fríggjadagur 25. apríl 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 79 • 25. apríl 2008
ger - og heimaftur
eg hevði, ístaðin fyri at renna
við bóltinum, tí eg eri jú ikki av
skjótastu monnum.
Góð ár í Fremad
Andrew sær uppá tey 4 árini í
Fremad Amager, sum eina góða
tíð.
– Eg fekk nógv burtur úr
fótbóltsliga, men eg vil siga,
at eg fekk enn meiri burtur úr
persónliga. Tað vóru nakrir ótrú
liga fittir og festligir viðspælarar
eg hevði í Fremad Amager, og
tá vil eg serliga nevna Martin
Nielsen og Kenny Thorup. Vit
spældu altíð heimadystirnar
tíðliga sunnumorgun í kirkjutíð.
Av tí sama nevndu Fremad
viðhaldsfólkini heimavøllin í
Sundby Idrætspark fyri “Kirken”.
Tá tey sótu á stamvertshúsunum
seint leygarkvøldið søgdu tey við
hvønn annan, áðrenn teir fóru
heim í song: “Vi ses i kirken!”.
Summar heimadystir tá
ættin lá ímóti vøllinum kundu vit
lukta hasjroykin frá summum av
áskoðarunum. Fremad var eitt
ógvuliga serstakt arbeiðarafelag
við einari serstakari áskoðara
mentan.
Andrew er spentur uppá FC
Amager ætlanina hjá Toda
Jónssyni, og vónar hann, at tað
fer at ganga væl hjá samanlagda
felagnum.
Fyrsta dystin í 1996
Andrew fekk sín fyrsta dyst á
besta liðnum hjá HB í 1996. Hann
minnist, at tað var ímóti KÍ, og
at táverandi HBvenjarin, Jóhan
Nielsen, bað hann fara inn og
njóta teir síðstu minuttirnar av
dystinum. Í 1997 fekk hann tey
3 fyrstu málini á besta liðnum,
og í 1998 skeyt hann aftur 3
mál í landskappingini, men tá
skoraði hann eisini í finaluni í
kappingini um løgmanssteypið,
tá HB vann 20 á KÍ í finaluni.
Hetta árið vunnu teir eisini
Føroyameistaraheitið.
Andrew var glaður fyri at
sleppa at spæla á liðið saman
við monnum, sum Jens Erik
Rasmussen, Róa Árting, Una
Arge, Kaj Leo Johannesen, Allan
Mørkerø, Hans Fróða Hansen og
Jóhannus Joensen. Andrew var
eisini glaður fyri Ion, sum venjara.
– Ion var mín “mentor”. Hann
hevði stóra ávirkan á meg, hann
fekk meg burtur úr “amatør”
hugsunnarháttinum, og fekk meg
at gerast mentalt vaksnan uppá
tann harða mátan. Eg gjørdi,
sum hann gav boð um. Bað hann
meg renna fimm rundir eyka, ja,
so gjørdi eg tað. Men hann var
rættvísur, og hann lønti mær aftur
við at vísa mær álit og geva mær
spælitíð á besta liðnum.
Mundu komi víðari
Sama árið mundi HB leikt seg
víðari í UEFACup. Andrew legði
upp til Súna Fríða Johannesen,
sum skoraði bæði málini í 20
sigrinum á Svangaskarði ímóti
Vaasa úr Finnlandi. Í returdyst
inum vóru teir aftanfyri 03, tá
hevði Súni Fríði ein risamøguleika
at skora til 13, og at senda HB
víðari uppá útivallarmál, men
ólukkutíð so tók Súni Fríði ikki
kjansin tá hann beyðst.
Árið eftir vóru teir aftur í Finn
landi, tá fingu teir 11 heima, og
taptu 05 úti. Andrew var eisini
á Kýpros, heima í mjørkanum
fingu teir 11 ímóti Apoel, men
teir blivu væl og virðiliga grilaðir
í hitanum niðri í Kýpros, og taptu
teir eisini 60.
– Eg vil kortini siga, at tað
er besti túrur eg havi havt við
nøkrum fótbóltsliði. Hann var
ótrúliga góður.
Í landskappingini komu so
nøkur misjøvn ár, í 1999 hilnaðist
einki serligt, í 2000 misti teir á
stokkinum, bæði í landskappingini
og í steypakappingini. 2001 var
eitt vána ár, Andrew var illa
skaddur, og HB gjørdist nr. 7,
sum er søguliga vánaligt fyri
felagið. Í 2002 og 2003 reistist
HB kortini aftur, og við Andrew
í einum avgerandi leikluti vunnu
teir Føroyameistaraheitið. Sama
heystið byrjaði hann uppá tíðina í
Fremad Amager.
