leygardagur 30. juni 2001síða 32
‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 123 - 30. juni 2001
Nr. 123 - 30. juni 2001
31
gult30 cyan30 magenta30 svart30
gult31 cyan31 magenta31 svart31
TILTØK
AA-fundur í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld og leygar-
kvøld kl. 19 – (á loftinum,
inngongd niðanfyri).
AA-fundur
í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl.
20 í húsinum norðanfyri
skúlan. Á Glyvrum hvønn
fríggjadag kl. 20 í Hvíta-
skúla. (gamla læraraíbúð-
in).
Javni
Skrivstovan er stongd
vegna summarfrí. Ringjast
kann til ein av nevndar-
limunum.
Eirikur Dam, tlf. 422087
Jógvan Elias á Løgmans-
bø, tlf. 317686
Jarvin Feilberg Hansen, tlf.
320237
Malena Arnholdsdóttir, tlf.
441395
Diana í Puntabyrgi, tlf.
316510 – fax 310557
email:
punta@post.olivant.fo
Spælistovan í Meinig-
heitshúsinum í Havn
er opin mánadag-mikudag
og hósdag frá kl. 9.00-
12.00 fyri foreldur at
børnum uttan ansing.
LFÚ-skrivstovan
hevur opið týsdag og hós-
dag millum kl. 13 og 17.
LFÚ-ráðgevingin hevur
opið týsdag og hósdag frá
kl. 16-18.
LISA
skrivstovan hjá Listafólka-
sambandi Føroya í Dj. í
Geilsgøtu 1 er opin
mánadag kl. 14-18 og
hósdag kl. 14-20. Teldu-
postur lisa@lisa.fo –
heimasíða www.lisa.fo
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið
á tlf. 317200
Skrivstovan er opin frá kl.
10 til 17, og hósdagar til
kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
KRIS í Føroyum
Ráðgevingar og viðtalu
telefonin er nú opin hvørt
mánakvøld og hóskvøld á
tlf. 458181 frá kl. 20-22.
Møguleiki er eisini fyri at
skriva beinleiðis til felagið
á adressu: KRIS í
Føroyum, boks 345, 700
Klaksvík.
Amnesty
International
Føroya deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Skrivstovan er opin:
Mánadag, mikudag og
fríggjadag frá kl. 13–17.
Føroyskir fiskimenn
uttanlands, tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar
fiskimenn í Canada, Svø-
ríki, Danmark, Íslandi og
Noregi. Limagjald 200 kr.
um árið. Postgiro 57894.
Fø. Sparikassi 442027-8.
Felagið Føroyar-Kuba
P. O. Box 2055, 165 Argir.
Tlf./fax 312098
Teldupostur:
far_cuba@hotmail.com
Viðtala eftir avtalu.
MBF
Skrivstovan er opin allar
gerandisdagar millum kl.
9.00 og 16.00. Vit hava
stongt vegna summarfrí
frá 5. juli til 15. august.
Tlf. 317373 · Fax 310813
e-mail:
mbf@post.olivant.fo
Deyvafelag
Føroya
Skrivstovan er opin mána-
dag til hósdag frá kl. 10.00
til kl. 15.00. Tlf. 31.7597,
fartlf. 22.2381, skrivitlf.
31.6929 fax 31.3609 og
teldupostadr. deaf@post.-
olivant.fo
heimasíðan: www.deaf.fo
Cøliakifelag Føroya
Postadr.: MBF-húsið,
Íslandsvegur 10C.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð, men sam-
band við felagið fæst við
at ringja til onkran av
nevndarlimunum:
Annegreta tlf. 448664
Beinta tlf. 310574
Henning tlf. 314783.
Giktafelag Føroya
Skrivstovan er stongd í
summarfrítíðini. Lýst
verður tá opið er aftur.
Nýrafelagið
Postsmoga 1063
110 Tórshavn.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð, men sam-
band fæst við felagið á
e-mail:
thomsen1@post.olivant.fo
Tlf. 315928, Odny
Tlf. 315786, Karin Elisa
Tlf. 315673, Katrin
Føroya
Astma/Allergifelag
MBF-húsið
Íslandsvegur 10c
Tlf./fax 311419
Føroya Felag Móti
Krabbameini
Ráðgevingarstovan er opin
mánadag til fríggjadag, við
telefontíð frá kl. 13-15.
Tlf. 31 79 59,
telefax 31 57 27.
