mikudagur 7. mai 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 86 - 7. mai 2008 ]
Vinna
miðvøllin
Sam Jacobsen hjá Vík
ingi helt, at javnleikurin
móti HB væl var nakað,
sum liðið kundi liva
við.
Bæði og. Vit hava
kjansirnar til at vinna
dystin, men ein javn
leikur er væl í lagi.
Tað sá út til, at tit
fyrst og fremst fóru eft
ir miðvøllinum, og síð
ani arbeiddu út frá hes
um?
Tað var eisini ætlan
in. Vit hava havt nakrar
dystir, har vit hava
vunnið miðvøllin, og tá
hevur spælið gingið
væl. So tað var fyrst og
fremst hetta, sum var
ætlanin, og tað eydnað
ist. So á tann hátt eru
vit nøgdir, segði Sam
Jacobsen eftir dystin.
Ikki nóg
gott
Tríggjar dystir uttan at
liðið ger mál. Tað er
ikki nøktandi fyri ein
landsliðsáleypara. Og
als ikki, tá mann spælir
í HB, staðfesti Christian
Høgni Jacobsen eftir
dystin.
Tað er snøgt sagt
ikki gott nokk. HB er
kent fyri at spæla álops
fótbólt, og tað haldi eg
manglar í løtuni. Vit
koma fram til nakrar
møguleikar, men vit
fáa ikki bóltin inn.
Hinvegin halda vit
nullið, og mann kann
ikki seta ein fingur á
verjuna. Tað er kanska
munurin á okkum í
mun til í fjør. Nú ræður
so um at fáa bóltin í
kassan, so vit fáa glið á
aftur.
Og enn eru tit ikki
krøktir av í oddinum?
Slettis ikki. Har eru
bara tvey stig upp, so
fáa vit málini, ivist eg
ikki í, at vit væl og
virðiliga eru við í odd
inum, segði Christian
Høgni Jacobsen.
Føroyskir borðtennisleikarar til NM
Í døgunum 9.11. mai verður dystast um norðurlendska meistaraheitið fyri landslið í
borðtennis. Kappingin fer fram í Maribo í Danmark, og við til hesa kapping vera sjey
føroyskir borðtennisleikarar. Teir eru Fróði Jensen, Rakul Mikkjalsdóttir og Marin í Dali úr
TBF, Hallur Thorsteinsson, Ragnar Egilsson og Rói Agnarsson úr TÓR, umframt Sheilu
Strøm, sum í løtuni leikar við danska Team Nørreå. Menninir eru komnir í bólk saman við
Danmark, Noregi og Finnlandi, meðan kvinnurnar eru í bólki saman við Danmark og
Estlandi. Hetta eru sera sterk mótstøðulið, og hóast ikki øll hava valt at nýta sterkastu
uppstilling, teljast Danmark og Svøríki millum fremstu borðtennistjóðirnar í Evropa. NM
kappingin verður samstundis seinasta uppgáva hjá norska landsliðsvenjaranum hjá Føroyum,
Ole Christian Stenshorne. Eftir eitt hálvt ár í Føroyum fer hann nú aftur til Noregs, og kemur
ikki heimaftur til Føroya við føroyska ferðalagnum.
Formula-deildin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 EB/S
6
4
-
2
-
0
15
5
10
14
2 HB
6
3
-
3
-
0
13
2
11
12
3 B36
6
2
-
4
-
0
8
3
5
10
4 NSÍ
6
3
-
1
-
2
8
7
1
10
5 ÍF
6
3
-
1
-
2
9
10
-1
10
6 Víkingur
6
2
-
1
-
3
7
7
0
7
7 KÍ
6
1
-
2
-
3
7
12
-5
5
8 B68
6
1
-
2
-
3
4
10
-6
5
9 B71
6
1
-
1
-
4
8
13
-5
4
10 Skála
6
1
-
1
-
4
4
14
-10
4
Triðja Formula-dystin
í slag og fyri fjórðu
ferð í fimm royndum
mátti HB málleyst
av vøllinum. Hesa
ferð eftir nulloysn í
Sarpugerði
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ikki síðani Mortan úr Hørg
móti dystarenda skoraði
sigursmálið í 21 sigrinum
á KÍ tann 20.apríl hevur HB
funnið
vegin
fram
til
meskarnar.
Síðani hevur liðið spælt
gott og væl 270 minuttir,
uttan at teir hava funnið veg
in fram til meskarnar.
Fyri tað nógva var orsøkin
til málturkin eisini sjónlig,
tá HB vitjaði í Sarpugerði.
Hóast liðið nú er saman
sett, so eru hornasteinarnir
í spælinum fyri tað n´gova
enn teir somu, sum tá GÍ
gjørdi um seg. Ikki minst
við
kontanta
spælinum,
sum liðið við jarnviljanum
leggur fyri dagin, og frá
fyrsta bríksli hevði HB
ógvuliga trupult at taka
ímóti hesum.
