Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 83 - 2. mai 2008 lýsingar Eiðis kommuna Námsfrøðingar til barnagarðin á Eiði Til nýggja barnagarðin á Eiði, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina, verður søkt eftir námsfrøðingum at starvast 28 - 40 tímar um vikuna. Størvini verða sett 11.08.2008 (ella eftir avtalu) Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Barnagarðurin hevur pláss til 66 børn í aldrinum 0 til 9 ár. Krøvini til tín eru: • At tú ert fyrikomandi og erligur • At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og ábyrgdarfult • At tú heldur at arbeiði á einum barnagarði er spennandi og avbjóðandi • At tú dugir at síggja avbjóðingar fram um avmarkingar • At tú ert nærverandi og dugir at lurta • At tú raðfestir foreldrasamstarv høgt • At tú hevur góðan samstarvsførleika • At tú vil verða við til at menna stovnin og arbeiða við tí vit seta okkum sum mál Vit bjóða eitt áhugavert og spennandi starv, har tú frá byrjan av sleppur at verða við til at mynda títt dagliga arbeiði og skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag saman við børnunum. Meira fæst at vita hjá leiðaranum Dorit Kruse Jacobsen á tlf 210588 Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmæli skal verða okkum í hendi seinast 17.05.2008, kl. 12.00 Brævbjálvin skal merkjast “umsókn til barnagarðin” og sendast til Eiðis kommuna Brekkuvegur 22 470 Eiði