mikudagur 7. mai 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 7. mai 2008
31
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Tað er snøgt sagt ikki gott nokk. HB er kent fyri at spæla
álopsfótbólt, og tað haldi eg manglar í løtuni
Christian Høgni Jacobsen
Todi skal
hava
nýggjan
venjara
Mánadagin var greitt, at
Fremad Amager hevur
steðgað
samstarvinum
við Jakob Friis Hansen.
Jakob Friis Hansen
gjørdist venjari undan
hesum kappingarárinum,
og fyri vetrarsteðgin gekk
rættiliga væl hjá honum
og Fremad Amager.
Eftir steðgin hevur tó
gingið illa í hond. Frem
ad Amager hevur mist
annars trygga oddasessin,
og eftir 30 tapið móti
Roskilde um vikuskiftið
verður sera trupult at
vinna seg aftur á odda
sessin, sum ber beinleiðis
uppflyting við sær.
Ítróttarligu
avrikin
førdu at enda við sær, at
leiðslan í felagnum ikki sá
sær annan veg enn at siga
venjaranum úr starvi.
Enn hava vit ikki
nakran avloysara í kikar
anum, og fyribils eru
Michael Madsen og før
oyski
Julian
Hansen,
sum taka sær av liðnum,
sigur
Todi
Jónsson,
nevndarformaður
og
stjóri í Fremad Amager.
Todi vil ikki gera aðrar
viðmerkingar til málið.
Hattrick í
hattrickum
ÍF Føroyar spældi í gjár
kvøldið móti Kulpa, sum
liðið hjá juralesandi á
Keypmannahavnar Uni
versiteti. Dysturin endaði
við sannførandi 60 sigri
til føroysku útisetarnar,
sum nú veruliga mugu
sigast at hava fingið
gongd á, eftir at teir taptu
teir báðar fyrstu dystirnar
í kappingini. Og sigast
má eisini, at Erling Fles
av sonnum hevur fingið
gongd á málskjótingina. Í
gjárkvøldið skeyt hann
fýra mál, og hetta er triðji
dysturin á rað, at áleyp
arin úr Klaksvík skorar
hattrick. Hini bæði málini
gjørdi ein annar vanda
mikil
harri,
nevniliga
Henry Petersen úr Fugla
firði. Næsti dysturin hjá
ÍF Føroyum verður ikki
fyrr enn 17. mai, tá mót
støðuliðið eitur BK Fix.
Føroyameistararnir
úr SÍ eiga flestu spæl
ararnar á liðnum, sum
um góða viku skal spæla
EMundankapping á
heimavølli
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Føroyska
kvinnulandsliðið
í
flogbólti skal í næstum undir
EMundankappingardystir sínar.
Seinastu vikurnar hava nógvar
venjingar verið á skránni, og nú
er greitt, hvørjar tær 12 eru, sum
skulu umboða Føroyar.
Niklas Joensen og Magnus
Tausen, vnejarar, hava úttikið
Anna Maria M. Kruse, ÍF, Ann
ika á Stongum, SÍ, Birgit Gutte
sen, SÍ, Birita Joensen, KÍF, Hel
en á Lakjuni Jacobsen, ÍF, Helga
Guttesen, SÍ, Karin Mikkelsen,
SÍ, Kate Kalsø, Mjølnir, Margit
G. Joensen, Mjølnir, Ruth Thom
assen, Dráttur, Sólgerð Henrik
sen, Dráttur, Sólva Dimon, TB
Sostatt er SÍ tað felagið sum
er best umboða á landsliðnum
við 4 leikarum, meðan ÍF,
Dráttur og Mjølnir hava hvør
sínar 2 leikarar við. KÍF og TB
hava hvør sín.
Landsliðið hevur sínar sein
astu venjingar komandi viku
skifti í Havn, áðrenn liðið flyt
ur inn á Hotel Føroyar hósdagin
í komandi viku, tá Írland, Lux
embourg, Liktenstein og Skot
land koma til landið við
Atlantic Airways.
Tey bæði fremstu liðini í und
ankappingini koma víðari til eitt
endaumfar, sum verður spælt í
Luxermburg komandi ár.
EM-landsliðið til reiðar
Føroyska kvinnulandsliðið,
sum nú skal royna seg í EM-
undankappingini: Aftast frá
vinstru: Birgit Guttesen, SÍ,
Sólgerð Henriksen, Dráttur,
Helen á Lakjuni Jacobsen, ÍF,
Helga Guttesen, SÍ, Anna Maria
M. Kruse, ÍF, Sólva Dimon,
TB, Birita Joensen, KÍF. Fremst
frá vinstru: Ruth Thomassen,
Dráttur, Kate Kalsø, Mjølnir,
Margit G. Joensen, Mjølnir,
Annika á Stongum, SÍ, Karin
Mikkelsen, SÍ.
liðið
Andras Gango (ÍF)
Hans á Lag (HB)
Sorin Anghel (EB/Str.)
Bárður Olsen (EB/Str.)
Badara (B68)
Høgni Madsen (ÍF)
Bárður B. Danielsen (Skála)
Leif Niclasen (EB/Str.)
Rodrigo (KÍ)
Magnus Skoralíð (GÍ)
Bartal Eliasen (ÍF)
Sosialurin mannar Formula-liðið við teimum spælarunum, sum stóðu seg best í 6.
umfarinum av Formula-deildini
Dystarskrá:
Fríggjadagur 16. mai 2008:
12.00 Skotland – Luxembourg
15.30 Írland – Liktenstein
18.15 Føroyar – Skotland
Leygardagur 17. mai 2008:
10.00 Írland – Føroyar
13.30 Liktenstein – Luxembourg
16.30 Skotland – Írland
19.30 Føroyar – Liktensten
Sunnudagur 18. Mai 2008:
13.30 Luxembourg – Írland
16.00 Liktenstein – Skotland
19.30 Luxembourg - Føroyar