan tunnil
– ella tunlar Norður um
Fjall – merkir tað í fyrsta
lagi, at klaksvíkingar, árn
firðingar og norðoyingar
annars mugu liva við
verandi tunlum frá 1965
67 í mong ár aftrat.
Av hesi somu orsøkini
fáa vit heldur ikki lagt
nakrar
ætlanir
fyri,
hvussu hetta økið skal
mennast í framtíðini, slær
Kristian Fríðrik fast.
”
Fólk hugsa seg um tvær ferðir, áðrenn tey
vilja búseta seg her í Árnafirði
(Theodor Olsen, Árnafjørður)
”
Vit fáa heldur ikki lagt nakrar ætlanir
fyri, hvussu hetta økið norðanfyri skal
mennast í framtíðini
(Kristian Fríðrik Olsen, Klaksvík)
- Tunlarnir eru bæði ótryggir, smalir og ótíðarhóskandi, sigur Theodor Olsen í Árnafirði
Mynd: Jórun Reginsdóttir
- Tað hevði verið munandi
betri um alt varð lagt í
fastar karmar, soleiðis at
vit vistu hvørjar ætlanir,
ið vit kundu gjørt saman
við hinum kommunum
í Norðoyggjum, sigur
Kristian Fríðrik Olsen
Mynd: Jórun Reginsdóttir
Geir og Gordon nøgdir
Íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, og bretski
starvsbróðir hansara, Gordon Brown, vóru væl nøgdir við
tað, sum kom burtur úr fundi teirra í London í gjár. Teir
báðir vóru kortini ikki samdir um alt. Eitt nú kundu teir
ikki semjast um íslendsku stórhvalaveiðina, og teir kundu
sum vera man heldur ikki semjast um havbotnin við
Hattonbankan, sum bæði Ísland, Bretland, Írland og
Føroyar halda seg hava rætt til.
Ísgranskari heiðraður
Stovnurin Det Svenske Selskap for Antropologi og Geo
grafi hevur gjørt av at heiðra danska granskaran
Dorthe DahlJensen fyri hennara arbeiði við at kanna
viðurskiftini í grønlendska innlandsísinum. Hon fær
eitt serligt heiðursmerki, sum Carl Gustaf kongur skal
handa henni. Dorthe Dahl Jensen stendur fyri nøkrum
boringum fleiri kiklometrar niður í grønlendska
innlandsísin fyri at vita, um hann sigur nakað um
hitaviðurskiftini á Jørðini fyrr.
Geir H. Haarde, Inga Jóna Þórðardóttir, Sarah og Gordon Brown
(Mynd: Reuters)