E-mail:
ffk@post.olivant.fo
Epileptikarafelag
Føroya
Postadr.: MBF-húsið, Ís-
landsvegur 10 C. Felagið
hevur ikki fasta skrivstovu-
tíð, men samband við fel-
agið fæst á tlf. 313978,
Randfríð Sørensen, ella tlf.
319793, Mari Johannesen.
Ráðgevingin fyri
føroyingar í Danmark
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Tlf. 33239980
Fax: 33239234
Teldupostur:
fo.raadgivning@get2net.dk
Hjálp og vegleiðing í sosi-
alum, persónligum og
lestrarligum spurningum.
Opið er: Mánadag, týsdag
og hósdag kl. 11.30-15.30,
mikudag kl. 14-18, fríggja-
dag stongt (donsk tíð).
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Hvør er Jesus?
Í kirkjunum verður í morgin prædikað yvir tey bæði
líknilsini, sum standa at lesa hjá Lukasi evangelistur í
15. kapitli, versini 1-10: Líknilsið um hin burturmista
seyðin og líknilsið um hin burturmista peningin. Hvat
vildi Jesus við hesum smásøgum? Millum annað vísa
okkum, hvør ið hann er. Tí segði hann tey á fyrsta sinni.
Har eru nakrir farisearar og skriftlærdir, sum knarra
og skelda og eru misnøgdir um, at Jesus fagnar
syndarum og etur saman við teimum. Tað kemur ikki
væl við hjá hesum lógtrúgvu jødum, at allir tollarar og
syndarar halda seg nær at Jesusi fyri at lýða á hann. Teir
skilja bart út ikki Jesus, hann eins og minkar í virði í
eygum teirra. Heldur enn at geva seg í orðaskifti við
teir, velur Jesus at svara teirra undran og ábreiðslu við
líknilsum. Við teimum kann kann lýsa sitt kall og sín
gerning, við teimum kann hann gera farisearunum tað
greitt, hví hann er teirra millum, hví hann yvirhøvur er
komin til jarðar.
Vit hava lært at kalla Jesus okkara frelsara. Men hava
vit eisini gáað um, hvat hetta navnið ber í sær:
- av kærleika og umsorgan
- av ósjálvsøkni og offurvilja
- av sorg og líðing?
Liknilsini hjálpa okkum til at síggja eina mynd av
Guðs soni, sum kom til jarðar fyri at frelsa okkum.
Sum ikki spardi nakað, sum ikki gavst á hondum, men
fullgjørdi frelsuverkið. Tað skotska skaldið Elisabeth
Clephane hevur sæð myndina av tí krossfesta í
líknilsinum um seyðamannin, sum gongur um fjøllini
og leitar, til hann finnur seyð sín, og um konuna, sum
tendrar ljós og sópar húsið og ongan ómak sparir, til
hon finnur drakmu sína. Hoyrið bara, hvussu skaldið
syngur:
Men eingin av teim bjargaðu veit,
hvør torfør var henda ferð,
ei heldur, hvat hirðin leið og sleit
í síni frelsaragerð.
Hann leitaði dag, hann leitaði nátt,
í djúpum gjáum, í homrum hátt.
Og hyggið, har gjøgnum alt skursl og grót,
har liggur ein blóðug slóð;
tí steinar skóru hans hond og fót,
so blóðsporið eftir hann stóð!
Við úlvin so grimliga bardist hann,
so hjartablóðið hans tað rann.
Við báðum líknilsunum letur Jesus fariseararnar og
okkum við síggja, hvør ið hann er. Hvør ið
frelsaragerningur hansara er: at menniskjusonurin er
komin at leita upp hitt farna og bjarga tí. At hann er hin
góði hirðin, sum setur lív sítt til fyri seyðirnar.
Jákup Reinert Hansen
Súni Christiansen, Tórshavn, hevur lokið prógv sum
civilverkfrøðingur í umhvørvistøkni við Aalborg
Universitet.
Maja Akraberg Hansen hevur lokið prógv sum tví-
málsligur siviløkonomur á Handilsháskúlanum í År-
hus.
Í dag, 30. juni kl. 14.00 giftast í Vesturkirkjuni Judith
Eysturtún Joensen og Jógvan Rubeksen, bæði úr Tórshavn.
Í dag, 30. juni kl. 14.00 giftast í prestagarðinum í
Sandágerði Eyðhild S. Dam av Argjum og Herfinn Hansen úr
Sørvági.
Í dag giftast Unn Andreasen, Haldórsvík og
Hjartvard Hansen, Rituvík. Adr.: Signabøur.
