Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 85 - 6. mai 2008 SAMBAND kári MikkelSeN kAriM@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Upprunaliga mann­ ingin í Vestmonnum fer at spæla á Summar Festivalinum í august Tíðindaskriv Í fjør var ætlanin, at Vest­ menn skuldu spæla á Summar Festivalinum, men framførslan hjá teimum varð avlýst orsaka av veðri. Nú er greitt, at Vestmenn verða við á Summar Festi­ valinum í ár. Upprunaliga manningin fer at savnast, og tey fara at spæla til rimm­ ar konsert í Klaksvík í aug­ ust. Tað var í 1983, at Vest­ menn komu inn á føroyska tónleikapallin við einum braki. Fyrsta útgávan hjá teimum, Brot, seldi fleiri túsund eintøk fyrstu vikuna, og Vestmenn gjørdist ein tann fólkakærasti føroyski bólkurin í 80’unum. Við sangum sum Eg Siti So Eina, Motormani, Ró og Sildarok í Singapoore gjørdust Vestmenn ein tann mest spældi bólkurin í før­ oyska útvarpinum. Sangir­ nir hjá teimum blivu ein fyri og annar eftir landskendir, og nú 25 ár seinni kunnu Vestmenn fara á pallin við eini langari røð av hittum og kendum sangum. Vestmenn hava hildið drúgvan steðg seinastu árini. Høvuðsmenninir í bólkin­ um, Martin Joensen og Ó­lav­ ur Højgaard, hava givið tón­ leik út hvør sær, men nú finna teir saman aftur til eitt comeback við Vestmonnum. Øll tann upprunaliga manningin savnast aftur til framførsluna á Summar Festivalinum, og umframt Ó­lav og Martin umfatar bólkurin eisini Niels Olsen, Boga Olsen, Jógvan í Toft­ um Olsen og kórsangararnar Rúnu á Heygum og Jórun Højgaard. Tað er sanniliga orsøk til at gleða seg til eitt tað størsta comebackið í føroyskum tónleiki seinastu árini – útsett eitt ár, men ikki minni spennandi av teirri orsøk. Atgongumerki til Summ­ ar Festivalin kunnu keypast á Shell­støðunum kring landið, í Telebúðum og á Teleshop.fo. 8. mai hækkar prísurin. Vestmenn á Summar Festivalin Orsakað av ódnarveðri undir summarfestivalinum í fjør, varð framførslan hjá Vest­ monnum avlýst, men bólk­ urin er aftur á skránni í ár