Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 • 07. mai 2008 MIÐvIkaN 29 stórum boga uttanum, hóast hetta bert var ein vanligur reki. Tá mátti motorurin startast fyri at gera hesa manøvrina. Vit sóðu ongantíð sólina. Men so væl var navigerað, at vit komu beint á Skúvoynna. Tá vit koma heim, skuldu vit so lossa og rigga skipið av. Eg vil siga, at hetta árið saman við sandoyingum minnist eg aftur á við gleði. Vit komu tískil heim ein mán­ aða áðrenn Niels Finsen, sum tað hevur verið greitt frá í Miðvikuni. Tað slapst undan tí illveðrinum. Eg minnist eisini Niels Finsen, tá ið hann kom á Havnina. Hann sá farligur út. Teir søgdu eisini fyri okkum, at sjálvt gelendararnir vóru bognaðir av brotunum teir fingu. Tað hevur verið ein rættu­ ligur umgangur. Vit fingu eini 400 skippund undir Íslandi, og fyri árið var tað um 1.000 skippund. Avrokningin kom út móti jólum. Mín avrokning var 900 kr. fyri árið frá hálvum februar og til fyrst í oktober. Eg var miðlingur at fiska. Vit høvdu sjálvdrátt íslandstúrin og samveiðu grønlandstúrin. Tann besti fekk 1200 krónur. Eg hegnaði trønna hjá okkum inn fyri helvtina av hýruni. Ansaði eftir týskum krígsfangum Tá ið eg kom heim fekk eg eitt serligt job. Tað var at ansa eftir týskarum, sum vóru í varðhaldi. Tað var eitt týskt flogfar, sum av eini ella aðrari orsøk setti seg á Tvøroyrafirði við Froðba. Tað vóru fýra mans við, og teir vórðu bjargaðir í land. Hetta var, áðrenn Danmark varð hersett. Tað var tá eitt uttanveltað land, meðan Týskland var í kríggi. Flogfarið hevði tískil framt brot á danskan suverenitet við at koma inn í føroyskt loft­ rúm. Manningin varð so send til Havnar, har hon varð sett í varðhald. Til tess varð brúk fyri vaktarmonnum, og eg var ein av teimum, sum fekk hetta til arbeiðis. Mítt arbeiði var at vera á náttarvakt fra kl. 10 á kvøldi til kl. 8 um morgunin allar sjey dagar í viku. Lønin var 11 kr. um náttina. Hetta var gott, tí tímalønin var tá annars ikki komin til 1 kr. Varðhaldið var í epidemihúsinum, sum var beint við Dronning Alexandrines Hospital, sum tað sæst á myndini. Teir høvdu ta fínt har. Teir fingu fyrsta floks hospitalsmat. Sjúkrasystrunum dámdu eisini væl at koma niðan at vitja teir. Vit skuldu bert passa uppá teir. Tað var einki, sum vit skuldu nokta teimum. Umframt kost fingu teir 90 kr. um mánaðin. Hetta var gott fyri at ganga fyri einki! Vit høvdu nakað av sambandi við teir. Officerurin var ein gentlemaður av tí gamla týska slagnum. Hann hevði verið yvirmaður á kavbáti. Men tá ið kríggið brast á, høvdu teir rent hann upp í luftina. Men hinir tríggir vóru øðrvísi. Tann eini hevði verið í spanska borgarakrígnum, har Hitler hjápti Franco at basa demokratiskt valdu stjórnina har. Hann plagdi at reypa um, hvussu hann plagdi at duka granatir niður í høvdið á spaniólarum. Hann var ein drepari fyri at siga tað so. Giftist pr. telegramm Men tann yngsti var eini spirri­ vippur. Hann gekk og reisti armarnar og rópti Heil Hitler aðra hvørja løtu. Hann varð annars giftur, meðan hann var her. Vígslan fór fram pr. telegramm! Hetta var vanlig mannagongd í Týsklandi undir krígnum, tá tað ikki lá so væl fyri at sameina brúðarpørini. So var tað ein mekanikari. Teir prátaðu tó bert týskt, men officerurin dugdi tó væl at tosa enskt. Teir gingu annars frítt í býnum, men