Við á landsliðunum
Sum ungur spælari spældi
Andrew við á U17 og U19
landsliðunum. Hann minnast, at
Eysturríki vóru gestaluttakarar í
norðurlandameistaraskapinum
fyri U17 lið í Vejle. Hetta var í
1996. Eysturríki vann 71, men
Andrew gleddist stórliga um
málið hann skeyt. Í U19 høpi
var eitt tað besta minnið, tá teir
leiktu ímóti Fraklandi og Svøríki
í Kalmar í Svøríki. Teir taptu
heiðurliga 02 ímóti Fraklandi,
sum hevði ein ávísan Nicolas
Anelka á liðnum. Andrew minnist,
at Anelka kom við privatflogfari
til kappingina, hann spældi við
Paris Saint Germain tá. Andrew
harmast, sum so mangur annar,
at U21 landsliðið ikki er komið
upp at standa fyrr enn nú,
tí bindiliðið millum U19 og
Alandsliðið hevur manglað.
Fyrstu ferð Andrew var úttikin til
Alandsliðshópin var til útidystin
í Sveis, tá Føroyar taptu 15 á
útvølli, hetta var í 2000. Andrew
og Christian Høgni Jacobsen
debuteraðu báðir á vári í 2001
ímóti Svøríki í stóru innandura
høllini í Växsjö í Svøríki, tá
eydnaðist at fáa ein 00 javnleik.
Andrew hevur skotið eitt lands
liðsmál ímóti Kasakstan, men
hann hevur rakt yvirleggjarin
ímóti bæði Hollandi og Skott
landi. Hann metir dystirnar ímóti
Fraklandi, Hollandi, Italia og
Týsklandi at verða tær størstu
upplivingarnar, serliga útidysturin
ímóti Týsklandi á Niedersachsen
Leikvøllinum í Hannover.
– Tað var fantastiskt at hoyra
1.000 føroyskar áskoðarar syngja
tjóðsangin 5 minuttir áðrenn
tíð. Aftaná dystin fóru vit yvir at
heilsa uppá føroysku áskoðarnar
og takka teimum fyri stuðulin.
Tá vit ganga tvørtur um vøllin
aftur, tá leggja vit til merkir, at
allir teir týsku áskoðarnir standa
og klappa fyri okkum. Tað var ein
óbeskrivilig kensla!
Andrew ásannar, at tað hevur
verið langt í millum snapsirnar á
landsliðnum nú. Hann er kortini
nøgdur við fyrru helvtina í 2007,
tá landsliðið sýnti gott spæl ímóti
Georgia, Skotlandi og Italia. Men
hann harmast um, at nógv fólk
eru so neilig, og at tey ynska
nærmast, at landsliðið verður
avtikið við lóg. Hann metir, at fólk
seta órímilig krøv, og at tungar
byrðar eru lagdar á landsliðið
til komandi undankapping. Men
hann vónar, at landsliðið hórar
undan. Sjálvur hevur hann skrivað
undir ein 4ára sáttmála við HB,
og har ætlar hann røkka sínum
málum fyri fyrst.
Navn: Andrew av Fløtum
Føddur: 13. juni 1979
Starv: Fótbóltsspælari og
veitingarmaður (Baresso)
Feløg: HB og Fremad
Amager (fótbóltur) og
Neistin (hondbóltur)
Fakta
... um Rók av Fløtum Jespersen
Rókur er ein eminentur “verjuupplirkari”. Hann er ein spælari, sum eitthvørt
lið hevur brúk fyri, og sum álopsspælarar elska at verða í liði saman við.
Hann er ein inteligentur spælari, sum kennir rennimynstrini hjá sínum
viðleikarum. Sum systkinabarn eri eg sjálvandi ógegnigur, men eg meini
eisini, at hann er eitt gott menniskja.
... um Liverpool FC
Eg gleði meg til báðar hálvfinalurnar í Champions League
ímóti Chelsea. Annars hevur avrikið hjá Liverpool verið
øgiliga misjavnt, men nú eru teir so byrjaðir at vinna á
teimum smærri liðunum, og nú skora teir so í hvørjum
dysti. Torres og Gerrard eru tveir fantastiskir spælarar, men
mín stóra útlendska fyrimynd er also Alexander del Piero.
Andrew av Fløtum skal í ár royna at
skjóta HB til gull í Formuladeildini.
Farna vikuskiftið gjørdi hann mál
nummar 100 fyri HB
Mynd: Álvur Haraldsen