mikudagur 7. mai 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
7. mai 2008
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
____________________________
Áhugin millum fólk fyri motor
akførum kann vera sera ymiskur,
samstundis sum tað verður alt
meira vanligt at eiga bil. Fólk
flest hava ein vanligan bil og
fylgja eitt sindur við hvat kemur
á marknaðin, so tey vita hvønn
bil tey skulu keypa, tá bilurin
skal skiftast út. Bilurin er í
nógvum førum einans ein
brúkslutur.
Seinastu árini er áhugin fyri
motorsúkklum eisini vaksin nógv.
Motorsúkklan er í flest øllum
førum eitt frítíðarítriv, soleiðis at
skilja at hon verður sera væl
viðfarin og stendur inni um
veturin og verður bert brúkt tá
veðrið er gott, og tá skipað
verður fyri motorsúkklu treffum
o.l.
So eru tað tey sum hava
alstóran áhuga fyri motorsporti
sum t.d. heimsmeistaraskapinum
Formel 1. Onkur annar hevur
størst áhuga í stórum akførum og
veit alt um lastilar, bussar og off
roadarar o.s.fr.
Tað áhugaverda við øllum
hesum er, at ein sum t.d. hevur
stóran áhuga fyri vanligum
persónbilum, hevur als ikki
áhuga fyri motorsporti og øvugt.
Men tað hongur alt saman á
ein ella annan hátt. Til dømis
verða allar nýggjar skipanir sum
betra um koyrieginleikar, trygd
og umhvørvisvernd royndar
koyrdar innan motorsportin sum
t.d. á Formel 1 bilum sum í
nógvum førum eru rullandi
laboratorium.
Hetta njóta vit øll gott av, sum
dagliga ferðast í ferðsluni.
Hóast ikki øll eru áhugað í motorsporti, er tað ein sann
roynd at flest allar tær nýggjastu og mest framkomnu
skipanirnar sum betra um koyrieginleikar, trygd og um
hvørvisvernd verða royndarkoyrdar innan motorsportin
Rullandi
laboratorium
Helgi Justinussen og Karl Rasmussen frá VR Bilum uttan fyri SPA-breytina í Belgia, tá Formel 1
koyringin var har í september í fjør
Mynd: Magnus Gunnarsson
Uttan fyri belgisku Spa-koyribreytina eru hópin av smáum handlum sum selja souvinirs til fjepparar
Mynd: Magnus Gunnarsson