mánadagur 5. mai 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 84 - 5. mai 2008
tíðindi
Leygardagin endaði
umhvørvisátakið hjá
Klaksvíkar kommuna
við almennum
ruddingardegi. – Um
hvør ruddaði upp
eftir seg, hevði verðið
nossligt her hjá
okkum, sigur tann
eini ruddarin, Jósup
Davidsen á Norðoyri
Umhvørvi
Orð&myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: - Herúti er nóg
mikið av óruddi at finna,
sigur Jósup Davidsen, sum
upprunaliga er ættaður av
Skála.
Í góðveðrinum leygardag-
in var hann farin útum eina
góða løtu at rudda í bygdini,
nú kommunan sjálv ynskti
at gera nakað fyri umhvørv-
ið í býnum.
Um middagsleitið ruddaði
hann í einum løki í nánd av
húsum sínum. Beint við hevði
hann ein lastbil, har hann
legði alt óruddið frá sær.
Hóast
ruddingardagar
hava verið áður í kommun-
uni, tyktist vera nóg mikið
at rudda og taka upp.
- Ja, eg royni at taka tað
ringasta burtur úr ánni,
sigur Jósup Davidsen við
Sosialin.
Jósup er ættaður av Skála,
men býr nú á Norðoyri. Hann
koyrir tó hvønn einasta dag
út til heimbygdina, har hann
arbeiðir sum bakari.
Uppí tvær lastir
Um
morgunin
henda
leygardagin var Jósup farin
frá húsum fyri at hjálpa
kommununi at rudda.
Orðatakið sigur jú, at ein
kann gera sjálvt tann størsta
býin gullreinan eftir bert
hálvum tíma, um hvør
ruddar fyri síni egnu hurð.
Líkt
varð
til
ungi
skálamaðurin var ein teirra
sum gekk inn fyri hesum:
Umframt
tað
at
hann
ruddaði í bygdini, har hann
nú
býr,
ruddaði
hann
samstundis í hesi lítlu ánni
beint við hús síni her á
Norðoyri.
- Jú, her er í øllum førum
nóg mikið at taka upp, sigur
hann.
Fyrr um morgunin hevði
hann fylt eina ferð uppí tann
lítla lastbilin við óruddi
aðrastaðni frá í bygdini, og
nú var hann í ferð við at
fylla ta næstu billastina.
Her var alskyns órudd at
finna í ánni, og tí var skjótt
at fylla lastina einaferð aftr-
at.
- Eg vænti, at eg fylli
hesa lastina aftrat, og so eri
eg liðugur fyri dagin, sigur
Jósup Davidsen.
Einki undantak
Klaksvíkar kommuna hevur
í lýsingum sínum gjøgnum
mong ár víst á tann týdning,
sum umhvørvið hevur fyri
næststørsta bý okkara.
Orðafellið »Reinur og
fríður – Klaksvíkar býur«
er eisini ein partur av tí
umhvørvisátakinum, sum í
farnu viku sermerkti býar-
lívið.
Leygardagin var so sein-
asta tiltakið í hesum sam-
bandi, tá borgararnir í
kommununi sluppu út at
rudda ymsastaðni í býnum,
samstundis sum møguleiki
var at ogna sær ein plantu-
pakka.
Jósup er sjálvur fegin um
hetta átakið hjá kommununi,
tí sum hann sigur:
- Tað er altíð nóg mikið
av óruddi at síggja her í
kommununi. Og herúti á
Norðoyri er einki undantak
í so máta!
Hvør ger sítt
Fáar metrar frá húsum hans-
ara rennur ein løkur. Og tað
var í hesi ánni at Sosialurin
fekk orð á ídna ruddarin.
- Eg royni at taka tað ring-
asta burtur úr, sigur Jósup
Davidsen.
Í lítlu ánni fann hann
bæði plastikk, hjólskálir,
timbur,
dunkar,
nógvar
fløskur og mangt annað
sum fólk hava tveitt burtur
– á skeivum staði!
Jósup var sjálvur á blettin-
um klokkan 10 henda morg-
unin,
samstundis
sum
almenni ruddingardagurin
var settur í gongd.
Eitt tað fyrsta hann gjørdi
var at rudda fyri egnari
hurð:
Tey hava nakrar seyðir
gangandi á eini trøð í nánd
av húsunum. Áðrenn hann
ruddaði í ánni hevði hann
verið á stykkinum og í eini
aðrari á at rudda plastikk og
annað burtur.
