Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 7. mai 2008 33 Kári á Rógvi, hetta títt skriv er bert lóður til mínar revolvarar til eitt intermezzo afturat Hetta er tað, sum orðabókagrunnurin sigur um seg: Orðabøkur Grunnurin arbeiðir við at fáa givið út føroysk-týska orðabók, sum Ulf Timmer- mann hevur ritstjórnað, og føroysk-danska orðabók, sum Zakaris S. Hansen hevur ritstjórnað. Ætlanin er, at báðar orðabøkurnar koma út í 2008. Samráðingar eru eisini við aðrar rithøvundar um útgávur. Orðabøkur á goymslu, sum grunnurin hevur verið við til at fíggja: Donsk-føroysk orðabók. Eisini fløguút- gáva. Ritstjórnað hevur Hjalmar P. Petersen. Føroysk-italsk orðabók. Ritstjórnað hevur Gian- franco Contri. Umframt omanfyri nevndu hevur grunnurin: føroysk-donsku orða- bókina, sum M. A. Jacob- sen og Chr. Matras ritstjórn- aðu og føroysk-norsku orðabókina, sum Eigil Leh- mann hevur ritstjórnað, á goymslu. Føroysk orðabók (heft og innbundin), sum Jóhan Hendrik W. Poulsen, Marjun Simonsen, Jógvan í Lon Jacobsen, Anfinnur Johansen og Zakaris Svabo Hansen hava ritstjórnað, er útseld. Arbeitt verður við at fáa hana uppafturprentaða. Fløguútgávan av Før- oysku orðabókini er eisini útseld, men ókeypis at- gongd fæst til hana á heimasíðuni hjá Orðabóka- grunninum. Til hetta sein- asta er at siga, at tín net- útgáva er ein betaversjón av Orðaskjáttuni. Tak til dømis orði “grátt undir steini” so fáast tveir grein- ar: “grótlús (Oniscoidea)” og “grátt undir steini (Oniscidæ)”. Hvussu ber tað til, at latínska heiti ikki er rættað enn, tí nú er tað triðju ferð, at eg fortelji tær tað. Dugir tín orðabóka- serfrøðingur ikki at fara inn í orðabókaforritið og rætta hetta?, em net- útgávan hjá tær gevur bert hetta “grátt undir steini (Oniscidæ)”. Men tær so líkt, so kemur tú við eini gummiorðing: “Grunnurin vónar at vera við at endur- skoða hesa meginorða- bók”. Men verður tað við tíni sniglaferð, so verður tað ikki í mínari tíð. »Sintur sjógarpur spei­ rekur serfrøðinga­ frásagnir« nevnir Hóraldur Joensen greinarøð, eg kundi nýtt lántar fjaðrar, og kallað hetta brotið ”Sintur lógar- garpur speirekur frásagnir frá fremmandamálsfrøð- ingi, sum í stóran mun eru bygdar á samskifti við Kára á Rógvi í teldu- postum í árinum 2007. Kári á Rógvi, í bløðu- num skrivar tú í sambandi við mína greinarøð hetta um meg, orðabókabrask, ikki idealistur, kapitalistur, óður eftir verðini, sterka rættvísiskenslu (í nega- tivari merking), eingin lønandi útgáva, rættuliga vælløntur studendaskúla- lærari, vil hava fleiri árs- lønir (hvussu nógvar árs- lønir hava Ulf Timmer- mann fyri 1.8 milljónir, Johnny Thomsen fyri 1,9 milljónir og Hjalmar Peter- sen fyri 1,5 – 2 milljónir fingið), samansett navnorð ella serlig fakorð, ið ikki leggja nakað stórvegis afturat verkinum, (hvussu kanst tú vita tað, tú gitir, tí longur upp í verjurøðu tíni skrivar tú: ”Tó at vit ikki sleppa at síggja verkið í fullum líki”, ”endurgeva nakrar hugleiðingar hjá ávísum barnaskúlalærara”, ”við sera ósannførandi