Í dag, 30. juni kl. 16.00 giftast í Havnar kirkju Gitte
Wernicke og Dávid Fjallsbak, bæði úr Havn. Veitslan verður
í B36-húsinum fyri innbodnum.
Í dag giftast í Kastes kirke Gerda Jónsdóttir,
Hósvík
og
Thomas
Hensing,
Keypmannahavn.
Brúdleypsadr.: Nordborggade 4, 4tv 2100 København Ø.
Í dag kl. 15.00 giftast í Sandavágs kirkju Maria
Ellefsen, Sandavágur og Jens Tummas Næss, Tórshavn.
Veitsla verður í Argja Róðraneysti kl. 19.00 fyri innbodnum.
Í dag, 30. juni kl. 17.00 giftast í Fuglafjarðar kirkju
Elsebeth Maria Abrahamsen úr Fuglafirði og Djóni á
Boðanesi úr Havn. Veitslan verður fyri innbodnum í
bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00.
Í dag, 30. juni kl. 17.00 giftast í Kirkjubøar kirkju
Guðrið Tórsheim og Jóannes Patursson. Veitsla verður fyri
innbodnum í Kirkjubø kl. 19.00.
Leygardagin 7. juli kl. 14.00 giftast í ELIM í
Søldafirði Lis Egholm, Fuglafjrøður og Dánial Hansen,
Glyvrar. Brúðarveitslan verður fyri innbodnum í John´s
Restaurant, Saltangará kl. 18.00.
Leygardagin 7. juli kl. 14.00 giftast í Miðvágs
kirkju Sólfríð Jacobsen og Bjørn Fjallsbak, Miðvágur.
Døgurði verður fyri innbodnum kl. 17 og vælkomst verður kl.
21 í bygdarhúsinum í Miðvági.
Leygardagin 7. juli kl. 14.00 giftast í Tvøroyrar
kirkju Turid Vang Jacobsen, Froðba og Sakaris Frederiksen,
Porkeri. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í
Gistingarhúsinum í Øravík.
Fríggjadagin 13. juli kl. 17.00 giftast í Leirvíkar
kirkju Ann-Mari Heinesen, Leirvík og Jan E. Petersen,
Klaksvík. Veistlan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl.
19.30. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp,
vera vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 443254, 456480 ella
252070 áðrenn 2. juli.
Leygardagin 14. juli kl. 16.00 giftast í Kunoyar
kirkju Marita Wang Sigurðsson, Tórshavn og Jógvan
Vilhelm, Kunoy. Vælkomst verður í Skálanumí Klaksvík kl.
19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma,
vinarliga sigi frá áðrenn 1. juli á tlf. 455168 ella 456811.
Hósdagin 19. juli kl. 18.00 giftast í Havnar kirkju
Ingunn Ósk Eiriksdóttir, Lopra og Heini Weihe, Tórshavn.
Veitslan verður fyri innbodnum í Havnar klubba kl. 19.30.
Leygardagin 21. juli giftast í Hvalbiar kirkju Elisa-
beth Norðberg Eið, Hvalba og Svein Eliasen, Tórshavn,
búsitandi Viborg. Brúdleypið verður hildið í Roynhøllini kl.
19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp,
verða vinarliga biðin um at ringja tlf. 319917, 375295 ella
0045 87254758 innan 5. juli.
Leygardagin 21. juli giftast í Hósvíkar kirkju Birgit
Christensen og Lars Bisgaard Kristensen, Hósvík. Vígslan
verður kl. 16.00 og veitslan verður í bygdarhúsinum kl.
19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp,
verða vinarliga biðin um at ringja tlf. 422127, 422215 ella
220957 innan 11. juli.
Leygardagin 21. juli kl. 17.00 giftast í Sørvágs
kirkju Tordis Nielsen, Sørvágur og Kim Lorenzen,
Sønderborg. Tey, ið ætla at gleða brúðarparið við at koma í
brúdleyp, verða vinarliga biðin at siga frá innan 7. juli á tlf.
332149 ella 321464.
Leygardagin 21. juli kl. 14.00 giftast í Havnar
kirkju Sunrid Petersen, Argir og Leivur Ree Torvadal,
Tórshavn. Veitsla verður fyri innbodnum Millum Gilja 89
Hoyvík, kl. 19.00.
Leygardagin 21. juli giftast í Christianskirkjuni í
Klaksvík Finngerð Sólbjørg og James Forbes Clark,
Luxemburg. Vígslan verður kl. 15.00. Veitslan verður á Hotel
Norð, Viðareiði kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum á
hjúnabandsdegnum, verða vinarliga biðin um at siga frá helst
áðrenn 9. juli á tlf. 456423 ella 452002.
