Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 79 - 25. apríl 2008 atlantic.fo Starvsfólk til søludeildina Tel 34 10 00 · Faks 34 10 01 Søkt verður eftir fólki til søludeildina hjá Atlantic Airways á fl ogvøllinum. Arbeiðið fevnir m.a. um: • bílegging av ferðaseðlum og pakkatúrum • telefontænasta/vegleiðing • help-desk tænastur • leiðbeining í sambandi við netbókingar Førleikakrøv: Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur • útbúgving ella royndir innan skrivstovuyrkið • hevur kunnleika til bókingarskipanir og ferðaseðlasølu • dugir at arbeiða við teldu • hevur evni at samstarva og er ágrýtin • kann arbeiða sjálvstøðugt • kann arbeiða undir trýsti Vit bjóða eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum og møguleika fyri fakligari og persónligari menning í einum góðum og dynamiskum umhvørvi. Skrivlig umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal vera okkum í hendi seinasta lagi 30 apríl 2008. Nærri upplýsingar kunnu fáast um starvið hjá Heidi Askham (Sølu deildin), tlf. 34 10 10, heidia@atlantic.fo Umsókn skal sendast til: Atlantic Airways, Starvsfólkadeildin (Human Resources), Att.: Georg Suðurgarð Vága fl oghavn, 380 Sørvágur, ella til georg@atlantic.fo. Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at fokus altíð er á trygd, stundvísi, kundan og úrslitið. Umleið 250 fólk starvast í føroyska tjóðarfl ogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2007 var 539 milliónir krónur. Atlantic Airways hevur sjey fl ogfør og fýra tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og grannalondunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi, Noregi og Svøríki. Harumframt er virksemið víðfevnt í øðrum londum við leigufl ogførum, og umleið helvtin av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasamband til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore fl úgving í Norðurhøvum. sansir.fo Døgg