mikudagur 7. mai 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 86 - 7. mai 2008
Skulu basa inflasjónini
Á fundi í Reykjavík í gjár samdust umboð fyri stjórnina
og vinnulívið um at taka neyðug tøk fyri at basa
inflasjónini. Partarnir samdust eisini um at lata
serfrøðingar gera uppskot um, hvat skal gerast, og tey
skulu so umrøðast á næsta felags fundinum, sum verður í
summar. Aftan á fundin í gjár kom fram, at partarnir
høvdu millum annað umrøtt sáttmálar á
arbeiðsmarknaðinum og møguleikan at útvega betri
fíggingarmøguleikar til vinnulívið.
Coldwater letur aftur
Coldwater Seafood, sum er dóttirfelag hjá íslendska
felagnum Icelandic Group, hevur gjørt av at lata aftur
virkið, sum felagið hevur í býnum Redditch. Samráðingar
hava verið við tey lokalu fakfeløgini síðani í mars um
uppsagnartíð og annað, og partarnir eru nú samdir um, at
virkið letur aftur tann 6. juni. Virkið í Redditch hevur
framleitt lidnar rættir, og framleiðslan verður nú flutt til
virkið hjá Coldwater Seafood í Grimsby.
SEV
SEV hevur latið byggja ein
veg, sum gongur suður um
Norðskálatunnilin eystaru
megin, og hetta er ein partur
av fyrireikingunum til Eiði2
verkætlanina hjá elfelagnum
Mynd: Vilmund Jacobsen
- SEV eigur at kenna
tað sum sína skyldu
ikki bert at fram-
leiða grøna orku,
men eisini at hava
fyrilit fyri, hvussu
landslagið sær út,
eftir at vatnorkuút-
byggingin er liðug,
siga stigtakararnir til
mótmælisskrivið
MótMæli
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í fylgiskjalinum, sum tey,
ið mótmæla vatnorkuút
byggingini hjá SEV, hava
lagt við undirskriftunum,
verður víst á, at tær norðaru
áirnar av Eiði og suður móti
Norðskála, vórðu tiknar í
samband við Eiði1 verkæt
lanina miðskeiðis í áttati
árunum.
Her varð loyvi givið til
at taka allar áðirnar, siga
tey.
Lagt verður aftrat, at á
heysti í 2006 fekk SEV
endaligt loyvi til at taka all
ar áirnar í norðara parti av
Eiði2 økinum, sum røkkur
ein hálvan kilometur suður
um
tunnilsmunnan
við
Norðskála.
Tað undrar okkum, at
tað er komið so langt, at loy
vi er givið at taka allar áir
nar í økinum frá Eiðisvatni
og suður um tunnilsmunnan
við Norðskála. Hetta er ein
teinur, sum er 9,1 kilometrar
langur.
Í fylgiskjalinum verður
spurt, hvussu tað hongur
saman, at kommunur og
friðingarnevndir eru kom
nar til ta niðurstøðu, at eing
in av teimum mongu áunum
í hesum stóra øki eru verdar
at varðveita.
Vit undrast yvir, hvat
fekk bygdaráðið at geva
slík loyvi og harvið síggja
burtur frá at verja landslagið
og náttúruna í nærumhvørvi
num.
Tey halda, at ein avtala
millum Sunda kommunu
og SEV – í 21. øld – hóskan
di átti at gjørt upp við ein
“alt ella einki” hugburð,
sum hevur verið ráðandi
innan hetta økið.
Avtalan átti sjálvsagt at
tikið atlit til, at onkur av
áunum í bygdum øki vórðu
varðveittar.
Í fylgiskjalinum verður
víst á, at nýggj náttúruvernd
arlóg um stutta tíð verður
sett í gildið fyri Føroyar.
Vit seta okkara vón til,
at SEV nú í 2008 – sjálvt
um øll loyvi eru givin – dug
ir sær hógv og kennir tað
sum sína skyldu ikki bert at
framleiða grøna orku, men
eisini hevur eyga fyri, hvus
su landslagið sær út, eftir at
vatnorkuútbyggingin er lið
ug, siga stigtakararnir til
mótmælisskrivið.
Grøn orka eigur
at taka fyrilit
Fólk í Sundalagnum eru hørm um, at áirnar verða turrlagdar,
og nú hava tey tikið stig til at heita á SEV um at taka fyrilit og
sleppa "alt ella einki" hugburðinum
Tann 53 føtur stóri
báturin verður nú
bjóðaður út til sølu á
føroyska og íslendska
marknaðinum
Stuttleikabátur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein ríkmaður í Dubai í Sam
eindu Arabisku Emiratun
um, sum hevur havt avtalu
við pólska verksmiðju um
bygging av einum stórum
stuttleikabáti, er ongantíð
komin eftir bátinum, sum
nú er liðugur og klárur at
lata.
Hóast
maðurin
hevur
goldið eina miljón krónur í
bátinum, er maðurin ikki at
finna, nú báturin er liðugur
á verksmiðjuni.
Talan er um kendu verk
smiðjuna – Galeon – sum
byggir bátar av sama slagi,
sum Perl, ið man vera ein
hin nýggjasti av slagnum í
føroyska flotanum av stutt
leikabátum.
Tað er Bátatænastan í
Havn, sum umboðar pólsku
verksmiðjuna og hesar væl
umtóktu stuttleikabátar í
Føroyum og Íslandi.
Birgir Johannesen á Báta
tænastuni sigur, at stuttleika
báturin, sum talan er um, er
heilar 53 føtur til longdar.
Báturin, sum er 16,28
metrar langur og 4,78 metr
ar breiður, er verdur 9 miljó
nir krónur, men verður nú
seldur fyri 4,9 miljónir krón
ur í Føroyum og Íslandi.
Tað er Bátatænastan, sum
hevur fingið høvi bátin út
til sølu í Føroyum og
Íslandi.
Báturin er á nógvar hátt
serligur og bygdur til júst
hendan kundan í Dubai,
men nú báturin er liðugur,
er maðurin burtur, sigur
Birgir Johannesen.
Hann vísir á, at tey, sum
hava áhuga fyri stuttleika
bátinum, kunnu venda sær
til Bátatænastuna og fáa ta
kunning, ið tey ynskja.
Tað eru fyritøkur, sum
umboða Galeon, ið hava
fingið høvi at bjóða hendan
bátin, sum ikki er heintaður,
til sølu, sigur Birgir Johanne
sen.
Bátatænastan
selir stuttleika-
bát hjá ríkmanni