Leygardagin 21. juli giftast í Hvalbiar kirkju
Elisabeth Norðberg Eið, Hvalba og Svein Eliasen, Tórshavn,
búsitandi Viborg. Brúdleypið verður hildið í Roynhøllini kl.
19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp,
verða vinarliga biðin um at ringja á tlf. 319917, 375295 ella
0045 87254758 innan 5. juli.
Leygardagin 4. august kl. 15.00 giftast í Havnar
kirkju Gunnvør Olsen, Syðrugøta og Gunnar Oluf Weihe,
Tórshavn. Veitslan verður hildin í Pálsstovu kl. 19.00. Tey, ið
vilja gleða brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um
at siga frá á tlf. 310306, 441459 ella 313897, áðrenn 21. juli.
Til ber eisini at tekna seg á teldupost: geo@post.olivant.fo
PRÓGV
BRÚDLEYP
www.in.fo/havnarbio
Undanfrumsýning
Leygardagin 30.06.kl. 2300
(Frumsýning 14.09.)
Leygardagin 30.06.kl. 2330
Sunnudagin 01.07.kl. 2230
Undanfrumsýning
Sunnudagin 01.07.kl. 2200
(Frumsýning 06.07.)
Leygardagin 30.06.kl. 2030
Sunnudagin 01.07.kl. 1930
Leygardagin 30.06.kl. 2100
Sunnudagin 01.07.kl. 2000
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
C
M
Y
K
31
30
Toll- og Skattstova Føroya
Streymoyar Øki
Størv leys at søkja
Á Toll- og Skattstovu Føroya, Streymoyar Øki, eru
hesi størv leys at søkja:
Posttolldeildin: Eitt avloysarastarv niðursetta tíð
til setan umleið 1. september og eitt ár fram, og
eitt fast starv fulla tíð.
Í báðum førum umfatar starvið kannan og edv
viðgerð av tollingaráheitanum og annað arbeiði í
sam-bandi við tollavgreiðslu.
Umsøkjarar við royndum innan tollarbeiði hava
fyrimun.
Kassin á Tollbúðini: Eitt fast starv fulla tíð sum
hjálparfólk við kassan. Arbeiðsuppgávur: Vanligt
kassaarbeiði, inn- og útgjøld umframt annað ar-
beiði í samband við kassan.Umsøkjarar við kunn-
leika til kassa/avgreiðsluarbeiði hava fyrimun.
Virkiseftirlitsdeildin: Eitt fast starv fulla tíð.
Arbeiði umfatar málsviðgerð og eftirlit innan
skatt, toll og avgjøld. Ynskjandi er, at umsøkjarar
hava í minsta lagi HH prógv e.l. og hava viðkom-
andi útbúgving og royndir innan umsiting.
Skattadeildin: Eitt fast starv fulla tíð. Arbeiðs-
uppgávan umfatar partafelags/roknskapar-líkn-
ing, eftirlit og annað arbeiði í hesum sambandi.
Ynskjandi er, at umsøkjarar hava í minsta lagi HH
prógv og royndir innan roknskapararbeiði.
Toll- og Skattstovan bjóðar starvsfólkunum yms-
ar innanhýsis útbúgvingar. Møguleiki er eisini at
útbúgva seg uttanhýsis við ávísum stuðli frá
stovninum. Kravt verður, at viðkomandi, ið settur
verður, luttekur í øllum viðkomandi innanhýsis
útbúgvingum,og helst eisini í viðkomandi uttan-
hýsis útbúgvingum.
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sátt-
mála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmanna-
felagið.Lønin verður ásett eftir útbúgving og við-
komandi starvsroyndum.
Setanarøkið fevnir um aðalstýrini, løgmansskriv-
stovuna og deildir hennara, og tann, sum settur
verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støð-
um, um tað verður kravt.
Nærri frágreiðingar um størvini fáast við at seta
seg í samband við Eyðfinn Hansen, tlf. 310260.
Størvini verða at seta august/september í ár, og
skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum,
ummælum v.m. skulu sendast til
Toll- og Skattstovu Føroya
Streymoyar Øki
Postboks 3139
110 Tórshavn
innan 25. juli 2001.
Uppsetan og skipan
av barrum
Brúdleyp
Rundar føðingardagar
Starvsfólkaveitslur
Ársveitslur
Reseptiónir
og tílíkt
Til:
Hans á Lag Sp/f
Tlf. 21 93 83
hanslag@post.olivant.fo
Sosialurin 311820