fríggjadagur 2. mai 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 83 - 2. mai 2008 ]
Skála-B68 0-1 (0-1):
Skála í botnin
Triðja dystin á rað tapti Skála móti
liði, sum liðið sannlíkt skal takast við í
botninum, og nú eru Skálamenn aftastir í
Formula-deildini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tepur tap móti ÍF og B71 høvdu gjørt sítt til at leggja
trýst á Skála. Ráðini vóru avgjørt ikki til at tapa dystin,
tá B68 vitjaði, um Skála ikki skuldi detta longur niður
á talvuni.
Toftamenn høvdu hinvegin eisini trýst á sær. Fyrstu
fýra umførini høvdu bert givið eitt stig, og tó at
hugburðurin hevði verið góður, so telur hetta ikki
veruliga við, tá úrtøkan verður gjørd upp.
Gestirnir boðaðu eisini skjótt frá, at teir ætlaðu sær
í minsta lagi eitt stig fyri dystin mikukvøldið. Heldur
enn at liggja og bíða, valdu teir at fara niðan á vøllin
eftir Skála, og hetta gav eisini møguleikar.
Sjálvmál avgjørdi
Tað gingu bara 18 minuttir, áðrenn einasta málið í
dystinum fall, og tá hetta kom, var talan um sjálvmál.
Badara, sum var eyðsýndur á miðvøllinum, legði
innfyri, og har var Arnhold Berg somikið óheppin, at
hann beindi bóltin í egið mál.
Málið tók líka sum luftina úr Skála, og næstu løtuna
trýsti B68 heilt nógv í vónini um at fáa næsta málið.
Hetta kom tó ongantíð, og hinvegin átti Skála eisini
sínar møguleikar í kontrafasuni.
Seinasta partin av dystinum valdu gestirnir ikki
óvæntað at leggja seg longur aftur á vøllin, og tað gav
Skála møguleikan at trýsta. Hóast talan ikki gjørdist
um beinleiðis upplagdar møguleikar, so var talan í
nógvum førum um vandastøður, men aloftast høvdu
verjan og ein væl leikandi Valda Filipovic tamarhald á
hesum. Og høvdu teir ikki tað, bjargaði stólptin
teimum, soleiðis at B68 ikki gjørdi Skála kynstrið eftir
við sjálvmáli.
Sperdir skálamenn
Hjá B68 gav dysturin uttan iva nakað av luft í
botnstríðnum. Gaman í er liðið enn undir strikuni,
men nú er samband við restina av feltinum at kalla.
Og við heimadysti móti KÍ sum næsta punkt á skránni
eru vónirnar ikki heilt ongar um, at liðið kann lyfta
seg frá strikuni.
Hjá Skála sær hinvegin meira svart út. Tríggjar
ferðir á rað hava teir verið eitt mál ov stuttir móti
liðum, sum teir skulu vinna stig frá. Og tað hevur
fyribils kostað dýrt í botnstríðnum
Veteranar á vøllin
Fyri fyrstu ferð í ár valdi John Petersen at byrja inni
millum teir fyrstu ellivu, tá Skála skuldi í botnstríð móti
B68. John, sum júst er fyltur 36 ár, hevur annars sett seg
sjálvan í leiklutin sum jokari á beinkinum, men hesa ferð
metti hann, at hann gjørdi størri nyttu við at byrja inni.
Og hann var ikki einasti veteranurin við málum í
gaggunum. Súni Fríði Barbá, sum í ár er hjálparvenjari
hjá B68, kom eisini á vøllin seinastu 20 minuttirnar. Teir
báðir eru spælararnir, sum eiga flestu málini í føroyskum
fótbólti í nýggjari tíð, men mikukvøldið kundi so hvørgin
teirra leggja nakað afturat í so máta.
Eitt ár á muni
Í yngra høvuðsstaðarfelagnum, B36, erpa tey sær av ungu manningini, sum
hevur staðið seg væl í hesum kappingarárinum. Munurin á miðaldrinum var tó
ikki stórur mikukvøldið. Útskiftingin í hópinum hjá B36 í vetur var stór.
Stórleikararnir frá í fjør, Fróði Benjaminsen, Amed Davy Sylla og Jákup
Mikkelsen vóru millum nøvnini, sum ikki hildu fram í felagnum. Árstalsfelagið
gjørdi greitt, at yngru leikararnir skuldu bera liðið í hesum kappingarárinum,
og higartil hava úrslitini eisini verið á einari leið. Mikukvøldið endaði
grannauppgerðin millum B36 og HB við málleysum javnleiki. Verður hugt at
miðalaldrinum á liðunum í gjár, so er munurin tó ikki so ógvuliga stórur.
Miðalaldurin á teimum fyrstu ellivu var hjá B36 26 ár, meðan hann hjá HB var
27,18 ár. Við innskiftarum var miðalaldurin ávikavist 24,5 og 26,23 ár.
