fríggjadagur 2. mai 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 2. mai 2008
11
tíðindi
religión og hvussu ein ikki-
kristin klárar seg í einum
kristnum samfelag. Tað, at vera
fremmandur og royna at tilpassa
seg. Sovorðin ting, sum eru
aktuell allastaðni. Tað er ein
svartur maður í einari
siviliseraðari verð. Men tá alt
kemur til stykkis, er tað hann,
sum er tann mest siviliseraði, og
tað er tann reina fasadan, ið
borgaraliga samfelagið hevur,
sum faktiskt er tann størsta
kreppan.
- Hetta ikki ein klassisk
uppseting av einum Shakespeare
leiki, men tað er eisini ein partur
av tí stuttliga við at gera hetta.
Tað er altíð spennandi at sleppa
at eksperimentera við klassiskum
leikum. Og tá tú ert so væl á
bylgjulongd við leikararnar,
blívur tað bara betri.
Hørð venjing
- Eg hevði ongantíð sæð hesi
fólkini, fyrr enn eg hittist við
teimum fyrstu ferð at tosa um
leikin. Tey hava sum so ongan
teknikk. Men tey hava eina rúgvu
av vilja og entusiasmu. Tey vilja
útfordra seg sjálvi, og skalt tú
útfordrast, jamen so mást tú gera
tað sjálvur. Tey eru eisini løtt at
samstarva við. Tey lurta og vilja
útvikla seg. Og alt hetta hevur
elvt til, at projektið er blivið
ordiliga professionelt við einum
stórum budgetti. Tað er ein
langur listi av professionellum
fólki, ið eru involverað.
- Tey hava eisini arbeitt
skidehart nú ígjøgnum tríggjar
mánaðar. Men tað hevur
ongantíð verið nakar, sum hevur
grenjað ella verið skuffaður. Tey
koyra bara á og pressa seg
sjálvan. Og eg eri imponeraður,
tí tey gera tað ólukksáliga væl.
Faktiskt varð eg imponeraður av,
at tey yvirhøvur kendu
Shakespeare, so ung tey eru,
sigur Hans, meðan smílibondini
hála í vinstra munnklovan.
At skapa eitt upplivilsi
- Tað hevur stóran týdning, at tey
sleppa at útfolda seg. At mann
ikki læsir tey inn í rammur, men
letur tey sjálvi finna útav, hvussu
tú gevur eitt upplivilsi víðari. At
tú ikki endiliga skalt liva teg so
ólukksáliga nógv inn í eina rollu,
men at tú dugir at gera rolluna
sjálvur, soleiðis at áskoðarin
fangar tað. Tað kann nevniliga
vera farligt at fara ov langt inn í
teg sjálvan, tí tú kanst enda við at
gloyma tann persónin, ið er við
síðun av tær og skal taka ímóti tí,
tú úttrykkir. Men hesir
leikararnir klára tað væl. Tey
hava kastað seg út, har tað er
djúpast, men tey eru ikki
druknað. Eg eri bara glaður fyri
at sleppa at vera við til at hjálpa
teimum at fáa hetta produktið
framm, tí at hetta er líka
mennandi fyri meg, sum tað er
fyri tey.
Nær og hvar?
Leikurin verður frumfram
sýndur í morgin, leygardag 3.
mai í Sjónleikarhúsinum. Av tí
at Sjónleikarhúsið eisini er
útleigað til onnur endamál,
vera einans 12 sýningar, og
síðsta sýningin er tískil 14. mai.
Hvør?
Leikararnir aftanfyri
sjálvstøðuga leikbólkin
»Huðrar« eru: Sóley Danielsen,
Búi Rouch, Durita Dahl
Andreassen, Dávur Djurhuus,
Tjóðhild Patursson, Jákup
Wardum og Edvard Skúvadal.
Tónleikararnir eru: Búgvi J.
Magnusson, John Ivar Venned,
Ísak Petersen, Mattheas
Westerlund Kapnas og Kjartan
Nolsøe Jespersen.
Hans Tórgarð er leikstjóri og
hevur skrivað leikritið við støði
í umsetingini av Othello eftir
Hanus Kamban.
Jóna K. Thomsen er koreograf.
- Hetta er ikki nakar musikal, men totalteatur við
dansi og tónleiki. Onkrastaðni hava vit koyrt allan tekst
burturúr scenunum, og lata rørslurnar og tónleikin
fortelja ístaðin. Jóna Thomsen er koreograf, og vit hava
eitt fimm mans orkestur at framføra við okkum, greiðir
Hans Tórgarð frá um uppsetingina av sjónleikinum
Ein av scenunum í Shakespeare-leikinum Othello,
sum verður frumframsýndur í Sjónleikarhúsinum
leygardagin
Hans Tórgarð er leikstjóri av leikinum Othello eftir Skakespeare og hevur skrivað leikritið við støði í umsetingini eftir Hanus Kamban
Arnbjørn heldur fram
Eftir aðalfundin hjá Rithøvundafelag Føroya 30. mars 2008, hevur
nevndin nú skipað seg. Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð heldur fram
sum formaður, meðan Carl Jóhan Jensen og Zakarias Wang halda
fram sum ávikavist næstformaður og kassameistari. Sólrún
Michelsen, sum er nýggj í nevndini, verður skrivari, og Marjun
Syderbø Kjelnæs heldur fram sum nevndarlimur. Tiltakslimir eru
Rakel Helmsdal og Kim Simonsen, og tey eru bæði nývald. Nú
eru 105 limir í felagnum.