hósdagur 8. mai 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 87 - 8. mai 2008
Samráðingarnar um
at leggja Hvannasund
og Klaksvík saman
hava gingið sera væl.
– Eg vænti, at vit fara
at viðgera hetta málið
í bygdaráðnum skjótt,
kanska longu í næstu
viku, sigur Pól Fuglø.
Hann er varaborgar
stjóri í Hvannasundi
og hevur samráðst
fyri kommununa
Kommunur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hvannasund: Gongst sum
ætlað, fara fólk í Hvanna
sundi ikki at velja umboð
til eitt bygdaráð í heyst,
men til býráðið í eini saman
lagdari kommunu í Norð
oyggjum.
Hetta gerst veruleiki, um
býráðið í Klaksvík og
bygdaráðið í Hvannasundi
góðkenna ta avtaluna um
samstarv, sum nú er á veg.
Klaksvík hevur tikið fyrs
ta stigið og hevur samtykt
at taka undir við einum upp
skoti til sáttmála um sjálv
bodna samanlegging. Alt
bendir á, at Hvannasund fer
at gera tað sama.
Vit síggja stórar møgu
leikar at menna okkara
kommunu einum slíkum
samstarvi, slær Pól Fuglø
fast.
Eitt av hesum málum er
byggingin av einum barna
garði í bygdini, men fleiri
onnur mál kunnu eisini ver
ða loyst í teirri stóru komm
ununi.
Alt í eina
Klaksvíkar kommuna hevur
sjálv verið sera heit fyri at
leggja allar kommunurnar í
økinum saman í eina.
Hetta arbeiðið byrjaði
fyri fleiri árum síðani, og
hevur í dag fingið ta úrslit,
at norðara helvt av Kalsoyn
ni – tað er: tann gamla
Mikladals kommuna – lon
gu eru komin uppí, og at
Svínoyggin verður næsta
kommunan sum gerst partur
av Klaksvíkar kommunu.
Í eina tíð hava samráðing
ar verið við hinar kommun
urnar, og sum skilst eru hes
ar komnar longst, tá talan
er um Húsa og Hvannasunds
kommunu.
Eftir eru so hinar kommu
nurnar í økinum – tað er:
Kunoyar kommuna, Viðar
eiðis kommuna og Fugloyar
kommuna.
Borgarstjórin ikki við
Hinvegin hevur ein kunnað
staðfest, at full semja er
ikki í Hvannasunds komm
unu um at fara upp í ta stør
ru grannakommununa fyri
sunnan.
Í samráðingarnevndini úr
Hvannasundi hevur borgar
stjórin sjálvur nevniliga
ikki sitið, tí tað er næstfor
maðurin í bygdaráðnum,
Pól Fuglø sum hevur ført
samráðingarnar fyri tey.
Hetta arbeiðið hevur kort
ini gingið sera væl, og tí fer
okkurt ítøkiligt at henda í
hesum málinum í næstum
– helst longu í næstu viku!
Navnið spillir ongan
Pól Fuglø er sjálvur sera
heitur fyri eini slíkari saman
legging, hóast hann fullvæl
veit, at orðið »Hvannasunds
kommuna« við hesum fer í
søguna.
Líkt er til, at tann nýggja
kommunan fer at eita »Norð
oya Kommuna«, men tað
he vur hann onga viðmerk
ing til sum so.
Eg havi satt at siga onga
tíð hugsað um, hvat navn
ein slík kommuna skal
hava. Men eg havi einki
ímóti hesum navninum,
slær Pól fast.
Ætlanin er sum nevnt at
fáa uppskotið um saman
legging klárt til bygdaráðs
fundin sum verður 16. mai,
og síðani skal tað formella
fáast uppá pláss.
Eitt av hesum arbeiðum
er at gera eitt upplegg, sum
borgararnir eisini skulu fáa
kunnleika til. Síðani verður
fólkaatkvøða um saman
leggingina í kommununi.
Sjálvur væntar Pól at hen
da
fólkaatkvøðan
hann
verða í summar ella tíðliga
í heyst. Hon skal so í øllum
førum
verða
áðrenn
kommunuvalið í november
mánaði í ár.
Valið í heyst verður tí til
EINA kommunu, staðfestir
Pól Fuglø, næstformaður í
Hvannasunds kommunu.
Navnið spillir onga kommunu
- Fyri meg er líkamikið,
hvat navn tann samanlagda
kommunan fær, sigur
varaborgarstjórin í
Hvannasundi, Pól Fuglø
”
Vit síggja stórar møguleikar at men-
na okkara kommunu einum slíkum
samstarvi
(Pól Fuglø, næstformaður í Hvannasunds kommunu)
Ein stór
Norðoya
Kommuna
Á seinasta býráðsfundin
um í Klaksvík varð sam
tykt at halda fram við
arbeiðinum
at
leggja
Klaksvík og Hvannasund
saman.
Eitt fyrsta uppskot fyri
liggur í løtuni, og hevur
tað verið fyri í ymiskum
nevndum í býráðnum.
Og her var eingin ivi um
viðgerðina:
Øll
vóru
sinnað fyri hesi saman
leggingini.
Tað er ikki nógv, ið er
likið út frá samráðing
unum, men sum skilst er
semja um at tann stóra
og samanlagda kommun
an skal eita »Norðoya
Kommuna«.
Líkt er til at kommun
urnar í Norðoyggjum nú
meta tíðina at vera búna
at leggja saman í eina stó
ra kommunu, verður stað
fest úr Klaksvík.
Ternan alt ov lítil
Sandoy: Ikki færri enn 12 bilar stóðu eftir á
Gomlurætt, tá Ternan loysti og fór til
Skopunar gjáramorgun. Ternan loysir í løtuni
Teistan (myndin) av meðan hesin er á
sleipistøð, men tað tykist ganga skjótt at fylla
Ternuna við bilum. Heimasíðan bkv.fo skrivar,
at hetta er ein ótolandi støða fyri sandoyarfólk
og onnur. Strandferðslan má seta tvey skip
inn á leiðina, serliga í vikuskiftunum, verður
sagt. Gongst sum ætlað verður Teistin settur
aftur í sigling um einar 8 til 10 dagar.
Ungdómur vána umstøður
Sørvágur: Í hesum døgum verða savnaðar inn undirskriftir í bygdini
við ynski um at betra um umstøðurnar hjá teimum ungu. Sagt verður,
at umstøðurnar hjá ungdóminum í eru sera vánaligar og hevur barna
verndartænastan og løgreglan gjørt vart við, at okkurt má gerast, fyri
at lofta ungdóminum, áðrenn nakar sorgarleikur hendur. Kravt verður
at ungdómurin fær eitt tilhaldsstað undir skipaðum umstøðum.
Verður hugt at øðrum bygdum, ið hava fingið skipaðar umstøður til
ungdómin, økist trivnaðurin millum ung, og sæst hetta aftur í skúla og
heimi, og ikki minst hjá løgregluni, ið hevur úr at gera, tá ungdómurin
keðir seg og einki hevur at takast við, verður sagt í skrivinum.