at siga øll onnur hava misfatað tað stórverk, ið eingin sleppur at síggja”, tú nevnir meg bert ”Davidsen” við bæði yvir- og undirtónum, ”og ikki skriva fyri seg sjálvan uttan lesarar” og loksins ”deyðsseyðaskriving”, so mong vóru tíni orð um meg. Er hetta títt støði Kári á Rógvi? Vónandi tekur tú tað ikki við tær inn um tingsins gátt, nú byrji eg kanska at skilja títt revolvara-orðabrask eitt vet betur – ella geri eg? Revolvaramenninir Billy the Kid og Hopalong Cassidy ganga leysir í Sandoynni, sum hótta við at spilla Jóannesi politiska spælið, men tú hevur lovað løgmanni stuðul við at plaffa teir niður, og eg Lucky Luke á mínum Jolly Jumper (= Suzuki Ignis) og revolvararnar (= stasjoner telda og fartelda), vilt tú plaffa niður, ella tú vilt kanska hava okkum upp í gálgan, men tíanverri hava vit talu- og skrivifrælsi – enn. Men teir í Mentamála- ráðnum, teir torir tú ikki alment at nerta við. Tú ríður niðarlaga, Kári á Rógvi! Orðabókagrunnurin er vorðin ein partur av hesi køstarennu tey seinastu 5 árini, sum orðabóka- politikkurin hevur verið tað hesi seinastu 10 árini! Hví heldur tú, at politikkarar hava minkað upphæddina til orðabøkur frá 1.4 milljónum niður í 940.000kr. Eg skal skriva tað fyri tær svart upp á hvítt. Orsøkin er tann, at orðabókapolitikkurin er eitt svart hol, sum einki kemur burturúr aftur – um tað ikki var so, at teir privatu høvdu víst, hvat teir megna – t.d. ársins føroyingar! Tú og núver- andi privati Orðabóka- grunnurin liggja framvegis á 4 – lat meg stava tað fyri tær – fýra - orðabóka- handritum! Tøknifrøði- orðabókin (1998), Føroysk-donsk orðabók (1998), Føroysk- týsk orðabók (2000) og loksins Russisk-føroyskt (2001). Høvdu politikkararnir sæð úrslit á tí almenna orða- bókaøkinum, so høvdu teir óivað gleðiliga sett størri upphæddir av til hetta alneyðuga arbeiðið okkara máli at gagni. Ger okkum tann beina og set árstøl á handritini, nær tey koma út, og ikki eina gummiorð- ing sum hana, ið tú nýtir: ”Grunnurin ætlar næst… ” Hvat merkir ”næst” nágreiniliga? 5 ár ella aftur 10 ár. Tøkniorðabókin og Føroysk-donsk orðabók verða báðar umrøddar í svarskrivi frá Signari á Brúnni, táverandi menta- málaráðharra, í 1998, t.v.s. tað eru meira enn 10 ár síðan, og hvat hava tær kostað Orðabókagrunnin- um? Frá 2003 og frameftir eigur tú, tað merkir seinnu helvt av hesum tíðarskeiði, 1998 - 2008. So megnar tú ikki upptakið, greið frá hví? ella gev skarvin yvir! Føroysk-týsk orðabók er byrjað 2000 og Russisk- føroysk varð farið undir 2001. Tú ert formaður, men eingin maður at taka avgerðir! Skipasmiðjustjóri segði eina ferð í útvarpinum nakað soleiðis: “Meira verk, færri orð, legg so knørr at knarrarborð!” Hvussu ofta tú nýtir orðið ”ætla”, ”vónar” og vil fara undir? men tað spyrst als einki burturúr, bara orða- brask! Nú ætlur tú tær mín sann undir Dansk-føroyska orðabók. Vit hava tvær frammanundan: Tann hjá Hjalmari Petersen og tann væl størra hjá Annfinni í Skála og Jonhardi Mikkel- sen. Hvør er tann nýggi orðabókarithøvundurin, ella