Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 • 25. apríl 2008 Vikuskifti 4 Tá Andrew av Fløtum javnaði til 1-1 í dystinum millum KÍ og HB í Klaksvík sunnudagin, so var tað mál nr. 100 hjá honum fyri besta liðið hjá HB í landskappingini og í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrsta málið hjá Andrew í bestu deildini kom í Traðardali á Sandi. Talan var um 13. umfar í gomlu 1. deild, árið var 1997, Andrew økir um leiðsluna hjá HB til 2-0 í 21. minutti. Í seinna hálvleiki økir hann til 6-0. HB vinnur 9-0 á B71, og Andrew hevur skotið síni fyrstu 2 mál av teimum fyribils 100 fyrstu málunum fyri HB. Spældu á Fløtum Áðrenn Andrew fór at spæla skipaðan fótbólt, spældi hann fótbólt saman við stórabeiggj- anum Óla Hendrikki, og systkina- barninum Flóvini av Fløtum Jespersen á lítlu fløtuni, sum liggur millum Landavegin og Lambagerði, har sum barna- heimið hjá Andrew er. Teir spældu eisini á stóru trøðni á Fløtum, sum abbin Óla Hendrik eigur. Andrew er soleiðis ein av teimum fáu, sum kann reypa av at hava havt sítt eftirnavn nevnt eftir sínum fyrsta fótbóltsvølli. Komin í 1. flokk fór Andrew at spæla skipaðan fótbólt í HB, millum bóltsnillingarnar í hansara árgangi í HB vóru Eyðun Højgaard (kendur frá vantandi spæliloyvinum í 2005) og Búi Egason Dam, nú betri kendur millum manna sum Budam. – Búi er eitt hitt størsta talentið eg minnist at hava sæð á vøllinum, hann var heilt fantastiskur. Tað var synd, at hann mátti gevast orsaka av einum ryggskaða, sum 16 ára gamal, sigur Andrew. Spurdur hvussu nógv meistara- heiti hann vann í yngru deildunum smílist Andrew. – Ikki eitt tað einasta eitt. Eg vann mítt fyrsta føroyameist- araheitið við 1. deild hjá HB í 1998. B36 og NSÍ sótu á øllum árgangunum míni barna- og ungdómsár. Men tað undrar meg, at bara Jákup á Borg og René Tórgarð hava vunnið sær sætið í bestu deildini av mínum javnaldrum í B36. Spældi eisini hondbólt Andrew spældi eisini hondbólt til hann var 17 ára gamal. – Eg meini, at tað gekk rættuliga væl at standa í hond- bóltsmálinum, eg fekk eisini onkran dyst á besta mansliðnum hjá Neistanum. Ein saknaði felagsandan og hýrin frá skift- ingarrúminum, tí leitaði ein sær niðan í ítróttarhøllina at spæla hondbólt um veturin. Men komin upp í vaksnamannaárini var eingin ivi, tá eg skuldi eg velja. Nógva venjingin kravdi eisini, at eg satsaði uppá fótbóltin. Fyrstu árini spældi Andrew vinstru megin á miðjuni, seinni fór hann at spæla mitt á miðjuni, fyri síðani at verða fluttur út aftur í vinstru síðu. – Eg uppfati ikki meg sjálvan, sum ein “targetman” ella “tank-centreforward”. Hóast áleypari nú, so dugi eg væl at seta meg í rolluna sum offensivur miðvallarleikari. Tá Ion (rumenin) bleiv venjari í HB, høvdu vit eitt rættuliga offensivt útgangsstøðið, har Uni Arge var fremst, og eg og Jón Rói Jacobsen vóru beint aftanfyri á hvør sínari síðu. Tað var fyrst tá eg kom til Fremad Amager, at eg bleiv “plantaður” fremst í álopið. Tá mátti eg læra meg nøkur onnur kynstur, tí niðri var skúlingin meiri desiderað og málrættað uppá eina posisjón á vøllinum. - Í Føroyum havi eg meiri verið at kalla eitt “millumting”. Niðri lærdi eg at arbeiða við tí Av Fløtum til Amag Andrew um FC Amager FC Amager er ein ambitiøs verkætlan, sum mær dámar sera væl. Teir hava fólk til at stjórna felagnum, sum veruliga vita hvat tey fáast við. Vónandi sleppa fleiri føroyingar upp í part í felagnum, tað vil siga, um teir also eru nóg góðir at verða partur av hópinum. Tað skal ikki bara verða av miskunn. ... um Porkeri Porkeri er ein deilig bygd. Eg havi nógv góð minnir úr Porkeri frá barnaárunum. Tað var har ein fyrstu ferð var á floti, fekst við seyð, og skeyt sín fyrsta fugl við einari byrsu, sum vit “lántu”. Tað bygdarlív eg kenni til, tað er í Porkeri. Nú er tíverri ov sjáldan, at ein vitjar har. Men har er gott at verða, sjálvt um ein er “upsi”. Andrew av Fløtum hevur havt eina spennandi leið, sum fótbóltsspælari. Bæði við HB, landsliðnum og Fremad Amager. Tó tað hevur ikki bara gingið eftir ánni, skaðar hava eisini kastað sínar skuggar yvir fótbóltsyrkisleiðina Ítróttarprofilurin Heri Simonsen heris@sosialurin.fo