Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 83 - 2. mai 2008 ] Bayern vórðu eyðmýktir Russiska liðið, Zenit Sankta Pætursborg er í UEFA Cup-finaluni, sum verður leikt á City og Manchester Stadium 14. mai. Zenit vann knúsandi 4-0 stórsigur á stjørnunum úr Bayern München í gjárkvøldið. Hálvleiksstøðan var 2-0. Fyrri dysturin á Allianz Arena í München endaði við javnleiki 1-1, og gjørdist sostatt talan um samlaðan 5-1 sigur til russiska liðið. Longu í 5. minutti legði Pavel Pogrebnyk Zenit á odda 1-0. Í 39. minutti økti Konstantin Zyrianov til 2-0. Zenit legði aftur hart út í 2. hálvleiki, og longu í 53. minutti skoraði Victor Fayzulin til 3-0, og stórt korter fyri leiklok endaði Pavel Pogrebnyk málveitsluna í Sankta Pætursborg, tá hann setti eitt dundurskot í netið hjá Oliver Kahn. Talan var um seinasta dystin hjá Oliver Kahn á altjóða pallinum. Vanlukkuligt Hóast Bayern München er týskur steypavinnari og við vissu verður týskur meistari, so vigaði tapta hálvfinalan í gjárkvøldið heilt nógv. Tað frægasta, sum venjarin, Ottmar Hitzfeld, fekst at siga um dystin, var, at hetta var ein vanlukka. – Avrikið var vanlukkuligt. Vit royndu. Men tað er bara dagar í fótbólti, har einki eydnast. Tú kanst ikki gera slík mistøk í verjupartinum, tá tú spælir í Europa, segði Hitzfeld við týska Kicker. Framrættaðu spæl­ ararnir á landsliðnum hava ilt við at finna vegin til meskarnar í mótstøðumálunum, og miðal máltalið higartil er 3,0 Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Mikukvøldið var 5. umfar í Formuladeildini fingið frá hondini. Úrslitini vóru so- leiðis, sum tað kundi rokn- ast við, og tað hevði við sær, at tað gjørdist tættari bæði í toppinum og í botn- inum. Í toppinum er EB/Streym- ur nú undir liðini á HB, og NSÍ hevur við sigrinum á ÍF togað seg upp undir lið- ina á B36. Men tað kundi havt sæð øðrvísi út, um ÍF hevði havt marginalirnar á sínari síðu. Burtur úr tveimum teimum aseinastu umførunum hava uppflytararnir fingið eitt stig. Mikukvøldið misnýttu teir brotsspark í síðstu løtu, og harvið mistu teir eitt stig á stokkinum. Bólturin rakti í tvørtræið, tá ið Áki Peter- sen royndi seg úr ellivu metrum. Síðstu lítlu løtuna ímóti KÍ raktu fuglfirðingar tvær ferðir í tvørtræið. Høvdu marginalirnir verið við, so hevði ÍF verið oddalið við tólv stigum. Nú hevur ÍF sjey stig! Í botninum lættu bæði B68 og KÍ sær við sigrum á. Hesi bæði liðini hittast á Svangaskarði sunnudagin, og hjá møguligum vinnara av tí uppgerðini fer síðsta hálva vikan at bera stóra úrtøku við sær. Í altjóða høpi var tað merkisvert, at vinstri vong- verji á landsliðnum hesa ferð ikki var millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ. Tað var eisini merkisvert, at tað tykist vera torført hjá teim- um fremstu á landsliðnum at finna vegin til meskar- nar. Christian Høgni Jacobsen og Andrew av Fløtum eru við til at manna álopið hjá HB, sum er oddalið. Men hesar seinastu vikurnar hev- ur tað gingið illa við mál- skjótingini. Tríggjar ferðir hesa seinastu tíðina hevur úrslitið verið málleysur javnleikur: í fyrru hálvfinal- uni í steypakappingini, í landskappingardystinum á Toftum og mikukvøldið í landskappingardystinum ímóti B36. Rógvi Jacoben hevur skorað fáu landsliðsmálini, sum Føroyar hava fingið seinastu nógvu ferðirnar. Í Noregi skoraði hann nakrar ferðir í fyrstu dystunum. Tær seinastu ferðirnar hev- ur hann ikki funnið vegin til meskarnar, men kanska goymir hann málini, inntil landsliðið aftur skal í eldin. Samantalda máltalið í hesum umfarinum var trett- an ella tað sama, sum tað var bæði í 2. og 3. umfari. Í 4. umfari vórðu bara ellivu mál skorað. Tað hevur altso verið rættuliga málfátækt. Einasta ferðin, at málverj- arnir ofta hava verið í neti- num eftir bóltinum, var í 1. umfari, tá ið 25 mál fóru ígjøgnum. Tá vórðu níggju skorað í Gundadali, tá ið HB vann 8-1 ímóti Skála. Higartil eru spældir 25 landskappingardystir. Saml- aða máltalið er 75 ella í mið- al snøgliga 3,0 mál. Flest mál hava HB og EB/ Streymur skorað (13 í part), og fægst mál hevur B68 skorað. Toftamenn hava higartil bara skorað tríggjar ferðir. 5. umfar verður næstu dagarnar. Sunnudagin ÍF- B71, B68-KÍ og B36-Skála, mándagin NSÍ-EB/Streym- ur og týsdagin Víkingur- HB. Tað er ógvuliga merkis- vert, at skráin er løgd so- leiðis, at nýggja B36 liðið ikki skal úr Gundadali at royna seg fyrren í 7. umfari, sum verður um tvær vikur. Tá skal B36 spæla í Klaks- vík. Tó skuldi dysturin hjá B36 móti NSÍ fyri trimum vikum síðani av røttum verið spældur í Runavík, men NSÍ vil hava heimadyst á eystanstevnu. Tað hevði FSF ikki tikið hædd fyri, og tí valdu feløgini at skifta heima- og útidyst um. Altjóða krútið er vátt Við sigrinum á Víkingi er EB/Streymur nú komið ájavnt HB í toppinum á stigatalvuni. Men bæði B36 og NSÍ halda stutt tjóður í oddaliðunum Mynd: Sofus D. Johannesen liðið Vlada Filipovic (B68) Óli Hansen (NSÍ) Bartal Eliasen (ÍF) Kári Nielsen (HB) Jan Andreasen (KÍ) Høgni Madsen (ÍF) Harley Bertholdsen (KÍ) Alex José dos Santos (B36) Christian Høgni Jacobsen (HB) Arnbjørn T. Hansen (EB/Str.) Diedhiou Badara (B68) Sosialurin mannar Formula­liðið við teimum spælarum, sum stóðu seg best í 5. umfari av Formula­deildini