Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 79 - 25. apríl 2008 mong ár aftrat fáa nýggjan tunnil, hóvar Theodor og bygdarfólkinum sera illa. Sjálvur hevur hann hoyrt um fólk, sum kundu hugsað sær at keypt grund­ øki í Árnafirði um betri samband var til Klaksvíkar. ­ Tí sært tú: Gekk tunnilin hiðani frá og kom út í Gerða­ bø, so tók tað okkum bert einar 2­3 minuttir at koyra til miðbýin í Klaksvík. ­ Men við útlitunum í løtuni, verður hetta neyvan veruleiki í bræði. Og hetta kemur sjálvandi at merkja, at fólk hugsa seg um tvær ferðir, áðrenn tey vilja búseta seg her, slær Theodor Olsen fast. Tingið: Fimm minnilutar um ein tunnil Hin 4. mars løgdu teir tríggir norðoyatingmenninir, Anfinn Kallsberg, Jákup Mikkelsen og Bjørn Kalsø fram uppskot til nýggjan tunnil við tilhoyrandi vegasam­ bandi millum Klaksvík, Árnafjørð og Depil. Málið varð síðani beint í Vinnunevndina, sum hevur havt fund við umboð fyri kommunurnar í Klaksvík, Viðareiði og Hvannasundi, landsstýriskvinnuna í vinnu­ málum og landsverkfrøðingin. Eftir viðgerðina hevur vinnunevndin býtt seg í fimm minnilutar – ein sum tekur undir við uppskotinum; tveir sum við ymiskum grundgevingum taka støðu í tingsalinum, og tveir sum við ymiskum grundgevingum eru ímóti uppskotinum. 2. viðgerð av tingmáli 134/2007 verður mánadagin 5. mai. Hetta er 7. málið á skránni til henda tingfundin. FAKTA Fleiri uppskot eru til loysn av samferðsluni í økinum norðanfyri – ein úr Ánunum og ein av Gerðabøi. Felags er tó at Árnafjørður verður samanbundin við Klaksvík og økið norðanfyri Mynd: Landsverk Bjørt: Eingin pengar í ár ­ Eingin játtan verður til tunnilin Norður um Fjall í ár, staðfestir vinnumála­ ráðharrin, Bjørt Samuel­ sen. Mikudagin segði hon við Rás2 at 0 krónur eru á fíggjarætlanini fyri 2008 til henda tunnilin og tann Viðareiðis. Miðað verður kortini eftir, at 10 mió krónur skulu setast á fíggjarlóg­ ina næsta ár. Ein av lærugreinu­ num í fólkaskúlanum er heimstaðarlæra. Ymiskt er, hvussu nógv ein ger burtur úr, men í Sankta Frans skúla í Havn hava tey hava bátasmíð á skránni Undirvísing Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Í vetur hava næmingarnir í 2. A nýtt ein part av tímun­ um til at hyggja eftir før­ oyskum bátasmíði. Tey hava verið í teirri hepnu støðuni, at lærari teirra, Jógvan Hansen úr Kollafirði hevur so stóran áhuga í hesum, at hann sjálvur hevur bygt eitt 4­ mannafar í frítíðini. Jógvan er bert 30 ára gamal, men hevur hann longu bygt fýra slíkar, hóast hann ikki hevur lært til slíkt. ­ Eg geri tað bara av áhuga mínum fyri at varð­ veita tann gamla føroyska árabátin, sigur hann. Í undirvísingini hevur hann lært tey so at siga alt, sum er vert at vita um føroyska árabátin. Í dag vita øll børnini, hvat ein tollur er, hvat eygað er, hvat eitt borð er og mangt annað sum onnur havnar­ børn neyvan vita so nógv um. Samstundis hevur lærar­ in víst teimum myndir av, hvussu byggingin av gamla árabátinum, sum skal lat­ ast til Kiwanis­felagsskap­ in, hevur gingið framá. Fyrrapartin í gjár var stundin komin, at næming­ arnir sjálvir sluppu at síggja verkið: Í einum bil­ húsi Undir Heygnum stóð tann lidni báturin fyri teimum. ­ Altso, sum hann er vakur, segði ein av gentun­ um. – Hann er øgiliga væl gjørdur og flott pussaður! Til æru fyri myndamann­ in fóru teir fýra dreingirnir í flokkinum og allar gent­ urnar umborð á bátin. Hetta fekk lærara teirra at siga so rámandi: ­ Van­ liga eru tveir stavnar í ein­ um báti. Men í dag mugu vit vist siga, at teir eru seks í tali! Næmingarnir í 2. A í Sankta Frans skúla á fyrsta sinni umborð á gamla føroyska árabátinum, sum Jógvan Hansen (uttast vinstrumegin) hevur smíðað. – Tað er neyðugt at varðveita hetta slagið av bátum, sigur hann Mynd: Jens Kristian Vang Føroyskur bátur við seks stavnum Bankar fáa hjálp Leiðslan í danska Tjóðbankanum umhugsar, um hon skal gera tað lættari hjá donskum peningastovnum at læna pengar úr Tjóðbankan­ um, so teir ikki koma í trupulleikar av ófriðin­ um á altjóða fíggjarmarknaðinum. Tað segði Niels Bernstein, tjóðbankastjóri, í gjár. Hann segði, at eingin væl rikin danskur peninga­ stovnur skal koma í trupulleikar av altjóða fíggjarkreppuni, men hann vildi ikki siga, um nakar hevur tørv á lagaligari lánstreytum. Vegleiðaraútbúgving lýst Føroya Læraraskúli lýsir í vikuskiftisbløðunum við nýggju útbúgvingini til lesivegleið­ ara. Útbúgvingin verður á universitetsstigi. Hon er 30 ECTS, og talan verður um part­ tíðar lestur, lutvíst í samstarvi við útbúgvingarstovnar í útlondum. Í lýsingini verður roknað við, at umsøkjararnir hava læraraútbúgving, og at teir hava minst tvey ára starvsroyndir innan økið. Sambært lýsingina verður farið undir útbúgvingina í august 2008, og hildið verður fram inntil 1. juli 2010. Sambært lýsingini skulu umsóknir vera Læraraskúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 8. mai. Í fíggjarlógaruppskotinum er játtan til Læraraskúlan til sjálva útbúgvingina, og Mentamálaráðið hevur sambært fíggjarlógaruppskotinum sett pengar av til vikarar til teirra, ið fara undir útbúgvingina og tískil fara at fáa tímaniðurskurð. Niels Bernstein er stjóri í Tjóðbankanum Mynd: DR)