Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-06, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 85 - 6. mai 2008 tíðindi Bæði Dynamitt og Summar Festivalurin hava fingið óteljandi áheitanir um at fáa Dynamitt at spæla aftur á Summar Festivalinum. Og nú hava bólkurin og festivalurin valt at eftirlíka fólkakravinum Tónleikur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá ið Dynamitt fór á pallin á Summar Festivalinum 2005 og gav eitt brak av eini kon­ sert, sum fólk framvegis tosa um, var ætlanin, at tað skuldi verða seinasta framførslan við gamla Dynamitt. Men soleiðis skuldi tað ikki verða. Um vikuskiftið spældi Dynamitt til Straight Parade tiltakið í Klaksvík, og enn einaferð fekk bólkurin eina stóra fólkagongd at kóka við sínum kendu sangum. Annar oddamaðurin í bólk­ inum, Niclas Heri Jákupsson, segði móti endanum av fram­ førsluni, at um teir ikki slup­ pu at spæla á Summar Festi­ valinum í ár, so spældu teir ikki Grøv nummar 13. Hetta var sagt í skemti, bólkurin spældi sangin, men nú er tað blivið meira enn skemt. Ovfarnir av áhuganum Bæði Dynamitt og Summar Festivalurin hava fingið óteljandi áheitanir um at fáa bólkin aftur at spæla á landsins størsta palli, og tað verður nú veruleiki. ­ Tað hevur næstan verið eitt krav frá fólki um, at tey vildu sleppa at uppliva Dynamitt aftur, og nú fáa vit ikki gjørt annað enn at eftirlíka kravinum. Vit yvir­ geva okkum og seta Dyna­ mitt á skránna fyri Summar Festivalin 2008, siga fyri­ reikararnir av Summar Festi­ valinum. Niclas Heri Jákupsson sigur seg verða tiknan á bóli av stóra áhuganum fyri bólkinum. ­ Tað var ikki ætlanin, at vit skuldu spæla aftur, men vit vóru mest sum trýstir at spæla á Straight Parade um vikuskiftið, og nú mugu vit bara geva eftir fyri einum massivum fólkakravi um at spæla aftur á Summar Festivalinum, sigur hann. ­ Tónleikurin hjá Dyna­ mitt er rættiliga einfaldur, og hann er ikki endiliga kendur fyri góðsku, men onkursvegna fanga teir løttu sangirnir fólk, sigur Niclas Heri, sum gleðir seg til at geva enn eina rimmar framførslu á Summar Festi­ valinum. Fingu dansihølini at kóka Sum dansibólkur frá 1984 og nógv ár fram var Dyna­ mitt í serflokki. Bólkurin kundi gera eitthvørt grátt leygarkvøld til eina oasu av lívi, undirhaldi og gleði, og á teirra ferð kring Føroyar vunnu teir ein stórsigur fyri og annan eftir sum besti dansibólkurin í landinum. Á útgávum síðani 1987 hava teir eisini setti síni týðuligu spor í føroyska tón­ leikalandslagnum. Bandið Myndin kom í 1987, og á hesari útgávu var millum annað sangurin um Omm­ una, sum gjørdist ein tann mest spældi sangurin í før­ oyskum útvarpið í langa tíðir. Síðani eru fleiri útgávur komnar frá bólkinum, og sangir sum Pápi Tín Býr Ei Í Tórshavn, Bangin, Grøv Nummar 13, Fløska,og Ein Vátur Og Kaldur Drongur hava gjørt bólkin til ein tann best seljandi bólkin í Føroyum. Tað er ikki minst á pallin­ um, at Dynamitt av álvara fer í luftina, og nú fáa fólk enn ein møguleika at hoyra bólkin live. Summar Festivalurin yvir­ gevur seg og setir Dynamitt á skránna í 2008! Dynamitt eftirlíkar fólkakravi Gjøgnum 80’ini og 90’ini var Dynamitt ein tann best umtókti dansibólkurin í landinum. Kanska var stílurin ikki altíð so reinur, men teir vóru støðugt ein garantur fyri eini lívligari áskoðarafjøld. Og tann leiklutin átaka teir sær fegnir til Summar Festivalin Hevði ongantíð vænta, at eg fór at leggja meg út í blaðkjak við ein granskara, tá hetta er á einum slíkum støði, sum eg ikki eri førur fyri at blanda meg uppí, men so er ikki í hesum málinum. Av Hóraldi verði eg skýrdur sintur sjógarpur, og okkurt annað, sum er so føroyskt, at eg veit ikki hvat tað merkir. Til