Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 7. mai 2008 Í hesum døgum verður nógv kravt av bilaframleiðarunum, sum skulu liva upp til strong krøv um, at bilarnir skulu vera so tryggir og umhvørvisvinarligir sum gjørligt. Tað er tó hugaligt, at teir í hesum tíðum hava yvirskot til at gera spennandi bilar við retrodesigni, sum vit hava sæð tað hesi seinastu árini við t.d. VW Beetle, Mini, Chrysler PT Cruiser, Ford Mustang og nú seinast Fiat 500. Helst kemur eisini ein nýggjur Citroën 2CV sum retrobilur. Um ikki so langa tíð koma eisini gomul bilmerkir aftur á marknaðin, sum t.d. eysturtýski Trabant, sum fór í søguna, tá jarntjaldið fall fyri skjótt 20 árum síðan. Nú hoyra vit eisini at fyrr so kenda týska bilmerkið Borgward, sum fór á húsagang fyri næstan 50 árum síðan, kemur aftur á marknaðin sum ein heilt nýggjur retrobilur. Spennandi verður at fylgja við so hvørt sum hesi »nýggju« bilmerkini koma á marknaðin. mg Retro er framtíðin BILAR – serblað í Sosialinum mai 2008 ÚTGEVARI Sp/f Sosialurin BLAÐFÓLK Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo LÝSINGASØLA Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Kristoffer Olsen kristoffer@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo MYNDAFÓLK Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Magnus Gunnarsson LÝSINGAGERÐ Kári við Rættará PRENT P/F Prentmiðstøðin UPPLAG 8.000 Innihaldsyvirlit Síðan 1995 hevur Sosialurin havt fastan bilteig í blaðnum. Teigurin er í blaðnum hvønn mikudag. Endamálið er m.a. at kunna um tað sum rørir seg á bilamarknaðinum, bilasøgu og um ferðslutrygd. Síðan 2000 hevur Sosialurin á hvørjum ári givið út serbløð um bilar. C Sosialurin 2008 Bilblaðið mai 2008 s. 2 Oddagrein & Kolofon s. 4 Bilar í Kringvarpinum s. 6-7 Alan Brockie og Mini bilarnir s. 8-7 Borgward koma aftur s.12 Akstovan: Sjálvavgreiðsla lættari fyri báðar partar s. 14-15 General Motors 100 ár s. 18-19 Morris Minor 60 ár s. 21 Bilradio á Rás2 s. 22-23 Rambler og American Motors s. 26–27 Rullandi laboratorium Citroën 2CV konseptbilur