Hóast Kári Nielsen í van
ligum stíli stríddist væl, so
vunnu
heimamenninir
flestu nærdystirnar, sum
vóru á vøllinum. Tað gav
eisini yvirskot til at flyta
spælið longur fram á vøllin,
og fleiri ferðir var upptakt
til heilt vandamiklar støður
framman fyri HBmálið.
Talan gjørdist tó sjáldan
um meira enn tað sama. Ta
einu ferðina hoppaði bóltur
in
onkursvegna
millum
beinini á tveimum víkingum
inni í lítla feltinum, men
tað var ongan tíð so, at
Tróndur Vatnhamar varð
settur upp á tær veruligu
royndirnar. Fyrst og fremst,
tí Hans á Lag aloftast kom
við alneyðugu tacklingini í
júst tøkum tíma, ella eisini,
tí saknurin í einum verulig
um boksspælara var sjón
ligur hjá heimaliðnum.
Og so var um reppið, at
HB legði seg á odda beint
fyri steðgin, men Hendrik
Rubeksen skovlaði bóltin
upp um málið, tá hann brád
liga gjørdist leysur við hand
ara stólpa.
Sørir
At HBvenjarin var ónøgdur
um avrikið fyri steðgin,
man neyvan vera nøkur
loyna.Tvær
broytingar
vórðu gjørdar í steðginum,
og tær munaðu eisini nakað.
Eisini hóast Milan Kuljic
var heppin, tá dómarin
dømdi hann fyri at hava
brúkt álbogan í nærdysti,
men onkursvegna kom til ta
niðurstøðu, at hetta bert
skuldi kosta gult.
HB var nú betur við í
dystinum, og tó at gøtumenn
framvegis høvdu trýstið, so
var meira broddur í gestun
um. Fleiri ferðir komu teir
væl yvir kantarnar, men
Geza Turi hevði aloftast tak
á innleggunum.
Ikki fyrr enn móti dystar
enda kom veruligt glið á.
Stutt fyri at hann varð út
skiftur, var Andreas Lava
Olsen á leið tveir sentimetrar
ov stuttur eftir innleggi.
Kári Nielsen átti gyltan
møguleika fyri gestirnar, tá
hann sendi returbólt á tvør
træið, og Hanus Jacobsen,
Finnur
Justinussen
og
Rógvi Poulsen áttu allir
góðar royndir seinastu løt
una.
Men trupulleikarnir við
at finna málið vóru fram
vegis ov eyðsýndir hjá báð
um pørtum. Og so endaði
alt á júst sama hátt, sum tað
byrjaði. Nevnliga málleyst.
Vanta broddin
Hjá HB er sjálvandi posi
tivit, at teir hava hildið mál
ið reint nú í níggju av tíggju
teimum seinastu hálvleikun
um. Men tað er ikki serliga
nøktandi, tá mál ikki verða
skotin. Og tað verður væl
fyrst og fremst hetta, sum
venjarin eigur at leggja dent
in á komandi dagarnar.
Kanska eisini við stuðuli av
Andrew av Fløtum, um hes
in sleppur av við argandi
skaðan.
Hjá Víkingi hevur eisini
verið trupult at finna rætta
frymilin fram til mótstøðu
málið. Men í størri mun
tykist hetta at botna í sakn
inum í einum veruligum
boksspælara. Onkur tók
skemtandi til, at fólk nú eru
farin at leita eftir Christian
Lundberg. Spæliloyvið hjá
dananum er nevnliga enn í
Gøtu, men tó at tað neyvan
verður við honum, at Víking
ur styrkir seg, so vildi hann
verið júst rætta typan, sum
kundi skotið liðið longur
upp eftir talvuni.
Víkingur-VB 0-0:
HB-bein uttan mál
HB
Víkingur
Víkingur-HB 0-0
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Geza Turi – Kaj Ennigarð, Atli
Gregersen, Niclas Niclasen, Hanus Jacobsen
– Símun Louis Jacobsen (Sverri Jacobsen,
75.), Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Magnus
Skoralíð – Andreas Lava Olsen (Finnur
Justinussen, 70.), Zoltan Bukzegi
Gult kort: Eingin
HB: Tróndur Vatnhamar – Mortan úr Hørg
(Pætur Jørgensen, 71.), Hans á Lag, Fróði
Benjaminsen, Poul Thomas Dam (Rasmus
Nolsøe, 46.) – Jákup á Borg, Kári Nielsen,
Ólavur S. í Ólavsstovu (Milan Kuljic, 46.),
Rógvi Poulsen – Christian Høgni Jacobsen,
Hendrik Rubeksen
Gult kort: Milan Kuljic
FAKTA um dystin
Í løtum høvdu víkingarnir eitt hampuliga stórt trýst á HB,
men tó at bólturin ferðaðist nakað í feltinum, so gjørdist talan
sjáldan um teir stóru møguleikarnar
Mynd: Álvur Haraldsen