mikudagur 7. mai 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
30
nr. 86 • 07. mai 2008
I 1914 var tað Óli Mortensen
skuldi hava Pilot at føra. Djur
holm og Hans P. Weihe áttu
Pilot saman. Óli og Djurholm
vóru svágrar. Tá ið vit fóru yvir
á Eysturlandið, kom Djurholm
sjálvur við. Mær dámdi sera væl
Djurholm.
Í august byrjar 1. heimsbardagi.
Tá lógu vit undir Íslandi. Hetta
frættist skjótt, hóast eingin
telefon var. Skipini prajaðu jú
hvørt annað. Skipini komu inn
undir Langanes, og her var lætt
at geva boð millum skipini. Nógv
skip fóru eisini heim beinanvegin,
men ikki vit. Vit fóru heim tá ið
túrurin var liðugur.
Í 1915 vilja íslendingar keypa
bátar úr Føroyum. Teir keyptu
ein, sum æt Albatros. Dánjal í
Norðskála hevði átt hann. Hann
hevur verið eini 1520 tons. Eg
haldi, at Elias í Rættará hevði
bygt hann. Hann var keyptur upp
til Ísafjørðin, og eg skuldi fara
upp hagar við honum. Niels í
Heiðunum var skipari. Við vóru
eisini Kristian í Gásadali og
Símun Askham. Tá vit komu
í Faksabuktina kom ein so
ring høgætt. Vit løgdu okkum
uppundir jøkulin har. Ankraðu
upp og lógu nakrar dagar. Komu
so inn á Ísafjørðin, sum var eitt
deiligt pláss. Hetta er ein ordilig
nátúrhavn. Vit fingu so fría reisu
heim aftur og 200 kr. fyri túrin.
So hevði Elias í Rættará smíð
að ein nýggjan bát til Norðfjørðin.
Hetta var ein 10 tonsari. Niels
skuldi føra hann yvir. Nú vóru
vit bert tríggir við. Tað var nokk
so ringt veður, tá vit komu inn
um Norðfjarðahornið. Tað var so
ringt, at ein bátur bleiv burtur
hendan dagin. Okkurt skip kom
eisini inn, sum hevði fingið brotið
okkurt á dekkinum.
Íslendingar yvirtóku so bátin,
og teir komu so við okkum til
Seyðisfjørðin. Vit komu heim
aftur við ferðamannaskipinum
Botnia hjá DFDS.
Makkur kom í lastina
Vit sigldu eisini Lítlu Doru
yvir til Íslands. Hana hevði
ein islendskur handilsmaður
keypt frá Müller. Hetta var ein
langbummari. Tað merkir, at
hann bert hevði eina mastur.
Hann kundi taka eini 30 tons. Vit
fóru fyrst norður til hvalastøðina
við Áir. Her fyltu vit hana við
hvalasveivum, sum teir brúktu til
okkurt í Íslandi. Tær blivu nokk
niðurgrivnar og súrgaðar.
Hon hevði ein gamlan Dan
motor og gekk spakuliga. Vit fóru
so frá Áir ein seinnapart. Tað
bleiv so nógvur vindur av útsynn
ingi og tjúkt, tá vit komu norður
fyri Mjóvanes. So helt Niels, at
vit skuldu fara inn á Klaksvík og
leggja okkum fyri náttina. Vit fara
so avstað dagin eftir.
Tá vit koma yvir móti Seyðis
fjørðinum, nú er eitt enskt orlogs
skip har. Tað var nógvur vindur
og eisini regntjúkt. Hann gav
okkum boð um at steðga. Hetta
var á kvøldi, og teir skuldu koma
umborð morgunin eftir. Tað bleiv
so tjúkt um náttina, at vit sóu ikki
hvønn annan. Tá helt Niels, at
tað var best at stinga av. Vit settu
segl til og fulla ferð á motorin, so
avstað og sloppið var. Vit komu
beint inn á Dalatanga.
Á vegnum yvir bleiv íslending
urin svakur í høvdinum. Hann vildi
leypa fyri borð og forgera sær.
