Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-30, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 82 - 30. apríl 2008 lýsingar Yvirlýsing Fleiri arbeiðsgevarar halda ikki sáttmála- ásetingarnar um flytan av prosentgjøldum til eftirløn og lívstrygging hjá arbeiðsfólki Alsamt fleiri arbeiðsfólk hava gjørt vart við, at arbeiðsgevarar flyta ikki prosentgjøldini sambært sáttmálanum. Hesir somu arbeiðsgevarar eru eisini givnir við at trekkja prosentgjøldini til lívstrygging og limagjøldini. Avleiðingin av hesum er: • at arbeiðsfólkini hjá hesum arbeiðs- gevarum ikki spara upp til ellisár síni, og • at hesi arbeiðsfólk ikki eru dekkaði av samhaldsføstu lívstryggingarskipan okkara. Lívstryggingarskipanin Samhaldsfasta lívstrygging okkara fevnir um: • útgjald um arbeiðsfólkið fær eina av teimum hættisligu sjúkum, sum nevnd er í tryggingartreytunum. • útgjald um barn hjá arbeiðsfólkinum fær eina av teimum hættisligu sjúkum, sum nevnd er í tryggingartreytunum, • útgjald til tey sum eftir sita, um arbeiðsfólkið doyr, • útgjald við 67 ára aldur til tey arbeiðs- fólk, sum í 10 ára hava verið við í skipanini. Áheitan til limir okkara. Føroya Arbeiðarafelag fer at almannakunn- gera nøvnini á teimum arbeiðsgevarum, sum ikki halda galdandi sáttmála. Vit skulu tí heita á allar limir okkara um at kanna um alt er í lagi við lønarseðlunum. Um lønarseðilin ikki er í lagi, so verða lim- irnir bidnir um at venda sær til felag okk- ara. Tórshavn, tann 17.04.2008 Føroya Arbeiðarafelag Ingeborg Vinther Føroya Arbeiðarafelag Til Sølu Um hóskandi boð fæst • Komatsu PC130 árg 2003 • Koyrt 3800 tímar • Hydrauliskt skifti v/3 skuffum • Hydraulik til brekkara Áhugað ringið tlf 213577 Summarhús til sølu í Kvívík Um hóskandi boð fæst, eru matr. nr. 81 Uppi í Trøð 1, ið er partur av langari lon við tilhoyrandi hjalli, til sølu. Húsini, sum eru 34 m2, hava nýggj vindeygu, bjálvaði og eru klødd við timbri. Húsini eru í 3 hæddum, allar hæddir eru innrættaðar. Hava tit fyrispurningar eru tit vælkomin at ringja á tlf. 212907 ella 421265.