hetta er at siga, at eg als ikki eri sintur og sjógarpur havi eg onga viðmerking til, men H. J. má rokna við at fáa aftursvar, tá hann skyldar okkum fiskimenn fyri at blaka virðir útaftur, sum svara til eina hálva fíggjar­ lóg, ella líka nógv, sum bæði Sandoyar og Skála­ fjarðartunnlarnir kosta tilsamans. H. J. heldur uppá, at fáast kann 8000 tons av fiskalivur, um alt kemur til høldar. Hetta er bara ikki so, granskarin vísir á, at royndir eru gjørdar í Nor­ egi hvar fiskur hevur (helst upsi) 7% livur, hetta skal nokk passa um heystið, men veruleikin er ikki so einfaldur, tí longu seint um heystið byrjar livurin at minka og í februar/mars tá fiskurin gýtur, er livurin minkað niður í lítið og onki og byrjar hon ikki aftur at vaksa fyrr enn út á summarið, so meðalúrtøkan kemur kanska at liggja um tey 2­ 4% og eisini í gýtingartíðini koma tær størstu nøgdirnar av fiski uppá land og ger hetta, at livurmongdin minkar tilsvarandi og ikki blívur til 8000, men heldur 2000­ 3000 tons, hetta vísa royndir, sum gjørdar eru her heima og sum eg skal koma aftur til. H. J. heldur, at bløðga fiskin umborð niður í ísvatn kundi verið ein góður máti, men hetta hevur tann vansa, at tá man sker fiskin niður á barkan og luft er í maga­ holuni, so verður magi og livur kroyst út og so kemur sjógvur til livrina, tá er hon ikki góð longur, til hetta er at siga, tá Livravirkið á Eiði læt upp, vóru forskriftirnar, at vatn ella sjógvur máttu ikki koma í samband við livrina, men hesir menn vóru klókir nokk og sóu, um teir skuldu fáa eitt einasta kg av livur, so máttu teir sleppa hesum krøvum og tey fáu tons sum livra­ virkið tekur ímóti, eru bæði væl skolaði og spulaði í sjógvi. At vit sum útróðarmenn, ikki vita hvat gongur fyri seg uttanfyri reyðfiskaleið, skal eg afturvísa, sjálvur skal eg gjarna stilla meg á topp 10 listan, av skipar­ um, sum hava flest troltímar á djúpum vatni. Sjálvur havi eg altíð verið fyri at fiskalivur í mest møguligan mun kemur til høldar, tá ið vit hava eitt slíkt virki, sum kann hagreiða hana og tí síggi eg bert ein møguleika til hetta, og er tað at bløðga fiskin niður í íssjógv og kryvja hann í landi. Á sumri 2006 vóru royndir gjørdar av hesum á Fiskavirking í Tórshavn, Tvøroyri og í Vági, úrslitið var, at góðskan av fiskinum var framúr góð, betri um kruvt varð úti á feltinum, men livur var millum lítið og onki í. Tað seinasta, sum H. J. kemur við, er at fáa fiskin livandi til lands, men hetta er totalt ómøguligt, um lønandi vinna skal fáast burtur úr. Gott nokk høvdu tær gomlu dangurnar damm, sum tað bleiv rópt, hvar mennirnir stóðu við snørið og fiskaðu niður í dammin. Við tí ferð, sum fiska verður ídag, fyri at fáa lønandi vinnu, kann hetta als ikki samanberast, bæði við snellu og línu verður drigið so skjótt, at fáir livandi fiskar koma upp og hvat so við einum háli uppá 20­30 tons hjá einum trolara, sum skal taka hesi tons upp gjøgnum eina bratta slisku, eitt er sikkurt, tí hálinum kemur ongin livandi fiskur úr. Hetta sum eg havi skrivað, havi eg ikki lisið mær til úr nakrari tjúkkari lærubók, men er hetta av egnum royndum. At enda er mín stóri spurningur, um livur gevur nakað sum helst av peningi av sær. Vit hava eitt livravirki, sum mær vitandi øll árini hevur koyrt við halli. Sjálvt um tað hevur fingið livrina fyri spottprís. Eg kann geva eitt dømi ­ vit í Føroyum hava nógvar stórar áir við reinum klárum vatni, sum øll verðin rópar eftir og vil gjalda fyri, so hví ikki selja hetta reina klára vatnið og fáa milliardir fyri tað? Kanska er orsøkin tann, at fyri at tjena eina mill. skal tú brúka tvær. viðmerkingar Rættleiðing til Herálvur Joensen granskara Útróðrarmaður Mortan johannesen