Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 7. mai 2008 17 tíðindi Hóskvøldini og sunnukvøldini eru afturíafturkomin sum tónleikakvøld. Tórskjallari er eitt nýtt og afturvendandi tónleikatiltak, ið hevur búgv í kjall­ aranum í Tórshøll. Hvørt hóskvøld og sunnukvøld verður fjølbroyttur tónleikur at hoyra í Tórskjallaranum. Hóskvøldið hoyrdu vit Benjamin Peter­ sen spæla saman við dugnaligum ljómliði og Eivør Pálsdóttir var gestasolistur TÓNLEIKUR Bjørk K. Olsen bjork@sosialurin.fo Ætlanin við hóskvøldum og sunnukvøldum er, at Tórs­ kjallarin bjóðar fram karm­ ar til ymisk tónleikaátøk. Hóskvøldið hýsti Kjallarin í Tórshøll eitt tónleikatiltak, ið Jazzfelagið hevur fyri­ skipað. Jazzfelagið byrjaði í sjeytiárunum við Kristiani Blak á odda og hevur skipað fyri tónleikatiltøkum líka síðan. Gott huglag var í Tórs­ kjallaranum, sum var fullur við spentum áskoðarum, longu áðrenn tiltakið var byrjað. Tiltakið byrjaði klokkan nýggju og endaði klokkan hálvgum ellivu. Benjamin Petersen spældi saman við sínum ljómliði, og Eivør Pálsdóttir sang nakrir sangir saman við teimum. Benjamin Petersen gav áskoðarunum eina smakk­ roynd av sínari fyrst fløgu, Benjamin, ið stutt síðani er útgivin. Benjamin, bert 19 ára gamal, er rokkin langt innan tónleikaverðina. Benjamin er fyrsta fløga hansara, men aðrar stórar royndir mynda hansara lív innan tónleikin. Benjamin hevur verið á konsertferð við Eivøri Pálsdóttir, ið kann sigast er vorðið eitt stórt tónleikanavn í Norður­ londum. Stórar ætlanir eru eisini fyri framman hjá hesum evnaríka unglingum við hansara egna tónleiki. – Evropa er mítt næsta mál, sigur hann við góðum vónum. Benjamin fyrireikar í samstarvi við Tutl Touring konsertferðir um alt Evropa. Eivør Pálsdóttir var gesta­ solistur í hugnaliga kjallar­ anum í miðbýnum í Havn. Benjamin sigur skemting­ arsamur, tá ið hann bjóðar vøkru sangarinnuni upp á pallin. – Nú fara vit øll om­ an í Tórshøll at lurta eftir Eivør. Eivør kemur upp á pallin sum tann sermerkta kvinn­ an, hon er. Í berum bibbum, longum, bláum kjóla og stórum, ljósum hári fyllir hon rúmið út við sínari stóru rødd. Aftan á at Eivør hevði sungið kvøldsins síðsta sang, segði ein skemt­ ingarsamur Benjamin aftan á vakra sangin hjá Eivøri: – Frá nú av kann tað bara blíva verri, so vit enda bara nú. Samanumtikið var tiltakið sera væl eydnað við nógv­ um áskoðarum og eitt sera gott undirhald. Vakra røddin hjá Eivør og framúrskarandi gittarspælið hjá Benjamin lyfti støðið upp. Um nakað neiligt skal sigast um til­ takið í gjárkvøldið, so var hálvur annar tímin var ov stuttur. Framtíðarætlanir við Tórskjallara Sosialurin fekk hendur á Georg Eystan Á, fyriskipari av tiltakinum og nevndar­ limur í felagnum hjá Tórs­ høll. Georg greiður væl nøgdur frá, hvussu tiltakið bleiv veruleiki og framtíðar­ ætlanir við Tórskjallaran­ um. Leingi hevur verið longst eftir teimum gomlu hós­ og sunnukvøldunum, tá ið føroyingar fóru í býin at hugna sær, men nú er ikki neyðugt at leingjast meira. Hvørt hóskvøld og sunnu­ kvøld verður góður og fjøl­ broyttur tónleikur at hoyra í Tórskjallaranum. Djassur, rokkur, balladur og fleiri aðrar sang­sjangrur.verða at hoyra – ætlanin er tí eisini at húsa fjølbroyttum fólki, greiðir Georg frá, hyggur út í salin og sær, at hetta er longu eydnast. Georg er sjálvur tónleikari og kennir tí væl til trupul­ leikan við manglandi spæli­ hølum í Havn, og tí verður Jam­session hvørt sunnu­ kvøld, har tónleikarar fáa høvi at royna seg. Hóskvøld verður konsert við ymiskum fjølbroyttum tónleikarum. Ikki bara hós­ og sunnu­ kvøld verða prýtt við tón­ leiki í Tórskjallaranum. Í samstarvi við onnur tón­ leikafeløg eru ætlanir um enn størri tónleikatiltøk komandi summar, men Georg vil ikki út við, hvørj­ ar hesar ætlanir eru enn. Benjamin og Eivør í Tórskjallaranum Eivør Pálsdóttir var gestasolistur í Tórskjallaranum hóskvøldið Sum bert 19 ára gamal hevur Benjamin Petersen longu gjørt vart við seg Tórskjallarin er nú ramma um tónleikakvøld hóskvøld og sunnukvøld