hósdagur 8. mai 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 87 - 8. mai 2008
tíðindi
FramFørsla
Tíðindaskriv
Danski dansibólkurin Åben
Dans
framførir
barna
sýningina »Arme og Ben –
og noget ind emellem« í
Norðurlandahúsinum týs
dagin
13.
mai
kl.
17.30, umframt at bólkurin
gevur skúlasýningar týs
dagin 13. mai kl 12.30 og
mikudagin 14. mai kl. 10.30
og 12.30. Vitjanin hjá Åben
Dans er partur av 25 ára
hátíðarhaldinum hjá Norð
urlandahúsinum. Bólkurin
hevur framført »Arme og
Ben« bæði í Danmark og
altjóða tey seinastu tvey
árini. Soleiðis mynda teir
sýningina:
Arme og Ben – og
noget ind emellem
Ein skemtilig dansisýning
um
likamið
og
við
kroppinum
– til børn og tey vaksnu
sum tey eiga
Tveir menn við hvør
sínum kroppi ferðast við
undran,
skemtilyndi
og
álvara inn í ein heim, har alt
er í broyting. Eitt stað har
røddin verður tónleikur og
har armar og bein verða til
alt møguligt, sum vit ikki
hildu, at tey vóru.
Børn í aldrinum 9 – 12 ár
byrja at gerast flov um sítt
egna likam. Føturnar verða
stórir, armarnir langir og
bróstini bølgna. Kanska
líkist
likamið
tað
hjá
vinunum. Kanska ikki. Men
tað veksur – og hvat blívur
tað til?
Kroppurin er fullur í
spurningum og tabuum.
Kroppurin er, í heila tikið,
ið so merkiligur.
Okkurt er millum armar
og bein: Hvat?
Málbólkurin
er
børn
millum 9 og 12.
Børn saman við vaksnum
skulu verða í minsta lagi 6
ár.
Leiklongd: 45 minuttir
Kunning um Åben Dans:
w w w. a a b e n d a n s . d k .
Kunning frá Norðurlanda
húsinum: www.nlh.fo ella
hedvig@nlh.fo" hedvig@
nlh.fo.
Atgongumerki kosta 80
kr, men skúlasýningarnar
eru ókeypis.
Skúlabólkar kunnu tekna
seg
á
tpostadressuna
hedvig@nlh.fo" hedvig@
nlh.fo og upplýsa talið av
næmingum og lærarum,
navn á skúlanum og navn
og telefonnummar á kon
taktlæraranum. Pláss er enn
til sýningarnar 13. mai og
seinna sýningina 14.mai.
Á føðingardegi
franska tónaskaldsins
Gabriel Urbain
Fauré hevur kórið
Sólarmagn konsert
í Hoyvíkar Kirkju
annan hvítusunnudag
sangur
Tíðindaskriv
Høvuðsverkið á konsertini
er »Messe Basse« hjá
Fauré, sum kórið framførir
saman við urguleikaranum
Oddvør Johansen. Solistur
er eitt av okkara sprettandi
sangtalentum, Arnóra Bech
Petersen, sum hevur fingið
frálæru í sangi hjá Susanne
Brattaberg. Arnóra fram
førir eisini sálmin »Auf,
auf
mein
Hertz
mit
Freuden«
hjá
týska
barokktónaskaldinum Paul
Gerhardt.
Tað tók sína tíð hjá Fauré
at vinna viðurkenning og
hann var av hesum áðum
ofta tungur í huga, ein
sinnisstøða hann sjálvur
nevndi »Spleen« við atliti
til Baudelaire. Í ævisøgu,
sum JeanMichel Nectoux
skrivaði um tónaskaldið,
verður Fauré samanborin
við
teir
modernaðu
yrkjararnar, hvørs endamál
sambært Nectoux er tað
sama; at úttrykkja tær
størstu
kenslurnar
á
einfaldasta hátt fyri at náa
»kenslunar nakna kjøti«.
Verkini hjá Fauré hava
sum heild eina hugtakandi
melodiska styrki og hetta er
eisini galdandi fyri vakra
verkið Messe Basse, sum er
ein styttri messa, ið tekur á
leið
tíggju
minuttir
at
framføra. Umframt Messe
Basse framførir kórið tveir
føroyskar
sálmar,
sum
ávikavíst Carl Nielsen og
Knút Olsen hava gjørt lag
til. Kórið Sólarmagn hevur
undir leiðslu Fróða Sandoy
virkað síðan 2000 og hevur
m.a. havt svenskan vísusang
og føroyskan kórtónleik á
skránni. Hetta er fyrstu ferð
kórið roynir seg við einum
verki sum Messe Basse,
sum er ein sera spennandi
avbjóðing hjá bæði kóri og
kórleiðara. Konsertin, sum
fer at vara umleið ein
hálvan
tíma,
verður
mánadagin 12. mai klokkan
17.00.
Dansisýning fyri børn
Týsdagin og mikudagin verða dansisýningar í Norðurlandahúsinum fyri børn
Savnsmynd
2. hvítusunnudag
fer kórið Sólarmagn
at framføra verk
eftir franska
tónaskaldinum,
Gabriel Urbain
Fauré
Kenda franska tónaskaldið,
Gabriel Urbain Fauré, livdi í
árunum 1845 til 1924
Messe Basse í Hoyvík