Tvær ferðir hava tey
dystast í kappingar-
dystum í ár. Men enn
hava hvørki HB ella
B36 skorað ímóti
grannunum. Men
møguleikarnir vóru
tó til tað hesaferð
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talaln var um alt annað enn
keðiliga nulloysn í Gunda
dali mikukvøldið. Á einum
hampuliga
vátum
vølli,
sum legði upp til skjótt
spæl
eftir
graslíkinum,
spældu grannarnir báðir ein
ferðmiklan, undirhaldandi
og til tíðir heilt væl spældan
dyst. Og hóast málleyst, so
varð talan kortini um úrslit,
sum báðir partar kundu
vera so hampuliga væl nøgd
ir um.
Barcelona-stílur
Í eini viku, sum fyri tað
nógva eisini varð merkt av
Champions League hálv
finalunum, kunnu sammet
ingar sjálvandi gerast, og í
so máta er ikki heilt burtur
við at sammeta HBspælið
við tað, sum Barcelona
sýndi í tveimum hálvfinal
um móti Manchester Uni
ted.
Tí mált eftir possession,
so er eingin ivi um, at HB
var greitt omaná móti B36,
eins og teir eisini vóru tað í
fyrru hálvfinaluni í kapp
ingin um Løgmanssteypið.
Stóri trupulleikin hjá HB
var tó, at teir sjáldan skaptu
tað heilt nógva. Tær ferðir
nar, at teir veruliga gjørdust
vandamiklir, var, tá Christ
ian Høgni Jacobsen slapp
at reika nakað út í borðini.
Fleiri ferðir snaraði hann
Dmitrij Jankovic ella Magn
us Olsen av sær, og á tann
hátt skapti yvirtalsstøður í
álopspartinum.
Hinvegin var Christian
Høgni ein av stóru synd
arunum, tá hann í tveimum
førum fekk heilt góðar
møguleikar. Men tann part
in var hann nú ikki heilt
einsamallur um, tí bæði
Andrew av Fløtum og Jákup
á Borg høvdu eisini sínar
møguleikar.
Størsti vansin hjá HB í so
máta tykist vera, at teir ikki
longur hava ein Rógva
Jacobsen at dúva uppá. Við
sterka klaksvíkinginum í
álopinum bar til hjá liðnum
at leggja trýst, bara bólturin
varð sendir langt niðan,
men tann facettin restar í
løtuni, og tí tykist liðið ofta
leita eftir alternativum hætt
um at trýsta.
Tordu at leypa á
Fleiri greinarar av føroysk
um fótbólti hava seinastu
vikurnar funnist at, at ov
nógv lið í ov stóran mun
spæla mest sum alibifót
bólt, har bíða verður eftir
mistøkum frá móstøðuni.
Í so máta var B36 eitt
frískt lot mikukvøldið, tí
ferð eftir ferð royndu teir at
skapa yvirtalsstøður við at
spæla
skjótt
niðaneftir.
Fleiri ferðir eydnaðist hetta
eisini, men at kalla hvørja
ferð var felagsnevnarin, at
seinasta sendingin restaði
neyðuga neyvleikan.
Hanus Thorleifsson og
Johan Ellingsgaard høvdu
tó sínar møguleikar, tá teir
seinast í hvørjum hálvleiki
gjørdust leysir, uttan at teir
tó megnaðu at finna leiðina
fram við Tróndi Vatnhamar
í HBmálinum. Ikki minst
mundi Johan iðra seg, tí
tíðin var væl og virðiliga
farin um teir 90 minuttirnar,
tá hann fekk sín møgu
leika.
Og so var tað eitt satt for
nøjilsi at síggja bóltkynstrini
hjá Alex José dos Santos á
vinstra bakki. Við milli
meturneyvum sendingum
var hann fleiri ferðir mað
urin, sum smildraði HB
verjuna, men óneyvar temj
ingar ella skotroyndir bóru
ikki ætlaðu málini við sær
kortini.
Soleiðis endaði dysturin
javnt, og tað kunnu báðir
partar sum so vera nøgdir
við. Hóast HB ikki hevur
skorað í 180 minuttir nú, so
leggja teir helst størsta
dentin á, at einki mál er
farið ígjøgnum somu minutt
ir. Og enn halda teir so fast
um oddasessin í deildini.
B36 hevur heldur ikki
tapt, og hóast tríggjar javn
leikir, so hava hesir verið
móti teimum trimum, sum
vórðu roknað sum favorittar,
og í so máta er einki forgjørt
hjá einum underdog at fáa
stig við sær úr hvørjari
uppgerð.
B68
Skála
HB-B36 0-0:
Málleys havnarlið
B36
HB
Tað varð givið og tikið av heilum hjartað í Gundadali. Og hóast spælararnir vóru málleysir, so
var hetta langt ífrá galdandi fyri áskoðararnar, sum fingu ein fínan fótbóltsdyst
savnsmynd