Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 2. mai 2008 29 Strandfaraskip Landsins lýsa við hesum eftir einum avgreiðslufólki til pakkhúsið í Tórshavn at seta í fast starv skjótast møguligt. Í pakkhúsinum verður arbeitt í vaktum, so tann sum settur verður, kemur at arbeiða aðruhvørja viku. Starvið fevnir um • Koyring • Skipaavgreiðslu • Kundaavgreiðslu • Goymslu v.m. • Viðlíkahald Førleikakrøv • Koyrikort til lastbil/trailara • Trukkprógv • Góðan røkjuskap • Kundavinarligur Setanartreytir Løn- og setanartreytir verða eftir sáttmálanum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum, ummælum, CV og tilvísingum skal sendast til: Strandfaraskip Landsins Boks 30 FO-810 Tvøroyri og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 16. mai 2008 kl 12:00. Ynskjast nærri upplýsingar, kanst tú venda tær til Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipara, á tlf. 543083, ella teldupost jpb@ssl.fo. Fólk til pakkhúsið í Tórshavn Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Løgmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í tríggjar deildir: Samferðslu-, Sjó-, og Fíggjardeild. Forsøla í Shellstøðini við Norðrara Ringveg, Tórshavn, í Gøtudali og Shellstøðini í Klaksvík Forsøla í Shellstøðini við Norðrara Ringveg, Tórshavn, í Gøtudali og Shellstøðini í Klaksvík Lesið -so eru tit við!