Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 • 2. mai 2008 Vikuskifti 4 Føroyka svakasti bólkur, menninir uppi yvir grøv nummar 13, rockbólkurin fram um teir flestu, rocklegendan og heitasta navnið í føroyskum tónleiki í løtuni. Hetta verður nakað av tí, sum kann upplivast til stóra Straight Parade tiltakið, sum verður hildið í Klaksvík leygarkvøldið. Konsertin verður í nýggju Badmintonhøllini, og bólkarnir, sum fara at spæla, eru Dynamitt, Hjarnar, Jørgin Dahl, Hallur Joensen og Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags. Seinastu dagarnar hava bólkarnir fínpussað formin í venjingarhølunum á Dávavirkinum í Klaksvík. Hetta eru nýggju venjingarhølini hjá Klaksvíkar kommunu, sum gomlu bólkarnir, ið plagdu at venja í kjallarum og garagum runt í býnum, nú fáa gleði av. Hósdagin var nógv lív í á Dávavirkinum, og allir bólkarnir, sum skulu spæla leygarkvøldið, vandu tá. Summir hava verið aftur til venjingar í dag og í kvøld, og í annaðkvøld fara teir ein fyri og annar eftir á pallin til Straight Parade. Jørgen Dahl við sínum klassikarum Jørgin Dahl var oddamaður í Straight Ahead í 70’unum. Bólkurin við kendum sangum sum Komið øll við, Upp á gólv, Heading For Disaster og fleiri var stóra navnið í føroyskum rocktónleiki fyri 30 árum síðani. Leygarkvøldið verður Jørgin Dahl við sum solistur, og hann fer at spæla sangir hjá Straight Ahead. Hann fær hjálp frá tónleikarunum úr Hjarnum, har hann eisini spældi við eitt skifti. Dynamitt fer í luftina Tað munnu verða fáir føroyskir bólkar, sum duga so væl at fáa lív í eina áhoyrarafjøld, sum Dynamitt dugir. Poppbólkurin er víðagitin fyri sínar lívligu framførslur, og tá ið teir hava sangir sum Grøv nummar 13, Pápi tín býr ei í Tórshavn og fleiri at taka av, er tað ikki so løgið, at fólk verða tikin við av teirra framførslum. Dynamitt spælir bara av og á, men leygarkvøldið kunnu teir aftur upplivast á palli. Gomlu hetjurnar finna Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nakrir av størstu tónleika­ bólkunum í 70’unum og 80’unum savnast til stóra konsert í Klaksvík leygar­ kvøldið. Oddamaðurin Rag Rags lovar eitt svakligt show, og nýggja føroyska country­ stjørnan hevur útgávukonsert til tiltakið So friðarligir kunnu teir í grundini síggja út, tá ið teir verða avmyndaðir. Myndin er tikin í sambandi við venjingina hósdagin. Mynd: Høgni Thomsen