Vit máttu binda hann. Hann varð
so koyrdur til lækna á Seydis
fjørðinum, og tað gingu fleiri
dagar, til hann var í ordan aftur.
Lastin fór so upp á Sauðarkróki
longri norðuri. Tá var makkur
komin í. So tað var eitt rættiligt
tørn at fáa reinsað lastina
aftur. Vit fara so víðari fram við
Kappan. Tá síggja vit so nógvan
rekavið. Hetta er undir krígnum,
og tað var mangul uppá brenni.
Íslendarin orðnar so fyri, at vit
skulu taka rekaviðin inn. Vit fylti
lastina við timbri og fóru so á
Ísafjørðin. Hann seldi allan viðin
og gjørdi kvettið.
Hann hevði eina lítla afturlast.
Har hevði hann keypt sukur
og kaffi, sum var tollskyldugt í
Íslandi. Hann passaði tað so, at
vit skuldu koma inn um náttina
og liggja uttanfyri. Bátur kom
umborð, eg haldi at hetta hevur
verið avtalað spæl. Hann fekk
alt í land tollfrítt. Morgunin eftir
fóru vit inn gjøgnum rennuna á
Ísafjørðinum. Tá vit vóru komnir
seldi hann skipið beinanvegin,
og tann nýggi eigarin bjóðaði
okkum at sigla fyri seg við salti til
bygdirnar og at taka fisk aftur við.
Tummas fór heim, men eg og
Niels vóru eftir, og vit sigldu
seinnapartin av sumrinum til
langt út á heystið fyri Jónsson.
Vit sigldu millum bygdirnar í øki
num. Ein íslendingur kom umborð
sum motorpasari. Tað vat massar
av fólki sum arbeiddi við at turka
fiska á Oyruni har. Vit komu heim
aftur við tí bátinum hjá DFDS,
sum kallast Island. Hann gekk so
skjótt. Vit fóru av Reykjavík og
skuldu á Seyðisfjørðin, og haðani
til Føroyar. Um kvøldið fóru vit
av Seyðisfjørðinum til Føroyar.
Vit spældu kort út á náttina, og
vit vóru ikki meira enn vaknaðir
morgunin eftir, tá vóru vit inni
móti landi í Føroyum. So skjótt
var tað. Skiparin æt Lydersen. Tað
var hann sum seinni sigldi hana
uppá land.
Árið eftir fór eg aftur til Íslands
við einum báti sum æt Merkur.
Hetta var ein bátur sum hevði
siglt við ferðafólki, posti og frakt
millum Tvøroyri, Vág og Havnina.
Vit høvdu eina sildanót við, og
tá vit komu nakað yvir blivu vit
aftur stoppaðir av einum enskum
orlogsskipi. Teir komu so umborð.
Tað var gott veður. Teir hugdu í
lastina og sóu bara nótina. Vit
sluppu so. Annars plagdu teir at
taka skip niður við til Hetlands.
Vit koma so til Íslands og skulu
fara á sildaveiðu við henni. Vit
høvdu tveir snerpubátar. Sildin
stóð inni í Ísafjarðsdýpinum, so
tað var stutt at sigla. Vit fingu
nakað av sild har. Sildin flutti
seg skjótt norður eftir, og tá kom
lítið burtur úr. Men vit vóru har
fyri summarið. Bassurin búði
á Ísafjørðinum, og hann varð
kallaður fyri Jens Færeying.
Albert, sum var pápi Johan, kom at sigla til Íslands undir 1. heimsbaradaga.
Hetta kundi eisini vera spennandi
Albert:
Sigling undir 1. heimsbardaga
Næstu ferð
Í komandi parti verður greitt
meira frá Jens Færeying, sum
hevur eina serliga søgu
Soleiðis lógu sluppirnar undir Íslandi
Niels í Heiðunum var ein kendur
sjómaður. Hann var saman við Albert,
tá ið teir sigldu bátar til Íslands undir
1. veraldarbardaga
Her verður fílað