- Eg hevði ynskt at fleiri
tóku lut í hesi ruddingini, tí
sovítt eg dugi at síggja
skuldi verið nóg mikið at
tikið av, sigur ídni skála-
maðurin.
Og hann leggur aftrat:
- Um hvør ger sítt, so
hevði tað verið nossligt her
í bygdini!
Øll áttu at rudda fyri seg
Hóast býráðslimirnir
sjálvir gingu undan.
Hóast væl hevur verið
kunnað um ætlanina.
Og hóast faldari
er sendur í hvørt
hús í kommununi,
bendi nógv á, at fólk
vistu sera lítið um
umhvørvisvikuna í
Klaksvík
Ó-rUdding
Snorri Brend
snorrisosialurin.fo
Klaksvík: Tað skortaði ikki
við viðmerkingum frá borg-
arunum
til
serstøku
umhvørvisvikuna
hjá
Klaksvíkar kommunu.
Fyrrapartin leygardagin
var nevniliga ikki nógv sum
bendi á, at øll kommunan
skuldi rudda og tryggja, at
Klaksvík framvegis verður
bæði reinur og fríður.
Ein koyritúrur gjøgnum
stóran part av býnum vísti
fá tekin um, at rudding og
trivnaður vóru í hásæti.
Onkur vaskaði bil, onkur
málaði garð, onkrastaðni
sóust menn práta og børn
spæla. Og kring fótbólts-
vøllin var ein rættiliga stór
mannamúgva
komin
at
hyggja eftir einihvørjari fót-
bóltskapping.
Men tað var rættiliga
langt millum ruddandi fólk
í handskum og við posa á
baki.
Kanska var kunningin ov
lítið og arbeiðið at fáa fólk
við uppá tiltakið ikki nóg
væl úr hondum greitt. Og
alt hetta, hóast alt er gjørt
fyri at lýsa við tiltakinum.
Rudda á røttum staði
Fólk høvdu góða tíð at
práta, og her gekk sjón fyri
søgn, at hetta við ruddingini
hevði ikki tann stóra áhugan
millum tað vanliga fólkið.
- Nå, er tað í dag er tað er
ruddingardagur! Nei, tað
visti eg ikki, segði ein
maður.
Tann næsti var púra ovfar-
in, og spurdi um tað var í
dag at ruddingardagurin
var?
- Ein einstakur dagur at
rudda her í Klaksvík er alt
ov lítið. Her mugu nógvir
dagar til, tí her liggur órudd
og sløðist allastaðni, segði
ein annar.
- Eg haldi, at tær mongu
fyritøkurnar í býnum áttu at
rudda rundan um hjá sær
sjálvum fyrst. Far tú bara
ein túr út eftir Oyrarvegnum,
so er nóg mikið órudd har
til fleiri dagar, segði ein
triði.
Og ein fjórði var so opin-
skáraður, og helt at skuldi
ein veruliga rudda í Klaks-
vík, so átti ein at byrja í
einum stórum gráum bygn-
ing í Nólsoyar Pállsgøtu!
Hinvegin visti onkur at
siga frá, at nógv fólk høvdu
ruddað í Vágsbønum í góð-
veðrinum henda morgunin.
Hugsa globalt
Tað er umhvørvisdeildin
hjá kommununi sum hevur
staðið fyri hesum umhvørv-
isátakinum teir seinastu
dagarnir.
Tað byrjaði so væl við at
fólk í umsitingini sjálvi
tóku fyrsta stigið og fóru at
rudda í Borðoyarvík. Seinni
ruddaðu tey innanveggja í
arbeiðsplássi teirra.
Ynskið hjá kommununi
var eisini at fáa fólk at taka
undir við hesum, og tí var
ein faldari sendur út í hvørt
hús, har greitt var frá
umhvørvisvikuni.
Í hesum faldara greiddi
borgarstjórin, Steinbjørn O.
Jacobsen frá endamálinum
við hesum átakinum, nú
tann nýggja umhvørvis-
deildin er sett á stovn.
Hann vónaði, at hvør
einstakur borgari fór at taka
væl undir við teimum
nýggju tónunum, og verkætl-
anunum, ið eru á veg á
umhvørvisøkinum.
- Vit eiga og mugu hugsa
globalt, nú heimurin er
Ruddingardagur – javel?!
- Um hvør ruddar hjá sær sjálvum, verður nossligt, sigur Jósup Davidsen á Norðoyri