altíð var onkur við teimum. Teir vóru eisini uppi hjá Fossá, har tað var ølstova, og ballaðust um kvøldini. Teirra trupulleiki var bert, at teir ikki sluppu heim aftur. Eina ferð høvdu teir verið umborð á einum norskum báti, sum lá á Havnini, og teir høvdu biðið lovað sær við. Skiparin tordi ikki at siga nei, men hann hevur sagt fútanum Niels Westerby frá. Norski báturin skuldi sigla um kvøldið. Vit, sum høvdu vakt, vóru samankallaðir. So varð lagdur ein planur. Vit sum høvdu vakt skuldu einki gera og skuldu bara látast sum einki í fyrsta umfari. Tá teir vóru farnir út, skuldu vit eygleiða teir og geva boð við eini lummalykt. Ein skuldi blunka heim til Hornahúsið, har lá tann fyrsti vaktarmaðurin, og tann næsti lá har við smiðjuna í Gr Kambansgøtu. So skuldu nakrir mans vera við landgangin á tí norska skipinum, har teir skuldu goyma seg. Tá týskararnir so komu á landgangin, skuldu teir takast. Men teir munnu hava fingið kaldar føtur, tí teir møttu slett ikki upp. Ikki lætt at rýma í Føroyum Eitt kvøldið út móti jólum í 1939 stungu teir av á okkara vakt. Tað vóru altíð tríggir á vakt. Harry hjá Anthon Dykk var leiðari fyri vaktarliðnum. Tað var sjaskveður av útnyrðingi, vátakavi og keðiligt veður. Vit fóru aftaná teimum og skuldu fanga teir. Men vit vóru klárir yvir, at vit vórðu smurdir av, um vit tóku teir. So vit vóru ikki so grúiliga spentir uppá hetta. Teir vóru komnir til nýggja kirkjugarðin. Her var jú sera oyðið. Eingi hús vóru tá har á leiðini. Nú so orðnar Harry, at vit fara heim aftur, tí teir sleppa jú kortini ongan veg. Teir vóru heldur ikki væl ílætnir. Vit fóru so heim aftur og klokkan seks, tá bankaði uppá. Tá vóru tað teir, sum vildu sleppa inn. Teir vóru ígjøgnum, kaldir og illa fyri. Tá søgdu teir, at hetta var eitt lorta land, tí her sluppu teir ongan veg. Teirra landsmenn vóru rættuliga byrjaðir at leggja Europa undir seg, og her sótu teir! Tá byrjaðu teir at gerast ómøguligir. Teir brustu sikringar­ nar, so alt hospitalið lá stilt. Teir vóru jú eisini mekanikarar og dugdu slíka snildir. Vit kundu sum so einki klára okkum móti teimum. Hann, sum hevði verið í Spanien, var ein ordilig bamsa. Tá gjørdist Westerby eisini bangin. Tá vit komu inn í februar mánaða skipaði hann fyri at fáa teir sendar til Danmarkar við verjuskipinum Íslands Falk. Vit vistu av ongum. Tá vit komu á vakt vóru menninir burtur. Hetta var í hvussu er heppið fyri teir, tí í apríl verður Danmark hertikið av Týsklandi, og tá man tað hava verið sloppið hjá teimum. Teir, sum vóru saman við mær, vóru Ove Karlsen, sum flutti til Canada, og Harry Andreassen. Á hinari vaktini um dagin var Palli Christiansen og Ludvig Brecmann. Tann, sum hevði teir mest um hendur, var ein klaksvíksgenta, sum æt Ása. Hon var sjúkrasystir. Hon giftist seinni við Jóannes Simonsen. Hon gav teimum mat, reiddi upp og tílíkt. Um teir so komu aftur sum fíggindar ber ikki til at siga. Men hjá mær hevði so hesin veturin verið bjargaður, hvat arbeiði viðvíkir. Næstu ferð Í komandi parti greiður Johan frá síni sigling undir krígnum. Her upplivir hann eisini eitt sindur av hvørjum Sólarris fiskaði eisini við bátum. Her eru teir uppá sleip Dr. Alexandrines Hospital við epedemi uttast t.v. har týsku fangarnir hildu til. Millum epedemi og hospitali síggjast hjallarnir hjá hospitalinum