Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 86 - 7. mai 2008 Gentur skuldseta prest Løgreglan í íslendsku bygdini Selfossi fer nú at kanna, um presturin í bygdini, Gunnar Björnsson, skal skuldsetast fyri at hava verið ónærisligur við ungar gentur. Fyri nøkrum døgum síðani vendu tvær ungar gentur sær til løgregluna og greiddu frá, at tær høvdu verið fyri kynsligum ágangi frá presti, og í gjár fekk løgreglan somu frágreiðing frá einari gentu afturat. Løgreglan vil ikki siga meiri um málið, fyrr enn genturnar eru avhoyrdar, skrivar Vísir. 11 ferðir Othello Shakespeare-leikurin Othello verður framførdur 11 ferðir í sjónleikarhúsinum í mai. Fyrsta framsýning var sunnukvøldið 4. mai. Og seinasta sýning verður mikukvøldið. Allara sýningarnar byrja klokkan 20. Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni og ein tíma undan sýning í Sjónleikarhúsinum. Kostnaðurin er 125 krónur, men lesandi og bólkar á 10 og fleiri fáa atgongumerki fyri 100 krónur. - Vit heita staðiliga á SEV um at gera upp við henda “alt ella ein- ki” hugburð og lata áirnar fáa frið – ella lata ein part at vatn- inum renna, so alt lív í áunum ikki verður týnt, siga tey, sum mótmæla Eiði2 verk- ætlanini hjá SEV MótMæli Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í dag klokkan 14 skuldi Elsa Annika Olsen, sum býr við Norðskála, handa landsstýriskvinnuni í vinnu- málum, Bjørt Samuelsen, einar 500-600 undirskriftir sum mótmæli ímóti Eiði2 verkætlanini hjá SEV. Umframt at handa lands- stýriskvinnuni í vinnumál- um undirskriftirnar, er mót- mælisskrivið eisini stílað til landsstýriskvinnuna í lógar- málum, Helenu Dam á Neystabø, Elfelagið SEV, Sunda kommunu, Yvirfrið- ingarnevndina og Friðingar- nevndina í Eysturoy. Gevandi stað Í skrivinum verður inniliga heitt á avvarðandi myndug- leikar um at vísa hógv, nú farið verður víðari við vatn- orkuútbyggingini hjá SEV í Eysturoy. - Nú so nógv nýtt er kom- ið fram á umhvørvisøkinum, meta vit tað ikki vera rætt at taka alt vatnið úr áunum og harvið týna alt lív, sum í teimum er. Lagt verður aftrat, at áir- nar eru eitt gevandi stað, bæði fyri stór og smá – til likams og sálar. - Áirnar eru ímyndin av tíðini sum var, tíðini sum er – og vónandi eisini tíðini sum kemur. Alt ella einki Í mótmælinum verður heitt á SEV um at gera upp við hendan “alt ella einki” hug- burð og lata áirnar fáa frið – ella at lata partar av vatn- inum renna, so lívið í teim- um ikki verður týnt. Tey, sum mótmæla, siga seg hóma eina vón, tí SEV- stjórin í Degi og Viku, 11. mars í ár, segði, at sjálvt um arbeiði er farið í gongd, er ikki ov seint at venda aftur. Hetta halda tey, sum stan- da aftanfyri savnanina av undirskriftum, vera eina vón, nú tey heita á SEV um at vísa hógv við umhvørvi- num. Fylgiskjal Elsa Annika Olsen, sum hevur tikið stig til savnanina av undirskriftum, sigur við Sosialin, at tey mest bara hava savna undirskriftir í bygdunum nærindis Norð- skála. - Tað er ikki soleiðis, at hetta er ein landsdekkandi innsavnan. Vit hava savnað undirskriftir í bygdunum her um leiðir, og so hevur onkur av okkum, sum hevur luttikið í átakinum, havt pappírini við sær, so fólk, tey hittu á leiðini, eisini fin- gu høvi at skriva undir. Øll, sum hava skrivað undir mótmælisskrivið, eru 18 ár og eldri. - Aftrat arkinum, sum hevur fylgt blaðnum til undirskrivingar, hava vit eisini eitt fylgiskjal, sum fólk, ið hava ynskt tað, hava kunnað sæð, sigur Elsa Annika Olsen, stigtakari. Sosialurin endurgevur partar av fylgiskjalinum aðrastaðni á hesi opnuni. Sundalagið mótmælir