hevur tú misskrivað teg her. Síðan heldur tú áfram: ”Spansk-føroyska, (hvat við teirri Føroysk- sponsku?), Fransk-føroysk (Hvat við teirri Føroysk- fronsku?) og aðrar til skúlabrúks. Hetta hugtak títt ”til skúlabrúks” ljóðar so nøktandi, men ”til skúlabrúks” hvat fevnir tað um? Merkir tað fólka- skúlan, miðnámsskúlan ella læraraskúlan og aðrar hægri skúlar. Aftur dømi um, at tú als ikki hevur hugsað um tørv og støði á orðabókunum, men bara orðabrask. Ìsraelsfólk gekk 40 ár í oyðimørkini, áðrenn tað kom á mál, hvussu leingi skulu vit bíða eftir at koma á mál, tí hetta mál tykist at vera tómgongd á orðabókaøkinum. Síðan Ensk-føroyska orðabókin kom 1992, eru skjótt farin 20 ár, t.v.s. helvtin av teirri ísraelsku oyðmarkargong- uni. Teir privatu hava megnað at latið 3 orða- bókahandrit – hvørt størri enn annað, og teir ræðast ikki støddina á teirra verkum – í hesum tíðar- skeiði, men tú vilt bara hava parlørar, pinkulinga- avrik. Tann Spansk- føroyska skal fevna um 4.500 leitorð, men tað grettir tú ikki øvut orð um. Orðabøkur ongantíð eitt gullnám Orðabókapolitikkur eigur at vera landpolitiskt máls- øki, tí tað verður ongantíð eitt gullanám fyri nakran at fáast við orðabøkur, og at sverta hann, sum hevur roynt í síni frítíð at loyst eitt orðabókahandrit úr lagdi, man siga meira um teg Kári á Rógvi! Far í listan yvir stovnar, ið hava stuðlað Stiðanum og Sprotanum. Í Donsk- føroysku orðabókini hjá Stiðanum verða 21 stovnar takkaðir fyri stuðul, og tá stóð Stiðin framvegis eftir við láni. Teir vóru kanska betri idealistar enn eg studentaskúlakraddari, Kári á Rógvi? Tú kundi víst á tørvin at fáa fleiri krónur til orða- bókagerð, men tað verður striltið við arbeiðslagnum í Orðabókagrunninum tey 5 seinastu árini. Eg kundi spurt teg. ”Hevur tú arbeitt við hesum máli í tinginum, nú fíggjarlógin var avgreidd? Tú kundi greitt frá, hvør tann veruliga støðan er, tí tú hevði besta høvi til hetta nú at rekja hesa fløkju. Á fíggjalógini fyri árið 2008 eru aftur bert settar 940.000kr av. Jú eg giti meg at vita, at tú nú innan tingsins gátt hevur stríðst sum úlvur á skóg fyri at varðveita hesa upphædd. Tó var eg tinglimur, so hevði eg spurt meg sjálva/ n, og síðan teg frá tingsins røðarapalli: ”Hvar blíva orðabøkurnar av?”. Henda spurning kundi tú sum serfrøðingur á økinum kunnað svarað. Tú kundi víst á felags- trupulleikan hjá okkum báðum uppi í Mentamála- ráðnum: eg hesi seinastu 10 árini og tú tíni 5 ár í starvi sum formaður í Orðabókagrunninum, tú kundi lýst knossið við Jóannes Dalsgaard, frá- farna deildarstjóra, í mínum føri eisini Petur Petersen og mín sann eisini nýggja deildarleiðaran, Martin Næs - um tú tordi. So Hans Jákup: »Ikki er alt gull, ið glitrar – sorry!« Deyðsseyður og geldseyður Intermezzo 2/2 2. partur av tveimum Orðabókahøvundur Kári DaviDsen - Tað einasta eg ynski, er at fáa somu sømdir, sum hinir orðabókarithøvundarnir, sigur Kári Davidsen, sum í nógv ár hevur arbeitt við eini føroysk-týskari / týsk-føroyskari orðabók viðmerkingar