Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 52

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 Nr. 83 - 2. mai 2008 E s i n i d a n s u r v i ð E y ð u n & Te r j a H ø l l i n i á H á l s i 1 0 . m a i 2 0 0 8 k l 2 2 . 0 0 - 0 3 . 4 5 STUÐLAR Kr. 395,00 Atgongumerkið fáast í kall handlinum kring landið Endurlýsing Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallarmál, herundir tyrlupallar. Starvsfólkaleiðari Av tí at verandi starvsfólkaleiðari fer í annað starv, verður við hesum søkt eftir nýggjum starvsfólkaleiðara at seta sum skjótast. Rætta fólkinum kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi og áhugavert starv. Arbeiðsøki Uppgávan er at leiða og standa fyri starvsfólkadeildini og áhaldandi menna starvsfólkaøkið hjá Landsverki. Tað er somuleiðis uppgávan at syrgja fyri, at vit hjá Landsverki altíð hava nøktandi HR og KT-amboð. Starvsfólkadeildin tekur sær av bæði starvsfólkarøkt og umsiting, herundir øllum tí, sum hevur við setanarviðurskifti at gera, starvsfólkamenning, skrivstovuumsiting, frítíð, arbeiðstíð og lønarviðurskifti. Í hesum sambandi er tað eisini ein uppgáva at gera yvirskipaðar mannagongdir og reglur. Tú verður partur av leiðslubólkinum, har tíni sjónarmið kunnu gera seg galdandi. Førleikakrøv Sóknast verður eftir fólki við viðkomandi hægri útbúgving og royndum innan leiðslu og KT. Stórur dentur verður lagdur á góðar persónligar eginleikar, og vit rokna við, at viðkomandi hevur góð samstarvsevni, er førur fyri at eggja øðrum til og at ganga undan, er miðvísur, arbeiðir skipað og kann geva sítt íkast til at menna arbeiðsplássið. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) skal vera skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 14. mai 2008. Merkið brævbjálvan „Starvsfólkaleiðari“. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Oyvindi Brimnes, stjóra, á 540 801 ella ob@lv.fo.